Eg spældi yrkisfótbólt í 20 ár, og trúgvið mær, eg havi møtt nógvum svikafullum fólkum. Men tað, eg havi sæð seinastu tíggju dagarnar, er tað mest vesæla, svikafulla og sjálvsøkna, eg nakrantíð havi verið [...] verið vitni til, skrivar hann. Hann leggur aftrat, at ein persónur, sum roynir at trýsta so stórar broytingar ígjøgnum fyri at ríka seg sjálvan og sínar vinir, ikki hevur nakra framtíð í altjóða fótbólti [...] ð, Uefa, sigur, at álitið á Fifa er horvið. Sambært Uefa livir Infantino ikki upp til lyftini um opinleika og gjøgnumskygni. Eisini Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur boðað frá, at tað hevur mist álitið
Bjarni Johansen, at tað eigur at vera upp til kommunurnar sjálvar at taka støðu til kommunusamanleggingar. Hann helt, at betri loysnin er at styrkja samstarvið millum kommunur heldur enn at leggja tær saman [...] enn. Men tað kann koma, segði løgmaður við Sosialin. Hann vísti á, at fleiri kommunur leingi hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar, og at landsstýrið í fyrstu atløgu vil geva teimum møguleika at finna [...] (í 2028), kann landið taka stig til at áseta eina nýggja kommunuskipan. ##med2## – Eg veit ikki, um tað endiliga skulu vera sjey kommunur. Tað týdningarmiklasta er, at tær eru sterkar, segði løgmaður við
á festivaløkinum. Teir fara at spæla sangir sum "Tað er gott at elska", "Kærleikans mátt", "Sorgblídni", »So eg vil vera" og aðrar, sum hava verið nógv spældir og sungnir, og sum kunnu savna føroyingar [...] Hann hevur givið væl umtóktar sangir út, og hann hevur havt óteljandi framførslur á størri og smærri tiltøkum kring landið. Serligt samband er millum Signar og Summar Festivalin, tí var kanska við einari [...] Summar Festivalinum, at hann fekk stóra gjøgnumbrotið sum solistur. Síðani hevur Signar havt fleiri framúrskandi konsertir á landsins størsta tónleikatiltaki. Signar í Homrum fer í ár at hava framførslu saman
inum kontraboð til Búnaðarstovuna og bað hana síggja burtur frá teimum fyrru boðunum. Orsøkin var, at Vinnumálaráðið eftir nærri viðgerð metti, at heimild ikki var at geva slík boð. [...] in gav tænastuboð og tók tey aftur" . Sambært fyrispurninginum gav landsstýrismaðurin fríggjadagin 29. mai klokkan 13.31 aðalstjóranum boð um at geva Búnaðarstovuni tænastuboð um at taka seg úr málinum [...] málinum. Boðini skuldu vera framd áðrenn klokkan 15 sama dag – tað vil siga innan hálvan annan tíma. Liljan Weihe vísir á, at advokaturin hjá festaranum í málinum sambært Frihedsbrevet hevði skrivað beinleiðis
har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera skjótt at. Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult hjá móttakaranum at meta um, hvørt talan er um [...] følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari. Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum [...] lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði, sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar. –
verið afturhildin, og týsdagin í hesi vikuni avgjørdi Sermersooq Kredsret, at maðurin framvegis skal vera sitandi í varðhaldi. Sambært Sermistiaq er í løtuni óvist, hvør skuldsetingin er, og tí veit heimasíðan [...] 7. juli varð hin 26 ára gamli varðhaldsfongslaður, og nú skal hann so sita í fyribils fýra vikur aftrat. Tað hevur ikki eydnast Sermitsiaq at fáa at vita, um skuldsetingin móti tí varðhaldsfongslaða er [...] juli í ár. Sermitsiaq veit at siga, at eftir eitt harðskapsmál varð ein 27 ára gamal maður fluttur á sjúkrahús. Maðurin doyði stutt eftir av løstum, hann hevði fingið. Eftir eina grundlógaravhoyring hin
sermerkti Flemming her í Løgtinginum, var hansara serligi máti at vera og virða tey, hann ikki var samdur við. Tað var í lagi at vera samdur um at vera ósamdur. Ein ikki heilt sjálvsagdur eginleiki, tá bylgjurnar [...] Flemming klárur til tað síðsa og mintist eitt nú bæði nøvn og føðingardagar á øllum eftirkomarunum. Góðu Irena, Súsanna, Tulla og Sonne, við øllum tykkara. Djúpa samkenslu senda vit tykkum, og vit minnast Flemming [...] Vági. Mamma Flemming var Louisa Mikkelsen úr Vági. Umstøðurnar gjørdi tað tó so, at hann vaks upp hjá Tummasi, Tummas hjá Ingu, og Lisu Nielsen. Flemming bleiv giftur Irenu Mikkelsen, fødd Lognberg úr
Svøríki fer at lata Ukraina eitt russiskt skuggaskip, sum Svøríki hevur lagt hald á. Skuggaskip eru skip, sum russar brúka í royndini at sleppa uttan um revsitiltøkini hjá Evropa - eftir russisku innrásina [...] eigari av skipinum. Kæran snúði seg um at steðga svensku ætlanini um at lata Ukraina farmaskipið, soleiðis sum krígsherjaða landið hevur biðið um. Nú verður tað so Ukraina, ið fær skipið, sum Svøríki hevur [...] Ukraina. Svensku myndugleikarnir løgdu hald á farmaskipið í mars í ár. Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at skipið sigldi við korni, sum er stolið í hersettum økjum í Ukraina. Hetta framgongur av rættarskjølum
, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk. Danska stjórnin boðar samstundis frá, at fleiri átøk eru á veg, og at ein landsfevnandi strategi fyri nýtslu av vitlíki í skúla- og útbúgvingarskipanini [...] undir próvtøkum, so tað verður lættari at avdúka sník við vitlíki. Samstundis verður munnligt verja innførd í sambandi við størri skrivligu uppgávuna (SSO) á HF, og skúlar verða eggjaðir at lata næmingar gera [...] ein hátt, ið ger, at tey missa týdningarmikla læring og evnini at hugsa sjálvstøðugt, sigur Magnus Heunicke við Ritzau. Danske Gymnasier taka væl undir við átøkunum, men halda kortini, at tey ikki fara nóg
hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin. Plakatir við skúlar Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd [...] leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir [...] nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara