fáa sum mest av íløgufæi burtur úr eginfíggingini, og eru ambitiónirnar á menningarøkinum størri enn hetta, kann tíðarmáld hjálp fáast frá fíggjarstovnum, sum eru settir í verðina til tað sama. Ein røð [...] urin verður krøktur uppí høpið um ein mánað er aftur ein nýggj og betri støða (ta upphæddina kenna vit ikki enn.) ##med2## Nívir teg skuldin? Svarið er nei. Tey, sum hesi árini hava atkvøtt fyri gjørdum [...] regluverk hesi seinastu árini, og higartil er tað einasta av hesum slagnum regluverkið, sum ásetir hvussu nógva skuld ið ein kommuna kann seta seg í. Higartil hevur tað riggað serstakliga væl. Nærkast tú bjálkanum
ferðafólk og ferðslu. Ein góður dagur, har borgarstjórin fekk eitt betri innlit í, hvat rørir seg millum fólk í Kirkjubø, og fólk fingu høvi at siga sína hugsan um ymiskt, sum liggur teimum á hjarta. Ætlanin [...] Hugt varð eftir ymiskum viðurskiftum, sum ynski er um at gera nakað við. Millum annað varð hugt eftir fríøkinum, veitunum og brandhúsinum. Eisini vórðu viðurskifti sum gøtur, benkur, ruskinnsavnan, útstykking
tað frameftir verður kravt vinnubræv fyri at koyra terminaltrekkjarar og ávísar entreprenørmaskinur, sum til dømis gravimaskinur, hjóllastarar, bulldosarar, vegvalsur og størri dumparar. Arbeiðsgevarar fáa [...] tað er kravt. Uppskotið ásetur eisini, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka vinnubrøv aftur, um ein persónur vísir grovt ósketni, fremur álvarslig trygdarbrot ella ikki longur er heilsuliga skikkaður [...] gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól. Hoyringsfreistin er 17. august klokkan 12.00, og uppskotið liggur til hoyringar á heimasíðuni hjá landsstýrinum. ##med2##
játtanina úr 11 upp í 13,5 milliónir krónur og leingja gildistíðina í verklagslógini við einum ári. Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. Sambært galdandi [...] milliónir krónur brúkast til nýggju skipanina, og heimildin er galdandi til 1. januar 2027. TAKS, sum hevur arbeitt við at menna skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at neyðugt er [...] nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Verandi skipan er so gomul, at tað er trupult at finna kt-fólk, sum kenna hana og kunnu veita neyðugu tænasturnar. Nevndin hevur tó sett nógvar spurningar við, at verkætlanin
saman við ætlaðu lundini í Klivaløkshaga ein mátt upp á umleið 65 MW. Leggja vit ósettu Eiðis-lundina afturat, - sum burdi verið framd, koma vit upp um 80 MW. Tað er ein søgulig útbygging. Men hon er ikki nóg [...] eiga máttin. SEV sum hevur ábyrgdina av at halda elveitingina nøktandi sær nú út til at noyðast at byggja ENN eitt kraftverk sum brúkar olju fyri at tryggja veitingina - ivaleyst ein milliarda íløga. Sev [...] hóttanin móti føroysku náttúruni er ikki ein vindmylla á einum fjallaryggi – tað er veðurlagsbroytingin, sum vit sjálvi geva okkara íkast til, hvørja ferð vit brenna olju, sum vit kundu sloppið undan at brent
sambært RÚV. Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein av manningarlimunum kærdi avgerðina, og Héraðsdómur Reykjavíkur gav honum viðhald [...] hjálpsamir undir avhoyringunum. Løgreglan fer nú at biðja um loyvi at kanna fartelefonir og teldur, sum vórðu tiknar frá manningini um vikuskiftið.
barnahálparfelagsskapurin. Álopið, sum rakti skrivstovuna, hendi í nátt, men fyrst í vikuni rakti eitt annað russiskt dronuálop eina goymslu hjá Red Barnet. - So hvørt, sum álopini gerast fleiri og harðari [...] Ukraina, sum er kvinnan á myndini omanfyri. Síðan Russland leyp á Ukraina fyri meira enn fýra árum síðan, hevur hetta gingið út yvir arbeiðið hjá barnahjálparfelagsskapinum. Í juni í ár varð ein barnagarður [...] eitt russiskt loftálop í vikuni rakti skrivstovuna hjá felagsskapinum í ukrainska býnum, Sumy. Sumy liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, og sagt verður, at hetta er aðru ferð hesa vikuna, at skrivstova
Álopið rakti Epicentr, sum er ein stór handilsmiðstøð við byggivørum og øðrum vørum til hús og heim. Eldur kom í bygningin, og skjótt stóð ein stórur partur av handilsmiðstøðini í ljósum loga. Tjúkkur [...] handilsmiðstøðir hava seinastu tíðina verið raktar. Hósdagin varð ein Epicentr-handilsmiðstøð í Kharkiv rakt av einari russiskari dronu. Ein maður varð dripin, og fýra onnur fólk vórðu løstað. ##med2## ##med3## [...] bygninginum eru brunnin, men enn er ikki greitt, hvussu umfatandi samlaði skaðin er. Zaporizjzja liggur í landsynningspartinum av Ukraina, nær við hermótið. Býurin og økið rundan um hann hava fleiri ferðir
við fleiri rossafólk, sum ikki taka undir við hørðu mótstøðuni móti súkklubreytini. – Fleiri halda ikki, at breytin er ein trupulleiki, tá hon liggur 30 metrar frá gøtuni. Men ein loysn má finnast við [...] annað á, at eldri tekningar, sum sambært honum langt síðan eru sleptar, hava verið tiknar fram aftur í kjakinum. – Tað gruggar málið. Málið snýr seg um eina súkklubreyt, sum ætlandi skal liggja 30 metrar [...] Nina Brockie hevur eisini sagt, at rossafólkini kendu tað, sum vóru tey til avhoyringar á fundinum. Guttormur svarar, at súkklararnir, sum vóru á fundi beint frammanundan, fingu fleiri spurningar frá
at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið sum heim, vóni eg veruliga, at vit, at tit sum eru fólkavald kunnu gera tað saman. Ikki við at sløkkja [...] hevur reist ein stóran og heilt rímiligan spurning: - Er tað veruliga trygt og skilagott at leggja eina súkklubreyt so nær einari almennari rás, sum verður brúkt av gongufólki og fólki, sum nýta og arbeiða [...] av sporinum – samstundis sum ein stórur partur av tínum egna uppleggi snýr seg um, hvat er sagt og hvat er skeivt. Kanska átti fokus heldur at verið á hesum: Hvat er tað, sum er skeivt? Og hví hava tit