skeyt upp, at royna ókeypis busskoyring, fyri at økja um nýtsluna av bussunum og samstundis at flyta nakað av privatbilferðsluni yvir á kollektivferðsluna. Tá varð sagt, soleiðis hevði borið til at eggjað [...] eggjað borgarunum til at brúka bussarnar, og ikki minst at ala børnini til á ein náttúrligan hátt at brúka bussarnar heldur enn at verða koyrd til og frá skúla, ítrótti, frítíðarvirksemi og øðrum. - Og næsta [...] næsta stigið eigur at verða at økja um títtleikan, tí tástani kann bussleiðin gerast eitt veruligt alternativ til privatbilin. Ein slík skipað tilgongd kundi verið við til at minka um bilatalið í býnum, og
Við hesum stiginum sæst týðuliga, at hetta er ein økismenningarsamgonga, og við at seta eina nevnd at kanna økismenning og koma við góðum tilmælum, skuldi borið til at flutt fleiri almennar stovnar úr Havnini [...] líka niðan til Hoyvíkar. Eg mótmæli, at so skal vera. Oljumálastýrið átti eftir mínum tykki at ligið her í Suðuroynni og ætli eg, saman við øðrum, at berjast fyri, at tað kemur suður her, ið tað natúrliga [...] Tað er løgið, at onki hoyrist frá kommununum og frá Oljuvinnuráðnum í oynni, tað sær út sum um tey hava góðtikið, at alt skal vera í miðstaðarøkinum, ella er tað so galið, at tey tiga, tí at tað er teirra
við royndina hjá GÍ at tryggja Sámali Joensen loyvi at spæla við GÍ í tveimum teimum síðstu umførunum. ? Vit søgdu teimum, at talan skuldi vera um eitt aktuelt mál soleiðis at skilja, at flytingin skuldi [...] aðalskrivari í FSF. ? Nevndin í FSF samtykti at leggja eitt uppskot um hetta fyri aðalfundin, og feløgini samtyktu uppskotið. Tað varð ikki mett at verða rætt, at fótbóltsútisetar broyttu fyritreytirnar hjá [...] um at avmarka møguleikarnar í føroysku landskappingini hjá føroyskum avtaluleikarum uttanlands var grundað á tað, sum kom fram, tá Fótbóltssambandið og feløgini í november í fjør hildu fund fyri at eftirmeta
framløgu sínari av uppskotinum, at ætlanin við uppskotinum er at fáa politikkararnar at grundgeva út frá landspolitiskum sjónarmiðum. Hetta ynskir hann av teirri orsøk, at tingmenn alt ov ofta lata lokal [...] Sermitsiak, so ynskir meirilutin av grønlendska landstinginum at broyta vallógina soleiðis, at tað einans vera trý valdømir í Grønlandi. Ætlanin er, at Avanersuaq og Illoqqortormiut skulu vera sjálvstøðug valdømir [...] Kandidatforbundet ynskja at fáa valdømini Upernavik og Ammasalik við í tað stóra valdømið. Grønlendska landstýrið stendur tó ikki so fast við sítt uppsot, at tað ikki er sinnað at samráðast við hinar flokkarnar
treytunum við at hava ein ríkisfelagsskap. At Óli Breckmann velur at vera passivur, tá hvítusunnupakkin varð fyri, tað má so vera upp til hansara egnu samvitsku. - Eg havi í roynd og veru torførari at taka undir [...] Jóannes Eidesgaard, at tað eru nøkur mál, sum ikki raka føroysku fólkatingsumboðini. Pia Larsen sigur, at hon frá donsku veljarunum ikki hevur merkt nakað til, at fólka hald tað er ov galið, at føroysk fólka [...] hjá andstøðuni tykist vera, at alt er relativt. Eisini eitt endurgjald til føroyingar upp á 1,5 milliard. Ikki minst tá føroysk fólkatingsumboð lova at vera passiv soleiðis, at ein hvítusunnupakki verdur
