annað evnið, sum teir fara at koma inn á, er Muhammed-kreppan, sum hevur skakað alt Danmark. Teir fara við ironi og speisemi at nema við viðbrekin evni og soleiðis at royna mørkini hjá áskoðaranum. - Skemt [...] ábyrgd, siga teir báðir. - Tað er ikki meiningin, at ein skal misnýta talufrælsi til at gera seg persónliga inn á onnur. Men við at skemta um tabuevni uttan at gerast persónligir kunnu vit flyta nøkur mørk [...] 19.30 fara teir at framføra í Norðurlandahúsinum. Tað er næstan útselt, og teir ætla ikki at hava nakra eykasýning, so atgongumerkið má fáast til vega beinanvegin, um onkur ætlar sær at síggja teir. Monrad
Lars Kruse, at royna at gera tað, ið frammanundan var miseydnað og sum hevði havt so syrgiligar avleiðingar fyri manningina á bjargingarbátinum. Eftir stutta ráðagerð, fekk Lars Kruse 8 menn at koma við sær [...] smáum hópum oman á strondina at hyggja eftir, um skip kundu vera komin ov nær landi og sostatt vera í vanda fyri at ganga burtur. Tá í tíðini høvdu skipini einans seglini at líta á. Júst, sum dagslýsið [...] teimum, hóast alt vrakgóðsið, ið fleyt á sjónum, at koma so nær, at ein sjómaður kundi lorast niður í bjargingarbátin. Men, tá hin næsti var til reiðar at verða loraður niður, breyt eitt stórt brot inn á
marknaðinum, har eingin er at kappast við og skriva tær einsamøll. Í Føroyum verður ofta sagt, at í góðum tíðum hevur eingin tíð at hugsa nýtt, og í ringum tíðum hevur eingin ráð at hugsa nýtt. Lurta ikki [...] ongantíð havt so nógv at velja ímillum, tá hann fer at keypa, og hann elskar tað. Tað nýggja og spennandi er tað allarbesta, men tað nýggja verður skjótt keðiligt, og so skal hann aftur royna nakað nýtt. Eitt [...] hava skilt, at allur heimurin liggur fyri fótum teirra. Tað stuttliga og spennandi við nógvum av hesum vinnum er, at heimamarknaðurin er ikki áhugaverdur. Tær fara beina kós út á heimsmarknaðin at gera seg
Fraklandi bera ótta fyri, at oljan kann reka upp á land har. Samstundis royna sponsku myndugleikarnir at finna ein hátt at steðga oljulekanum, men altjóða serfrøðingar viðganga, at teir hava onga loysn funnið [...] verður, at eini 150 tons av olju leka úr skipinum um dagin. Tá "Prestige" sakk, vóru framvegis umleið 55.000 tons av olju í tangunum, og rennur øll oljan úr skipinum, kann tað fara at taka fleiri ár at rudda [...] fyri sponsku útnyrðingsstrondini, og framvegis rennur olja úr tangunum. Tað ger, at myndugleikarnir í Spania vænta, at umhvørvisvanlukkan verður uppaftur størri enn upprunaliga mett. Myndir hjá einum fronskum
verður liðugt, sigur Andre, at tað dugir hann ikki at siga í løtuni. Hann vísir á, at sjálvt húsið er at kalla liðugt; har vantar bert navur og flag, men enn er ymiskt annað at fáa frá hondini. - Ein skakt [...] ætla eftir øllum at døma at prioritera henda partin væl hægri. Andre sigur, at í løtuni gera teir fýra smá økir klár at planta í. - Økið, vit standa við, er tað eina, eitt annað er við Missiónshúsið, eitt [...] børnunum tóku sær av at planta. Fríøkið verður hildið av kommununi. Hann vísir á, at tað er stórt arbeiði at halda hesi økir um summarið, tá ið grasið veksur skjótt, men her plagar kommunan at fáa hjálp frá
