longur skotin við alibrúk, og teljingarnar vísa eina lítla øking í stovninum. Tí kann sambært landsstýrismanninum væntast, at rúm er fyri burðardyggari kópaveiðu. Havstovan arbeiðir við einari umsitingarætlan [...] djórum bert fara fram við heimild í lóg. Landsstýrismaðurin hevur tí biðið fyrisitingina gera uppskot til eina kópaveiðulóg. Lógin skal millum annað áseta, hvussu veiðan verður útint við minst møguligum ampa [...] Kópur er høvuðsvertur hjá sandmaðki. Eggini fara við skarninum á botn, har tey verða etin av botndjórum og síðan av fiski. Toskur, sum etur á botni inni við land, hevur størri títtleika av sandmaðki enn seiður
Adriatarhav ímóti strondunum í Kroatia og Italia. Sløkkiliðsfólk, sivilverja og sjálvboðin hava stríðst við at fáa tamarhald á eldinum. Grannalandið Kroatia hevur eisini sent tvey sløkkiflogfør at hjálpa til [...] september. Á fylgisveinamyndini sæst týðiliga, hvussu stór øki á Ljubuša-fjallinum eru brend. Fram við syðra jaðaranum síggjast framvegis virknir eldfrontar, og stór roykskýggj hanga yvir økinum. Coper [...] sum verða rakt av skógareldi. Upplýsingarnar kunnu síðani brúkast til at meta um skaðarnar og fylgja við, hvussu náttúran kemur fyri seg aftur. Nýggj tøl frá evropeisku tilbúgvingarskipanini GDACS vísa, at
kann dagførast við atliti at einari møguligari fullari grønlendskari yvirtøku, og hvat hetta fer at kosta. Sambært sjálvstýrislógini kann Grønland yvirtaka loftferðsluøkið eftir samráðingar við donsku stjórnina [...] loftferðsluøkið í stigum. Málsøkið hevur higartil verið umsitið úr Danmark, hóast arbeitt hevur verið við føroyskari yvirtøku síðan 2005. Danska ráðfrúan boðar ikki frá nakrari ítøkiligari avtalu ella tíðarætlan
Hetta er eitt gamalt kór úr Aarhus við ríkum traditiónum og sum syngur á høgum støði og støðugt mennir seg tónleikaliga, Við eru 35 royndir sangarar, og mong hava verið við í kórinum rúma tíð og kenna hvønn [...] Seinastu árini hevur kórið ment seg saman við kórleiðaranum, Nils Benedikt Meier, sum kom úr Leipzig til Aarhus at taka eina Master-útbúgving í kórleiðslu í 2025. Saman við honum hevur kórið framført nýskrivaðan [...] Men tey hava eisini arbeitt við eldri tónleiki, sum t.d. Brams Rekviem og tónleiki hjá týskum og donskum romantiskum komponistum. Sum kór dámar JAK eisini væl at syngja saman við øðrum kórum. Tey hava millum
økinum vóru við og løgdu fram uppskot um millum annað tilbúgving, trygd, demokrati, vitlíki og umhvørvið í Eystursjónum. Fleiri av uppskotunum komu við í endaligu samtyktina. Ísland tekur nú við formansskapinum [...] Háfoss, sum er stjóri í Norðurlandaráðnum. Eisini forsetin í Norðurlandaráðnum, Ville Väyrynen, var við. BSPC er vorðið eitt av týdningarmestu altjóða forumunum fyri samstarv millum Norðurlond og baltisku [...] londini. Øll tey átta norðurlendsku parlamentini og Norðurlandaráðið eru limir, og har hittast tey við umboð fyri millum annað Estland, Lettland, Litava, Týskland, Pólland og Evropatingið. Trygdarstøðan
ytir. Visjónin hjá hesi samgonguni er at betra um handilssambondini hjá Føroyum – og tað gera vit við ella uttan politiskar viðmerkjarar. Samband er slett ikki so ringt, serliga tá tað snýr seg um handil
tættast okkara eru millum annað Kosovo við 62 prosentum, Jordan við 61 prosentum, Saudiarabia við 59 prosentum, Armenia við 58 prosentum og Slovenia og Malaisia við 57 prosentum.³ Tað er ein heilt onnur [...] liggja við sínum 59 prosentum millum tey umleið 15 prosentini av londunum, har flest ung taka undir við, at vit eiga at byggja meira á sunna fornuft og minni á vísindaligar kanningar. Londini við tølum [...] merki til, hvussu føroysku svarini býta seg. Millum fjórðingin av næmingunum við hægstu PISA-avrikunum taka 47 prosent undir við, at vit eiga at leggja størri dent á sunna fornuft enn vísindaligar kanningar
Umleið 3.500 fólk úr norsku verjuni verða eisini við. Tey hava millum annað uppgávur sum heiðursvaktir og í sambandi við hátíðarligu skránna. Yvir 150 flogfør við gestum Stóra trygdarátakið kemst ikki minst [...] trygdarátak, tá Harald kongur verður jarðaður. Umleið 3.000 løgreglufólk verða til arbeiðis í sambandi við statsjarðarferðina. Tað er tvífalt so nógv sum fyri 35 árum síðani, tá Olav kongur varð jarðaður. [...] Kongalig, forsetar og stjórnarleiðarar úr minst 30 londum eru í Oslo til jarðarferðina. Yvir 150 flogfør við kongaligum, ríkisleiðarum og øðrum gestum verða væntandi í floghavnini í Oslo. Tað krevur millum annað
saman við Victoriu krúnprinsessu og Daniel prinsi, Carl Philip prinsi og Sofiu prinsessu og Madeleine prinsessu og manni hennara, Christopher O'Neill. Ulf Kristersson forsætisráðharri er eisini við. Millum [...] Ríkisleiðarar og kongalig úr minst 30 londum eru komin til norska høvuðsstaðin í sambandi við statsjarðarferðina hjá Haraldi kongi. Úr Danmark koma Frederik kongur og Mary drotning, Christian krúnprinsur [...] eru ein røð av sendiharrum, politikarum, sjónleikarum, ítróttarfólkum og øðrum kendum fólkum boðin við til jarðarferðina. Statsjarðarferðin byrjar í Oslo dómkirkju klokkan 12 føroyska tíð. Keldur: Ritzau
ríkisleiðarar og umboð fyri almenna Noreg ganga við. Samstundis verður sorgarsaluttur skotin frá níggju salutstøðum hjá norsku verjuni. Skotin verða 21 við 30 sekundum ímillum. Kl. 12 føroyska tíð: Stat [...] Harald V kongur verður jarðaður í norska høvuðsstaðnum Oslo í dag. Dagurin byrjar við einari privatari løtu í Slottskapellet fyri tey nærmastu hjá kongi. Síðani verður skráin hendan – tíðirnar eru norskar [...] sum ímynd av, at kongurin er farin. Kl. 14.50 føroyska tíð: Almenni parturin av jarðarferðini endar við kanónsalutti frá teimum níggju salutstøðunum. Fløggini, sum hava verið á hálvari stong á almennum bygningum