Eidesgaard nýtti nógvar smáar steðgir, til tess at fáa uppmerksemi. Og tað riggaði; at byrja við. Høgni Hoydal endurtók seg sjálvan og greiddi frá samráðingargongdini. Landsstýrismaðurin var sera hóvligur [...] missa tráðin, og hann legði fleiri fellur fyri seg sjálvan. Áhoyrarar brustu út úr at flenna nakrar ferðir; helst tí teir hildu próvførsluna hjá javnaðarmanninum vera ov populistiska og grunna. Eidesgaard [...] Eysturtimor og Eritrea. Hann var eisini nógv meira flokspolitiskur bundin í sínum úttalilsum enn Høgni Hoydal. Einaferð tá ið Jóannes varð avbrotin, tveitti hann pennin eftir borðinum í forargilsi og skrykti
ber tað ikki til at siga at vit hava eina loysn í dag og eina aðra í morgin í tveimum málum av sama slag, og tí er stjórnin bæði ríkisrættarliga og fólkarættarliga bundin at halda seg til hetta fordømi [...] slagnum, sum fer at seta mark ímillum tað sum var og tað sum er. Tað sum her hendi var, at føroyska tjóðin, sum í so nógvar øldir hevur verið forfjónað, reistist og segði, at nú eru tað vit sum gera av, hvat [...] sum í bók síni um tað fólkarættarliga sambandið millum Ísland og Danmark greiðir frá hesum viðurskiftum. Henda bók er týdd til danskt og kom út í Keypmannahavn í 1926. Frágreiðingin um fíggjarligu loysnina
Sum verjuskipari royndist Óli eins og vanligt drúgvur, og í fleiri førum megnaði hann at taka broddin av slovenska álopsspælinum. Hinvegin megnaði hann ikki eins væl og vanligt at trýsta verjuna niðan á [...] tikið Jákup fram um Jens Martin, og hann livdi sum so eisini upp til tað álit, sum venjarin sýndi honum. Var í tveimum førum bjargingarmaður í einum móti einum støðum, og ikki minst man Johan Byrial Hansen [...] 3. Jens Kristian Hansen, B36 41/3 Hevði eins og fleiri av liðfeløgunum ein dyst undir miðal. Í verjupartinum var hann ikki eins stinnur, sum vanligt, og var hann millum annað snýttur við fyrsta málið
runt og prikaði inn um verjuna, har Jón Rói Jacobsen var ískaldur og lyfti bóltin framvið málverjanum, sum var komin ímóti. Skála ella Gheorghe Callo mundu longu nú hava mist alla vón um stig, og høvdu [...] har tað fyrst og fremst ráddi um at varðveita leiðsluna, og har leikararnir ikki komu í støður, sum kundu kosta kort ella skaðar. At talan so kortini gjørdist um stórsigur, komst fyrst og fremst av, at [...] sleppa inn aftur í Eysturoynna, og tað sluppu teir so eisini eftir eina 90 minuttir langa eyðmýking, sum so ruddiliga ? og kanska ov týðiliga ? staðfesti munin á oddi og botni í føroysku fyrstu deild. Nú
skuldi verið ov dýrur, og tí kundi hann ikki verða við á charmetúrinum runt landið um hvítubók, tað man heldur hava verið tí, at maðurin er realistiskur og leggur kortini á borið og sigur sannleikan. Men [...] tann ómak at kanna hvussu tey eru skerd í tímatali, ið hava heimarøkt fyri neyðini, og um uppsøgn av heimahjálpum, og hvat í umsitingin kostar í mun til allar tær broytingar, ið eru gjørdar seinastu árini [...] men kemur hesin peningur á rætta stað? Viðv. teimum tímaløntu og teirra sømdum So er tað ikki samgonguni fyri at takka, at lønin hækkaði og vit fingið nakrar positivar broytingar í sáttmálan, tað hava vit
