trýstinum ikki góður fyri teir næmingar, sum hava avbjóðingar, av tí at teir vilja føla seg at verða ein trupulleika. Soleiðis er stórur vandi fyri at teir næmingar, sum hava mest brúk fyri hjálp og menning [...] hava fyri neyðini. Vit eru so heppin, at hava nógvar góðar útbúnar lærarar í Føroyum, har tað, í flestu londunum rundanum okkum, er eitt stórt læraratrot. Latið okkum takka fyri tað og geva teimum bestu [...] landsroyndunum og venda aftur til grundhugsanina, - hvat er best fyri næmingin. Vit mugu ikki gloyma at næmingurin er eitt barn, sum hevur brúk fyri at kenna seg virðismett og fáa kensluna av, at eg megni nakað
lemjandi tøgn, tá ræður um bústaðarmøguleikar hjá lesandi og framtíðar lesandi. Við teimum 4.605 krónunum um mánaðin fyri livikostnað, kunnu lesandi á hægri útbúgvingunum og styttri vinnuførleikagevandi [...] megna at rinda. Á leið helmingurin av teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum hava børn, sum staðfest í seinastu trivnaðarkanningini hjá Lestrarskrivstovuni á Setrinum. Fyri hesi kann vera torført at flyta bústað [...] sum hevur til endamáls, at eingin skal vinna pening upp á leiguna. Birita Matras Petersen, valevni fyri Javnaðarflokkin
almennar tænastur, men eisini fyri at hava best møguligan javnvág millum inntøkur og útreiðslur. Hetta seinna er umráðandi fyri at kunna stýra búskapinum, so landið er ført fyri at gera íløgur, tá ið [...] Inntøkurnar, sum landskassin fær, eru pengar, sum borgararnir lata okkum upp í hendi at umsita. Fyri meg er tað sjálvsagt, at vit eiga at ansa líka væl eftir pengunum hjá borgarunum, sum vit ansa eftir [...] ið privata og vinnan er fyri niðurgongd. Í løtuni hava vit ikki veruliga stýring á ’almennu’ síðuni av føroyska búskapinum, tí íløguparturin hjá kommunum og inter-kommunalum felagsskapum er sera
eigur at hjálpa teimum ið hava tørv á hjálp. Tað almenna eigur ikki at taka pengar frá heilt vanligum familjum fyri at lata til aðrar heilt vanligar familjur. Nakað sum eg persónliga brenni fyri er, at um vit [...] sperda familjan. Vit hjálpa ikki teimum sum hava stóran tørv - vit hjálpa teimum, ið vóru fyrst at skriva seg upp. Hví skal tað almenna byggja til tey sum eru nóg væl fyri til at klára seg sjálvi? Tað er [...] vit ynskja at hjálpa teimum, ið hava tørv á hjálp, so er tað ikki rætti háttur at tað almenna byggir, fyri síðani at loyva øllum at fáa atgongd til ein alment stuðlaðan bústað, sum tað er í dag. Tað kann
besta, vit kunnu gera fyri okkara samfelag. Námsfrøðiliga økið í Føroyum skal vera eitt øki, sum ger okkum errin, heit um hjartað, og sum vit hava hug at vísa fram sum fyrimynd fyri onnur lond. Djóni N. [...] besta, vit kunnu gera fyri okkara samfelag. Námsfrøðiliga økið í Føroyum skal vera eitt øki, sum ger okkum errin, heit um hjartað, og sum vit hava hug at vísa fram sum fyrimynd fyri onnur lond. Djóni N. [...] eru íløgur, sum gagna samfelagnum í ríkiligt mát. Jú betri og tryggari karmar rundan um barnið í teimum fyrstu árunum, tess betri megnar barnið avbjóðingar seinni í lívinum. Og vit vita eisini, at um vit
meirsølu, sum so kann geva teimum eyka inntøkur til at menna vørurnar enn meir – og enntá gerast sterkar á heimsmarknaðinum. Hetta kann gerast ein sólskinssøga, um vit geva teimum hendan møguleikan. Hetta [...] so vit tosa um veruligar hágóðsku vørur! Hetta er ein sólskinssøga, men vit gera tað ikki so lætt fyri tær at virka í Føroyum, tí fyritøkurnar kunnu ikki selja sínar egnu vørur á bryggjarínum, á distillarínum [...] at broyta umgangandi, um eg sleppi innum tinggáttina eftir tann 8. desember. Ólavur Larsen Valevni fyri Javnaðarflokkin
saman við felagsskapum, foreldrum og sjálvbodnum um at fremja hetta. Annars eru m.o. hesi mál sett fyri teimum grønu Føroyum í valskránni hjá Tjóðveldi: Vit skulu leggja um til grøna og varandi orku í øllum [...] virðisøkja egið tilfeingi inn í allar ætlanir og avgerðir. Ruskskiljing og endurnýtsla skal setast í verk fyri alt burturkast og skipast í til dømis grannaløgum. Allir almennir stovnar skulu taka lut í at gera
umhvørvi, við teimum mongu fyrimununum, tað gevur. Bygging, sum er sosialt og umhvørvisliga burðardygg. Og sum er innrættað fyri rørslutarnað. Tá mong eru um fermetrarnar, verður prísurin fyri hvørja búeind [...] ##med2## Nýhugsan má til fyri at loysa ovurstóra tørvin á bústøðum. Bústaðir og privat byggja av øllum alvi, og tað munar. Men, vit hava kortini alt ov fáar bústaðir og bíligar íbúðir. Langar bíðirøðir [...] í samstørv – sínámillum, ella við Bústaðir og/ella við privat um ymisk sløg bygging. Og um ætlanir fyri, at gera virknar teir túsundtals fermetrarnir av góðum býli, sum í dag vera minimalt brúkt. BYGGING
koordinatarnar, varð greitt hvør hevði vunnið stóra tilfeingisgekkin. Serliga væl kom tað við hjá teimum, sum frammanundan sótu fjálgt og gott. Onkrar leivdir av menningarkvotunum vóru verandi aktiv í økjunum [...] tá tað regnar á prestin… Ein fiskur er tó eftir at hagreiða her. Sjálvandi skulu reiðararnir rinda fyri tilfeingið, og ikki manningin. Hesi viðurskifti skulu fáast uppá rættkjøl í eini komandi samgongu [...] arbeiðsmarknaðinum til eina rættvísari skipan. Teir 32 tímarnir, skulu gerast 37! Tá so væl hevur ligið fyri at snara stóra gekkapottin á tey fáu, eigur at bera til at snara gekkin tvey hakk, til tey mongu knáu
skulu vit sjálvandi stuðla okkara eldru, barnafamiljum, sperdum húskjum, teimum við likamligum og/ella sálarligum avbjóðingum, teimum ið gera sjálvboðið hjálpararbeiði, barna- og ungdómsarbeiði, umhvørvisátøkum [...] skal tað ikki vera so, at vanligi skattgjaldarin skal rinda fyri, at ferðafólk kunnu sleppa at ferðast við okkara tyrlum, bussum og fergum fyri súmbolska upphædd. Ofta standa føroyingar enntá eftir á kaiini [...] upplagt at hava ymiskar prísir fyri føroyingar og ferðafólk, eins og man hevur í fleiri øðrum londum. Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg at arbeiða fyri, at vit endurskoða tær ymsu vinnuligu