vísir á, at verkætlanin hevur verið ávegis í fleiri ár. Tí heldur hann, at tað eigur at verða greitt, hvussu langt arbeiðið er komið, og nær prosjekteringin kann verða liðug. Tá prosjekteringin fyriliggur [...] Grímur Sundstein, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá, hvussu langt fyrireikingarnar av einum tunli til Vestmanna eru komnar. Í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein [...] landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestmannatunnilin frammarlaga í nýggju langtíðarløguætlanini hjá landinum. 2,4 milliónir
Góða Ulrike, Tað eru mong ár síðani, at eg av tingsins røðarapalli nevndi teg sum ein granskara, ið Føroyaland hevur so nógv at takka fyri, at vit áttu at borið tær ein almennan heiður. Tað fært tú vónandi [...] aðrastaðni, tí samfelag okkara er lítið, og ættarbondini so tøtt. Tú tókst meg á bóli, tá vit gjørdu sendingar um sonevndu føroysku sjúkuna, og tú við stórum ídni greiddi frá – á føroyskum við týskum máltóna [...] Ulrike og Guðni – eru gylt dømi um tað dýrmæta tilfeingi, fólk og land fáa, við at knýta góð og tøtt bond við granskarar, fakfólk og onnur úti úr heimi. Tøkk fái tit fyri tað. ... Orðini omanfyri eru brot úr
seldur fyri 10.000 krónur. Tað var minni enn metingin á 15.000 til 20.000 krónur. Eitt grátt sett, sum Susse Wold var í sum Gitte Grå, varð hinvegin ikki selt. – Matador er í dag ein av best umtóktu s [...] millum 80.000 og 100.000 krónur. – Vit vita ikki, nær ein slíkur dýrgripur verður tøkur aftur, og tað hevur heilt vist eisini verið við til at skapa stóra áhugan og høga prísin, sigur Peter Broe, serfrøðingur [...] av Lise Nørgaard og hevði frumsýning í 1978. Røðin fylgir lívinum í uppspunna danska býnum Korsbæk frá 1929 til 1947. /Ritzau/
á Skansanum í Havn. Arbeiðið er neyðugt, tí partar av gamla múrverkinum, serliga í innara skansavollanum, eru í so ringum standi, at vandi er fyri, at teir kunnu rapa. - Tað hevur verið neyðugt støðugt [...] stendur fyri arbeiðnum, Landsverk er ráðgevi, og fyritøkan Basalt stendur fyri sjálvum múraraarbeiðinum. - Í sambandi við fyrireikingarnar hevur Hans Chr. Frederiksen frá Nordisk Konservering verið í Føroyum [...] og brúkast til gamla múrverkið. Tjóðsavnið vísir á, at á teimum strekkjum, har múrurin er so illa farin, at vandi er fyri, at hann rapar, verður hann tikin varliga niður og laðaður uppaftur. - Aðrastaðni
Ukrainsk lóggáva loyvir ikki vali, meðan krígsstøða er í landinum. Sambært AFP vísa serfrøðingar eisini á fleiri stórar praktiskar trupulleikar. Millum annað er ógreitt, hvussu hermenn við hermótið, milliónir [...] – Eg haldi, at í einum kríggi sum hesum er eitt val ein øgiliga stórur váði. Eitt val beint nú hevði verið ein tsunami fyri landið, sum hevði syndrað Ukraina, segði Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í [...] segði Fedorov. Hann heldur, at Ukraina má finna eina lógliga, trygga og realistiska skipan, sum ger tað møguligt at fáa fullu fólkaræðisligu tilgongdina í gongd aftur, hóast kríggið kann gerast drúgt. Zelenskyj
januar í 2008, og starvið hevur hon røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum, ið tilnevnir landsgrannskoðaran, og virki hennara í tí starvinum er at standa fyri roknskapargrannskoðanini, umframt [...] Føroya Banka, har hon var í fimm ár, til hon kom á Landsgrannskoðanina. Beinta Dam, sum er ættað úr Runavík, er gift við Hans Christian Dam úr Havn, og búgva tey í barnaheimi hansara í Havn. Tey eiga trý [...] menning og at starvsfólkini hava sterkar og viðkomandi førleikar. Sjálv tók hon prógv sum cand.merc.aud. frá Copenhagen Business School í 2007. Nevnast kann, at Beinta var millum tey fyrstu, ið sá týdningin av
ir, vil ikki kalla úrslitið av fólkaatkvøðuni um ES eitt afturstig. Hon kallar tað heldur ein sigur fyri fólkaræðið. Tað skrivar tíðindastovan AFP, eftir at íslendingar hava atkvøtt um, hvørt landið skuldi [...] 2015 bað Ísland um ikki longur at verða mett sum umsøkjaraland. Umsóknin er kortini ongantíð formliga tikin aftur við góðkenning frá íslendska Altinginum. Kristrún Frostadóttir vil sambært RÚV enn ikki siga [...] 5 prosent sambært íslendska kringvarpinum RÚV. – Eg síggi hetta ikki sum eitt afturstig. Eg síggi tað sum ein sigur fyri fólkaræðið. Meira enn 80 prosent av fólkinum tóku lut í einari fólkaatkvøðu um eitt
línu, er neyðugt at passa sær rákið, og Løðar heldur fyri, at hetta hevur gingið rímiliga væl hjá teimum. Silas Heinesen deilir ein egningaskúr við øðrum manni á Strondum, og tað er her, at línan er egnd [...] egnd. Við tað, at Silas býr á Skála, og Løðar býr í Hoyvík, er tað oftast Silas, sum hevur tikið tað tyngra takið við línuni - og onkuntíð hevur pápi hansara eisini tikið eina hond í, viðgongur Løðar. - Vit [...] hesum bólki kunnu loysa og avreiða tað, sum eftir er av hesum árinum. ##med4## Ungi útróðrarmaðurin, sum nú aftur er byrjaður í skúlanum, dylir ikki fyri, at hugabetri er at fara til útróðrar við línu ein
- Nýggj, spennandi bók, sum greiðir frá søguni í oynni og um fólkið, her býr. Spennandi verður at síggja útgávuna av nýggju bókini um Stóru Dímun, sum Tim Ecott hevur skrivað. Soleiðis siga tey á Face [...] Hann hevur eisini verið forvitin eftir at frætta um søguna í oynni. Á Dímunargarði vísa tey á, at tað hevur verið bæði hugfarsligt og áhugavert at hava Tim á vitjan. - Hetta hevur eisini fingið okkum at [...] Nýggja bókin ber heitið - "Eva and the Island: Life at the Loniest Farmhouse in the World", og bókin er nú at fáa í H.N Jacobsens Bókahandli. Á Dímunargarði vita tey at siga, at klokkan 16 leygardagin komandi
fólk eru deyð eftir eina flogvanlukku á Miami International Airport í amerikanska statinum Florida. Tað upplýsir Daniella Levine Cava, borgarstjóri í Miami-Dade County, á tíðindafundi, sambært BBC. – Vit [...] eitt flutningsflogfar fór ov langt eftir lending og endaði uttan fyri lendingarbreytina. Sambært BBC er talan um eitt Boeing 767-flogfar, sum Amazon eigur og brúkar til vøruflutning. CBS News upplýsir, at [...] Upptøkur av staðnum vísa flogfarið nær við ein nógv trafikeraðan veg og tjúkkan, svartan royk stíga upp frá tí. Sambært lokalu myndugleikunum kom eldur í flogfarið í sambandi við vanlukkuna, skrivar BBC. Altjóða