Beautiful Lenghts og Locks of Love. Tann fyrri er amerikanska krabbameinsfelagið og sjampoframleiðarin, Pantene, ið samstarva um at gera parúkkar til krabbameinsraktar amerikanarar og fólk, sum hava mist [...] H. Jensen og leggur afturat, at henni dámar væl at kunna gera okkurt fyri at hjálpa øðrum. - Eitt nú eri eg samarittur hjá Reyða Krossi og plagi eisini at ganga við bússum, tá innsavnan er, og tá eg sá [...] trýmenningur við Beintu Birgittu H. Jensen. - Guðrun helt, tað var eitt fínt hugskot, og hon hugdi og metti um hárið og helt, at tað var væl egnað til endamálið. Hon visti heldur ikki um henda møguleikan
um førdi fram. Men hann og Erlendur dugdu at orða seg á ein so greiðan og skilagóðan hátt, sum bergtók meg fullkomiliga. Eg havi ongantíð verið hugtikin av politiskum buldri og braki. Men hetta, at kunna [...] Sum ungur sat hann við andakt og lurtaði, tá útvarpið sendi politiskt orðraskifti á tingi. Í oyrunum á unga Heina O. Heinesen vóru menn sum Erlendur Patursson og Christian Djurhuus onki minni enn politiskar [...] fram í landspolitikki. Fyri at verða politikari, mást tú hava eina meining, og fyri at hava eina meining, mást tú hava vitan, og hana fært tú bara meir av, jú eldri tú verður, sigur Heini O. Heinesen. -
Suðuroy. Øll útbygging og menning annars av Suðuroy verður steðgað. At fáa eitt ferðamannaskip, sum lúkar tey krøv, ferðafólk seta til eitt slíkt skip, og útbygging av Suðuroy (berghol og havnarbygging) kann [...] møguleiki! Sum vanlig ferðafólk eru vit góð við Smyril og ynskj vit eitt nýtt skip, sum er nakað størri enn hesin og gevur góðar umstøður til tey ferðandi og teirra bilar. Hetta verið seg vanlig ferðandi, sjúk [...] stóran týdning fyri suðuroyingar og menning av oynni. Teir pengar, sum vóru avsettir til forkanning av einum bergholi, mugu fyri alt í verðini ikki fara til »jólagávur« og politiskt stemmufiskarí upp undir
varð FSF og føroyskur fótbóltur og ikki DBU og danska landsliðið, sum skuldi fáa ágóðan av fínu evnunum hjá Toda. Tað eru 43 útlendskir spælarar í superliguni. Av teimum eru tveir føroyingar, og Michael [...] superliguni, og av teimum eru fýra útlendingar. Umframt Jákup Mikkelsen er talan um Thomas Myhre, sum stendur í málinum hjá FCK og er norskur landsliðsmálverji, Per Fahlström, sum er í Lyngby málinum, og Arek [...] fylgt við og fylgja við í donskum og altjóða fótbólti. Tá vit spældu ímóti danska landsliðnum í Gundadali í fjør, heilsaði eg uppá hann. Jákup Mikkelsen veit ikki, um heiðurin frá Laudrup og Ekstrablaðnum
á hesum støðum. Vit hava spurt okkum fyri, og hava fingið at vita, at orsøkin til hetta fyrst og fremst er, at slík tiltøk fara alt ov illa við hallunum, og at tey tískil eru givin at hýsa slíkum tiltøkum [...] teimum undir 18 ár er lítið og einki at fara í býin eftir. Í hvussu so er, tá talan er um høvuðsstaðin. Her er bara loyvt ungum at fara til tiltøk, tá talan er um konsertir, og tá liggur prísurin á atgo [...] ruddað í seinasta lagi 1 tíma eftir midnátt, og merkir hetta, at talan tá ikki verður um rættulig dansitiltøk. Hvat tey ungu, sum ikki sleppa inn í Club 20 ella Casablanca so skulu gera aftaná, mugu tey