av at royna málið í rættinum við kravi um, at starvsmaðurin varð burturvístur av órøttum og at hann átti løn alla uppsagnartíðina. Felagið tapti í Føroya rætti, sum segði at tað var tænastubrot at sletta [...] slíkum, um nakrar eru. Annars eiga tey at ansa eftir soleiðis at tey bara sletta tað, sum er reint privat og einki hevur við arbeiðsplássið at gera. Og so annars at ráðføra seg við arbeiðsgevara og fakfelag [...] sum segði, at tilfarið eftir umstøðunum ikki kundi hava so stóran týdning. Læran í hesum má tí vera, sum eisini kemur fram í greinini í Starvsmannablaðnum, at starvsfólk eiga fyrst og fremst at fylgja teimum
At partur av samgonguni ikki hevur ætlanir um at bøta um verandi pensjónsskipan, tað er greitt. Fólkaflokkurin hevur jú í hyggju at »privatisera« pensjónirnar, soleiðis at hvør Hanus og Janus sjálvur ger [...] seinnu árini hava víst, at fólkapensjónin er afturúrsigld - og at hon ikki er nóg sterk at tryggja fólki sømulig kor á ellisárum. Tí varð lógin um Samhaldsfasta samtykt - og farið varð at gjalda út í fjør. Eingin [...] Eingin ivi skal vera um, at tann samhaldsfasta - tann solidariska - leiðin er tann skilabesta at ganga, tí hon gagnar teimum flestu - og júst tað eigur at verða endamálið við sosialum skipanum. Okkara
tykjast ikki at fara at halda. Sambært ársfrágreiðingini hjá Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya sýnist effektin av filminum at vera burtur. ? Uttan at vita tað heilt nágreiniliga, so meta vit, at fólk fóru [...] fóru í biografin fyri at síggja ein góðan film, og tá so ein tíð er farin, so er tíð at fara at hyggja at tí næsta filminum t.d. Titanic o.ø. Ein partur av effektini vildi sjálvsagt komið aftur, um Barbara [...] flogvøllin í fjør. Hvussu verður í ár er ilt at meta um, men bókingarnar eru nógvar. Tað komiska er kanska, at tað sum hevur størri ávirkan á fólk, er málið sum er við at forkoma sambandinum við Danmark, nevniliga
í andsøgn til tað, at landið eigur Rúsdrekkasøluna, sum fær pening í landskassan, at sølan skal tálmast við m.a. ikki at geva neyðugu skeinkiloyvini? Á fíggjarlógini er kravið at Rúsdrekkasølan skal [...] sigur landsstýrismaðurin. Ein liður í royndini at kanna umstøðurnar viðvíkjandi skeinkiloyvum, hevur m.a. verið, at tosa við ráð og nevndir, sum hava við málið at gera. Tá vit hava innheintað neyðugu upp [...] geva yvirskot. Rætt er, at tað stendur í andsøgn til at nýtlan skal tálmast., sigur Finnbogi Arge. Hinvegin, so skal Rúsdrekkasølan selja vørurnar, men samstundis ansa eftir, ikki at selja ov nógv. Kunnu
pin, at hann legði dent á at fáa so tætt og álitisfult samstarv sum gjørligt við allar partar í ríkisfelagsskapinum. Hann nevndi at føroyski búskapurin var í framgongd, at inntøkurnar vuksu og at arbeiðsloysið [...] fráflyt-ingina og at yvirskot var í Landskassianum. At enda nevndi Poul Nyrup Rasmussen í setanarrøðuni i fjør. at hann fegnaðist um positivu gongdina í Føroyum, sumhann vónaði fór at halda fram. [...] m.a., at stjórnin sum skjótast fer undir politiskar samráðingar um føroyska og grønlendska blokstuðulin fyri 1999. Viðvíkjandi komandi løgtingsvali í Føroyum og møguliga ynskið hjá føroyingum at broyta