krónur meira enn ætlað. Harafturat verða 300.000 krónur settar av sum trygd móti óvæntaðum meirkostnaði. Fæst játtanin skjótt samtykt, metir TAKS, at skipanin kann verða liðug og tikin í nýtslu 1. apríl [...] apríl 2027. Men verður arbeiðið steðgað orsakað av vantandi fígging, kann skipanin verða útsett heilt til várið 2028, og tað fer eisini at kosta eyka at seta arbeiðið í gongd aftur. Tað er Barsilsgrunnurin
dag karmur um eitt øgiligt trygdarátak, tá Harald kongur verður jarðaður. Umleið 3.000 løgreglufólk verða til arbeiðis í sambandi við statsjarðarferðina. Tað er tvífalt so nógv sum fyri 35 árum síðani, tá [...] Oslo verður nærum fullkomiliga stongdur fyri bilum og súkklum. Umleið 3.500 fólk úr norsku verjuni verða eisini við. Tey hava millum annað uppgávur sum heiðursvaktir og í sambandi við hátíðarligu skránna [...] londum eru í Oslo til jarðarferðina. Yvir 150 flogfør við kongaligum, ríkisleiðarum og øðrum gestum verða væntandi í floghavnini í Oslo. Tað krevur millum annað trygd kring gistingarhúsini, persónsverju og
Á gudstænastuni fer Katrin Simony Knudsen Mikkelsen at hava eitt orð til børnini. Sungnir verða lættir og kendir sangir og sálmar, og eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi og okkurt gott til børnini.
fimm ára gamla gentu í 2021. Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag. Tó vísir hetta eina gongd, har USA seinastu árini hevur framt fleiri og fleiri [...] eitt ár síðan 2009. Higartil í ár eru 21 fólk avrættað, og væntandi er, at nakrar avrættingar aftrat verða í hesum árinum. At enda verður sagt, at tá trý fólk seinast vórðu avrættað sama dag í USA, vóru hesar
virksemi innan íverksetan kunnu søkja. Umsóknirnar verða mettar við støði í endamálinum við húsinum og eftir fakligum og praktiskum viðurskiftum. Umsóknirnar verða vðgjørdar leypandi. Les meira um íverksetarahúsið
vøllin, sigur danski verjumálaráðharrin Jeppe Bruus. Endamálið er at kanna, um flogvøllurin kann verða fastur partur av virkseminum hjá donsku verjuni ella øðrum NATO-sameindum. Múte B. Egede, landsstýrismaður [...] um eina stóra altjóða hernaðarvenjing komandi vikurnar. Umleið 400 hermenn úr tíggju NATO-londum verða við í venjingini. Jeppe Bruus og Múte B. Egede vitja 9. september í Narsarsuaq og Qassiarsuk. Har
ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027. – Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin. Ein føroysk tjóðarskrivstova [...] verður á fleiri starvsfólkum, so hvørt virksemið hjá tjóðarskrivstovuni veksur og fleiri starvsøki verða løgd undir hana. Setrið skal góðkennast Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitetið í Føroyum [...] raðfesting er, at lesandi á Setrinum skulu kunna taka partar av útbúgving síni í fakum, sum ikki verða boðin út í Føroyum. Samstundis skulu lesandi uttanlands kunna taka partar av útbúgving síni á Fró
m úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum. – Felags vertsskapurin er eitt natúrligt stig í okkara tætta samstarvi. Hetta er ikki [...] rstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum verða umboðað. Heini í Skorini, professari í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, heldur, at føroyski [...] Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða hoyrd í málum um verju, trygd og uttanríkispolitikk, hóast hetta annars eru donsk málsøki, sigur hann
løgtingsmanni. Í august byrja tilsamans 20 hold í føroyskum sum annaðmál, FSA, fyri vaksin. Á Kambsdali verða sjey hold, á Glasi átta og í Suðuroy fimm. Skeiðini á Glasi eru fult teknað, meðan nøkur pláss framvegis [...] Kambsdali og í Suðuroy. Landsstýrismaðurin sigur, at um talið av umsóknum veksur nógv komandi árini, kann verða neyðugt við størri játtan til fleiri skeið. 298 lærdu føroyskt í vár Á várskeiðunum í 2026 vóru 298 [...] eru eldri enn undirvísingarskyldugan aldur, rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Skeiðini verða boðin út tvær ferðir um árið, í januar og august, og øll, sum tekna seg innan freistina, fáa tilboð
tað kann seljast sum whisky. Tunnurnar verða goymdar í bygningum, sum eru gjørdir við íblástri úr føroyska hjallinum. Vindur, luftvæta og salt sleppa inn og verða sostatt ein partur av búningini. ##med3## [...] ##med3## Ímeðan whiskyið búnast, hevur fyritøkan ment aðrar vørur. Í teimum verða millum annað føroysk hvonn, rabarbur og tari nýtt. Til Subsea Vodka verður brúkt vatn úr einari ferskvatnsgoymslu, sum varð