Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, var í farnu viku á vitjan í Almannaverkinum, á Staravegi og Smyrilsvegi í Havn. Endamálið við vitjanini var at fáa betri innlit í virksemið og tær tænastur [...] Vitjanin gav mær eitt gott innlit í tað fjølbroytta og týdningarmikla arbeiðið, sum Almannaverkið ger. Tað var serliga gagnligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við tænastunum í gerandisdegnum, og at síggja [...] deildunum Arbeiðsbúgving, Hjálpartól og Tulking og Venjing og Samskiftismenning. Hon varð eisini víst runt í hølunum og fekk høvi at seta spurningar og tosa við leiðarar og starvsfólk. Á rundvísingini sá land
súkklukappingini. Sigurin í 1. etapu var tryggur, og sigurin í gjár, tá nógvir hæddarmetrarnir í Eysturoyar-etapuni skuldi koyrast, var somuleiðis sannførandi. Hálvur minuttur var á muni í dag, og hóast tað ikki [...] og Triathlon, SST, hevur í ár goymt tað besta til síðst, kann ein kanska siga. Føroyameistarin í Býarsúkkling er funnin, men um tvær vikur skal føroyameistarin í vegsúkkling, í Felagsstarti, finnast. Tað [...] Alt fær ein enda. Eisini stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2026. Í fjør lá kappingin um várið, í ár í seinnu helvt av august. Køli hevur verið onkran dagin, men sum heild gott veður. Á finaludegnum
súkklufelagnum í Klaksvík, Norðstrok, so venja Pauli og Kostas javnan saman í súkklufelagnum í Eysturoy, Troy. Ynskir Troy at fáa bæði í posa og sekk, so er ikki óhugsandi at finalan í morgin verður koyrd [...] traðkast, og kom á mál sum 4. maður, í 4. etapu. Sera flott hjá unga strandinginum, sum kom á mál sjey sekund frammanfyri EM vinnarin í Ironman, Andrass Joensen. Finalan Í morgin verður 5. og seinasta etapa [...] súkklað. Samlaði vinnarin skal finnast. Tað verður í høvuðsstaðnum, og verður startur og mál við høvuðsbygningin hjá Leif Mohr, á Hoyvíksvegnum í Havn. Súkklarar skulu 13 ferð framvið málinum, og tí verður
Lítliskúli, sum er frískúli og frítíðarskúli í Havn, læt á fyrsta sinni dyrnar upp 15. august í 2016. Tá byrjaðu 25 børn í forskúla og 1., 2. og 3. flokki. Síðani er næmingatalið vaksið, starvsfólkahópurin [...] vorðin størri, og karmarnir eru broyttir. Grundarlagið undir skúlanum er tó hitt sama, og í hvørjum flokki eru í mesta lagi 16 næmingar. Lítliskúli hevur millum annað útiskúladag hvørja viku og fimm evnisvikur [...] evnisvikur um árið. Næmingarnir fáa mat hvønn dag, og kvirra og morgunsangur eru eisini fastir tættir í skúladegnum. Tíggju ára føðingardagurin verður hátíðarhildin við almennari móttøku á Hoyvíksvegi 56B
Løgreglan heldur kortini tætt at kroppinum í sambandi við stóra áktakið í Fuglafirði í gjár. Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at løgreglan í gjár stutt eftir klokkan 13 fekk boð um at, ein [...] var funnin uttandura í Fuglafirði. Fleiri viðmerkingar hevur løgreglan ikki, eru greiðu boðini frá vaktleiðaranum á politistøðini í Havn í morgun. Lesið eisini: Stór løgregluatsókn í Fuglafirði Tað sum [...] eisini eina dronu í luftini í fleiri tímar. Kanningar vóru gjørdar í og við eini húsi á Bøvegi í Fuglafirði. Hvat er hent og ikki fáa vit ikki at vita frá løgregluni, sum tó staðfestir í morgun, at ein persónur
Sum vit skrivaðu í gjár, so brotið inn í ein buss í Hoyvík gjáranáttina. Bussførarin heitti á Facebook um tey seku at stíga fram, annars fór hann til løgregluna við upptøkum úr bussunum, sum vísti inn [...] ferðsluna við ein skúla í Havn, fingu fýra bilførarar klipp í koyrikorti umframt bót fyri ikki at hava børnini trygt íbundin, sum tey skulu. Løgreglan minnir á, at tað er ábyrgdin hjá bilføraranum at tryggja [...] Lesið eisini: Innbrot í buss: Hóttir við at geva løgregluni upptøkur Talan er um ein buss hjá Bygdaleiðum, sum sambært myndunum stóð á parkeringsøkinum við Hoyvíkshøllina. Tá løgreglan í gjár kannaði ferðsluna
Evrima kom til Havnar í morgun og eftir ferðaætlanini skal hon fara avstað aftur klokkan 15 í dag. Hon er á eini tíggju nátta ferð, sum byrjaði í Reykjavík týsdagin 18. august. Áðrenn Føroyar hevur skipið [...] skipið vitjað Grundarfjørð og Vestmannaoyggjar í Íslandi. Eftir vitjanina í Havn gongur leiðin víðari til Lerwick, Kirkwall og Edinburgh. Evrima er ikki eitt vanligt stórt ferðamannaskip. Ritz-Carlton nevnir [...] starvsfólk fyri hvørt ferðafólk umborð, og skipið er sostatt í tí heilt dýra og eksklusiva endanum av ferðamannavinnuni. Evrima fór sína fyrstu ferð í oktober 2022 og var fyrsta skipið hjá The Ritz-Carlton Yacht
var, men bilarnir fingu nakað av materiellum skaða. Løgreglan varð seinnapartin í gjár send í J. C. Svabos gøtu í Havn eftir fleiri fráboðanir um ein mann, sum vísti órógvandi atburð. – Maðurin gekk aftur [...] Eitt lítið ferðsluóhapp var í gjáramorgunin, tá ið ein bilur skuldi snara til vinstru, og fleiri bilar hópaðu seg upp aftanfyri. Ein bilførari megnaði ikki at bremsa og rendi á bilin frammanfyri. Eingin [...] gjørdi seg eisini inn á ein bil. Hann varð handtikin og skuldsettur fyri herverk. Løgreglan steðgaði í gjár einum bilførara, sum yvirhálaði á einum stað, har tað ikki er loyvt. Annars hevur tað ikki verið
siga frá, at fólkapensjónin, sum kom í 1958, hevði stóra ávirkan á hann. Tá var Hans bara 13 ára gamal. Nøkur ár seinni gjørdist hann sjálvur virkin í politikki. Í oktober 1965 var Hans við, tá Sosialistiska [...] Sosialistiska Ungmannafelagið varð stovnað í Havn. Hann var tá 20 ára gamal og arbeiddi á skrivstovuni á Bacalao. Hans varð valdur í fyrstu nevndina, og tá nevndin skipaði seg, gjørdist hann skrivari. Hans gjørdist [...] hjá SU. Hetta gjørdist byrjanin til mong ár við virknum arbeiði í Javnaðarflokkinum. Hans kom í floksleiðsluna sum umboð fyri SU og seinni í starvsnevndina. Frá 1984 til 1990 var hann skrivari hjá Javna
Veðurstovuni til tiltakið í kvøld, og hetta fegnast vit um. – Tiltakið í Klaksvík varð flutt til Viðareiðis, tí har vóru betri líkindi. Til tiltakið á Viðareiði kom enn meir fólk enn í Havn, og har vóru fleiri