verða tikin. - Ja, vit taka í flestu førum tey, sum royna at smugla hash. Annars kunnu tey vænta at fáa løgregluna á nakkan! Koma tey flestu, sum royna at smugla, við Norrønu ella við flogfari, spyrja næmingarnir [...] størri møguleiki at sleppa ígjøgnum við báti. Annars taka vit eisini nógv, sum koma við flogfari. Halda tit, at tey, sum smugla, nýta tað sjálvi? - Ja, tað gongur ofta soleiðis fyri seg, at tey, ið nýta stoffir [...] ein skúla saman við børnum sínum, sæst skjótt, at skúlin er nógv broyttur, síðan tey tilkomnu vóru ung og skúlabørn. Skúlin er vorðin meira fjølbroyttur og at síggja til eisini meira áhugaverdur. Í seinastu
ikki pápa. Hann var heilt besettur at fáa sína egnu skútu at hóra undan. Eitt besetilsi og einki annað og kanska eisini øgiliga nógv ein spurningur um æru og at fáa nakað at rigga aftur sum hevði riggað fyrr [...] fekk tad sjálvur mest sum av tilvild at vita, at nú skuldi báturin søkkjast, tað hevur ligið líka sum í luftini seinastu mánaðarnar. Teir eru sjónliga rørdir at tí sum liggur fyri framman. Hesin træbáturin [...] til at trola, línuútróðurin av landi var tvørligur eins og hann er í dag og í áttatiárunum var prísurin fastlæstur í eini vónleysari kommunistiskari studningsskipan. So fann hann upp á at fara at royna
4-6 tímar, áðrenn nakað serligt er at taka. Hjá teimum, sum taka eitt minni tal av fugli til húsbrúks, er ikki neyðugt at fara so langan veg. Tá kann verða nóg mikið at fara út á opnan Kalsoyarfjørð, eysturum [...] vóru væl í holdum. So, torført er at meta um fuglin, men líkt kundi verið til, at hann ikki er so væl fyri í ár, sum onkuntíð. Eitt fyribrigdi, sum ikki er óvanligt, er, at rov av svartfugli flóta í sjónum [...] væntast, at onkur túrur ella teinur verður eitt sindur tvassutur. Liggur báturin í Suðurstreymi ella á Skálafjørðinum, og leiðin ber eystureftir, er langur vegur, til nakar serligur náti er at síggja. Skal
dreymar og visiónir er eitt fátækt land ! Í staðin fyri at skapa fleiri inntøkur við at leggja størri byrðar á fólk eiga vit at økja um inntøkurnar við at skapa fleiri lønandi og skapandi arbeiðspláss. Vit [...] Vit mugu royna at finna nýggjar vinnuvegir og alla tíðina hava antennurnar úti og vera til reiðar at lofta øðrum møguleikum. Okkurt eydnast og okkurt eydnast ikki, tað vil so vera, men so leingi reiðskapurin [...] ferðavinnuni , sum gevur inntøkur . Tað er at gleðast um, men enn er tó langt á mál. Her eiga vit at seta nógv meira orku inn og eitt hugskot kundi verið, at gjørt ferðavinnu til eitt fak í skúlanum, ella
í grundini synd ikki at gera sær dælt av øllum tí margfeldni, sum Keypmannahavn hevur at bjóða. Eitt tað besta við at ferðast er, at tú tá hevur møguleika at royna okkurt nýtt. At lata teg taka á bóli [...] Kanska skalt tú seta tær fyri at royna okkurt nýtt, næstu ferð, tú kemur til Keypmannahavnar. Hvat við einum túri í operahúsið ella í teatrið? Ella hvussu við at hyggja at einum HM-fótbóltsdysti á stórskermi [...] dagar at ganga, meðan øll familjan hugnar sær. Góð ráð og íblástur Føroyski hátturin at ferðast uppá er ofta bara at fara avstað, og so taka tað, sum tað kemur. Men tað kann vera eitt gott hugskot at leita