Angelu og Hannibal í tjaldinum, og hetta verður ein góð løta fyri bæði stór og smá - ella alla familjuna. Seint seinnapartin verður høvi at keypa sær ein góðan døgurða í tjaldinum við Reyða Kross-handilin [...] bjóðar Sands kommuna øllum til ókeypis morgunmat á Bókasavninum, og her verður høvi at sita og fáa sær ein bita og skifta orð til á middegi. Longu klokkan 10 leygarmorgunin letur eisini spælilandið á Ljósafløtti [...] langt út á kvøldið verða fleiri konsertir við kendum nøvnum, og her verða eitt nú Lív og Tróndur, eins og Jens Marni verður við bólki, sum kvøldið gongur. Stóra seinsummartiltakið á Sandi endar ikki fyrr
móti Somalia. Sagt verður, at tangaskipið sendi út eina neyðávaring um maritima radio, sum segði, at ein bátur var á veg móti teimum. - Sjóránaravirksemið út fyri Somalia náddi hæddina í 2011 við fleiri hundrað
Tíðindaskriv, Fróðskaparsetur Føroya: Hvat merkir tað í veruleikanum, at ein universitetsútbúgving hevur góða góðsku? Tað snýr seg sjálvandi um góða undirvísing og fakliga sterkt umhvørvi. Men góðska snýr [...] útbúgvingarnar framvegis røkka sínum endamáli og tørvinum hjá lesandi og samfelagnum. Hetta arbeiðið er ein týðandi partur av virkseminum hjá Fróðskaparsetri Føroya. - Eitt væl skipað góðskuarbeiði og gjøgnumskygd [...] fortreyt fyri, at Setrið kann vera við í altjóða útbúgvingarsamstarvi, t.d. Erasmus+. Eisini er tað ein fortreyt fyri, at útlendskir útbúgvingarstovar og arbeiðspláss uttan iva góðkenna eitt prógv frá Setrinum
avtaluni verður eisini ein samstarvsnevnd sett við umboðum frá øllum pørtunum. Nevndin skal saman við leiðaranum virka fyri, at tvørfakliga og tvørgeiraliga samstarvið riggar, og hava ein ráðgevandi leiklut [...] leiklut í mun til innihaldið og kósina í Tilhaldsstaðnum. - Við hesi avtaluni hava vit fingið ein týðandi part av grundarlagnum undir Tilhaldsstaðnum upp á pláss. Málbólkurin hevur ofta tørv á hjálp frá fleiri [...] samrøður og stuðul og virka út frá staðnum við uppleitandi arbeiði. Tilhaldsstaðið er samstundis ein liður í einari størri heild. Álitið um endurskoðan av RÓWT leggur dent á, at ymisku tilboðini til málbólkin
heldur tað ikki vera óhugsandi, at jarðskjálvtarnir, sum í gjárkvøldið raktu Norðurnoreg, vóru orsøkin. Ein feilur í netinum hjá streymveitaranum, Linea í Helgelandi, var orsøkin til streymloysið, sum kom stutt
er minkað. Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 700 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 11,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks næstan
verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða leisti. Ein nýskapandi fyritøka fremur nýskapan í einum av sjey økjum. Tað kann vera nýskapan av vøru, tænastu [...] vanligari enn vøru- og tænastunýskapan bæði her í Føroyum og í øðrum londum. Nýskapan av arbeiðsgongdum er ein nýggj ella betra tilgongd til eitthvørt virkisøki hjá fyritøkum. Millum annað um nýggjar ella munandi [...] mannagongdir av vøru- og tænastuframleiðslu, útbreiðslu og logistik, dátuviðgerðar ella samskiftisháttir. Ein vøru ella tænastunýskapan er tá fyritøkan bjóðar eina nýggja ella munandi betraða vøru ella tænastu
í Kina. - Við tveimum fráferðum um vikuna við 100 tonsum av laksi hvørja ferð fær norskt vinnulív ein størri kapasitet til týdningarmesta marknaðin hjá Noregi í Asia. Ilaks.no veit at siga, at tað er eitt
á fundinum. – Felags vertsskapurin er eitt natúrligt stig í okkara tætta samstarvi. Hetta er ikki ein kollvelting, men eitt greitt tekin um, at Føroyar og Danmark kunnu lyfta uppgávur í felag, sigur Beinir [...] Skorini, professari í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, heldur, at føroyski vertsskapurin er ein ítøkilig mynd av broytingunum, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar [...] limir í staðin fyri bert at hava eygleiðarastøðu. Norðurlond hava tó ikki verið samd um spurningin. Ein stúran hevur verið, at størri føroyskt sjálvræði í norðurlendska samstarvinum kann skapa fordømi fyri
tíðina í gjár hendi eitt minni ferðsluóhapp við avkoyringina til Sandvíkarhjalla. Ein bilur skuldi snara inn á Hjalla, tá ein annar bilur, sum kom aftanífrá, royndi at koyra framvið. Bilarnir komu ov nær hvørjum