tikin um at steðga framleiðsluni eftir 17 góð og gevandi ár. Á Dugna siga tey, at sølan og eftirspurningurn hava verið minkandi seinastu árini. Marknaðurin tykist vera mettaður, og tí er torført at fáa tað [...] Í samband við at Dugni fyllir 70 ár í ár, vilja tey á Dugna geva føroyingum eina serstaka gávu. - Gávan er, at vit restina av árinum selja tær kærleikskærleikskúlur, sum eru eftir, fyri helvtar prís, siga [...] tað at bera seg fíggjarliga. - Vit eru sera takksom fyri ta stóru undirtøkuna, sum kærleikskúlan hevur fingið gjøgnum árini. Á Dugna veita tey eina hjartans tøkk til øll listafólkini, sum hava lagt sítt
longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar, granskarar og fyrisiting arbeiða við at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini [...] avgerandi, at ársverkini á Altjóða skrivstovuni verða samsvarandi arbeiðsbyrðuni, sum verður løgd aftrat, skrivar Bárður á Lakjuni. Hann staðfestir, at ein styrktur starvsfólkahópur er ein fortreyt fyri, at [...] hálvári 2027. – Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin. Ein føroysk tjóðarskrivstova fyri Erasmus+ varð sett á stovn í 2025 við einum
Leif at stýra stovnin gjøgnum kreppuna við at seta í verk nýggjar skipanir og mannagongdir, so tað almenna bleiv effektivari at reka. Kjarnin í hesum var Búskaparskipan landsins, sum tryggjar, at tað altíð [...] leiðsluna fyri Kt-landsins, Kt-trygd, Talgildu Føroyum, innkeypi og vitlíki. - Nú leggi eg eina drúgva yrkisleið aftur um meg, og eg eri eg takksamur fyri tey mongu árini, har eg havi fingið álit at tæna og [...] havi havt tann framíhjárætt at sæð, hvussu innsatsurin hjá Gjaldstovuni hevur ávirkað samfelagið, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni. Fíggjarmálaráðið fer í næstum at søkja eftir nýggjum stjóra
fram, at bilar næstan dagliga yvirhála nærindis vegamótinum til Sandabrekkuna. Tað kann skapa vandamiklar støður, um ein bilur ætlar sær at snara til vinstru, samstundis sum ein annar bilur roynir at yvirhála [...] Ferðmátingar vísa, at nógvir bilførarar koyra munandi skjótari enn loyvt við innkoyringina til Sands. Á einum mátingarstaði, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, vísti mátingin, at 85 prosent av bilunum [...] kilometrar um tíman. Tað merkir, at 85 prosent av bilunum koyrdu 64 kilometrar um tíman ella minni, meðan 15 prosent koyrdu skjótari. Hetta stendur í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar
síðani Ítróttaháskúlin í Suðuroynni byrjaði sítt virksemi í Vági fyri 10 árum síðani, hevur verið venjing saman við tylumanningini. Til gagns fyri báðar partar hevur hetta verið afturvendandi táttur. Tyrlumanningin [...] langa brimgarðinum, ið verjir Vágsfjørð. Í dag var løtan, har næmingar á heystskeiðinum 2026 sluppu at royna hesa avbjóðing. ##med2## ##med3## Myndir; BJ
Men tað er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a- [...] bilurin vísir, at hámarksferðin er 60 km/t, er tað púra natúrligt, at førarin lítur á tað. So kann úrslitið gerast, at koyrt verður 60 km/t kilometur eftir kilometur, hóast loyvt er at koyra 80. Ferðarmunur [...] Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra 80 km/t, eigur bæði førarin og bilurin at fáa greið boð
av. Myndugleikarnir í Ekvador siga, at fyribils kanningar vísa, at líkini eru jarðað fyri fáum døgum síðan. Sagt verður, at løgreglan fór á fjarskotnu leiðina eftir, at tey høvdu fingið boð um skjóting. [...] økinum. Tv2.no veit at siga, at Ekvador er broytt frá at hava verið eitt av friðarligu londunum í Latínamerika til at vera eitt land við nógvum kriminaliteti. - Landið virkar sum miðstøð fyri kokainsmugling [...] lík í einari hópgrøv í einum ólógligum námi har suðuri í landinum. Fólk í økinum hava eisini sagt, at tey hava saknað fleiri fólk í familjuni. - Líkini vórðu jarðað umleið tveir metrar undir lendinum.
broytt samanborið við fyri bara stuttari tíð síðani, segði Mette Frederiksen. Hon heldur framvegis, at Danmark, Føroyar og Grønland standa sterkari saman, men leggur dent á, at ríkisfelagsskapurin má [...] a seg og laga seg til tann heimin, sum Danmark, Føroyar og Grønland eru partur av. Hon vísir á, at fyri bara fimm árum síðani høvdu heilt onnur mál fylt mest á einum ríkisfundi. Á hesum ríkisfundinum var [...] – Eg haldi ikki, at tingini skulu vera, sum tey altíð hava verið. Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, eftir ríkisfundin við Beinir Johannesen løgmann og grønlendska landsstýrisformannin
eftir øllum at døma er slept, verður arbeitt við at finna aðra staðseting. Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða ikki verður gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum [...] segði leigusáttmálan upp, eftir at kommunalt virksemi, rossafjós og vindmyllur høvdu minkað um plássið at virka á. – Eg síggi onga orsøk til at koma yvir í Húsahaga at taka lendi til eina súkklubreyt, [...] hann. Eitt av fáu friðarligu økjunum Tummas Rubeksen vísir á, at undirhagin higartil hevur fingið frið, og at tað hevur stóran týdning fyri bæði seyð og fuglalív. – Tað er har, seyðurin liggur, tá hann
Fram til hósdagin 20. august fáa føroyingar høvi at royna burgarar frá danska Hungry Dane. Aftan fyri Hungry Dane stendur Peter Kolos, sum kemur til Føroya at borðreiða við nøkrum av burgarunum, ið hava givið [...] ómetaliga nógv at vitja Føroyar. Eg havi hoyrt sera nógv gott um føroysku matmentanina og gleði meg til at hitta bæði føroyingar og ferðafólk, sigur Peter Kolos. – Tað verður ein fragd at borðreiða við [...] við okkara virðislønta burgara fyri føroyskum gestum, leggur hann afturat. Ruben, eigari av Streetfood Føroyar, fegnast eisini um vitjanina. – Vit eru errin av at kunna bjóða Peter Kolos og Hungry Dane vælkomnum