talið av teimum, sum fáa prógv í ár er 79, var tað greitt, at í hesi vikuni fór túsunda prógvið at fara av húsinum. Miðal avrik Jan Lamhauge var uppi í heimsspeki, sum er ein av lærugreinunum, sum hevur staðið [...] seg sjálvt at fyrireikingarnar verða ikki tær somu. Hvat hevur tær dámað heimsspekina? Tað hevur verið stak áhugavert, og eg havi lært eina rúgvu. Hvat fert tú at gera, nú tú ert liðugur? Fyrst fari eg [...] fer ein flokkur út, og ein verður tikin inn. Flokkurin í Klaksvík er fullmannaður, tað vil siga, at har verða 24 næmingar. Bíðilisti er til HF skeiðið í Klaksvík, og næmingarnir, sum standa á bíðilista
fíggjarmálastýrinum er m.a. at fáa greiðu á, hvat skal gerast við partar av deildunum, sum skulu liggja undir fíggjarmálastýrinum, men at tað ikki er nøkur løtt uppgáva, serliga tí fíggjarmál er so umfevnandi [...] í fíggjarmálum. Tað er eingin góð loysn, sigur Anfinn Kallsberg. - Álíkningarmyndugleikin eigur eftir mínum tykki at liggja á einum stað, sum er óheft av landsstýrismanninum. Tí er neyðugt við umfatandi [...] Kallsberg. Aðalstjórn og stjórnardeild Spurningurin er, um tað er rætt, at nýta einstreingjaða skipanina hjá Norman Christensen í hesum føri, og um tað ikki er neyðugt at fíggjarmálastýrið verður skipað á annan
prísurin er greiður, so eigur at vera farið í tingið at biðja um pengar. Atli Hansen sigur, at støða Sambandsfloksins í hesum máli er, at skipið eigur at verða gjørt liðugt, tí tað er tað, sum er búskaparliga [...] og hesi árini kunnu vit so kanna, hvat seinni skal gerast. Tað, okkum tørvar, er eitt vaktarskip. Tí er tað burturvið at tosa um oljuvinnu í hesum sambandi, tí tað er altso eitt vaktarskip, okkum tørvar [...] aftur, at talan er at dekka út yvir nakað í hesum málið. Hvat vit so halda, so liggur eitt skip á Skála, ið vit sum politikarar eiga at fáa burtur hagani. Bara at lata skipið liggja har, er at fara illa
9% í ár. Skattatrýstið er minkað uppaftur meira í ár. Harafturat er grundlønin hjá pensjónistum nú skattafrí. Skattahámarkið er lækkað niður aftur á 50%, og marginalskattatrýstið er lækkað. Fíggjarognaravgjaldið [...] váttan um, at tað er torført hjá vinnuni, fiskifrøðingum og øðrum at semjast um felags loysnir. Tað er sjálvsagt politiski myndugleikin, sum skal skera ígjøgnum. Tað er tað, hann er valdur til. Hetta hevur [...] og at hetta er galdandi fyri ein stóran meiriluta í løgtinginum. Veruleikin er, at ein avmarking undir 30% í miðal er ongin minking at tala um. Hví ikki leggja kortini á borðið og siga sum er, at Føroya
tað er torførari at skipa fyri útferðum og ekskurisiónum, uttan at tað órógvar nógvar lærarar og nógvar bólkar, og tað er avgjørt ein vansi. Ov nógv skrivligt arbeið Omanfyri nevndu trupulleikar er tað [...] men rektarin er ikki í iva um, hvør størsti trupulleikin er, og at tað ber til at gera nakað við hann: Vit hava staðfest, at næmingarnir hava ov nógvar skrivligar uppgávur. Og tað er serliga í øðrum [...] foreldrasjónarmiði, og tað er gott. Tað vil siga, at tað er, tí lærararnir siga, at teirra børn hava ov nógv at gera, at skúlaumhvørvið hevur skilt korini hjá næmingunum? Nú er hetta ikki púra fremmant
Íslandi fyrst í øldini, er eisini væl av skemti í søguni. Sjálv søgan er eitt sindur ævintýrkend. Vit frætta frá dreingjunum, sum dáma væl at spæla umborð á gamla farinum, sum lagt er við bryggju. Teir spæla [...] ár. Gamlar sagnir Hann sigur sjálvur, at søgan er bygd á tað, hann hevur hoyrt frá gomlum fólki, og so tað, sum hann sjálvur minnist. Skaldsliga hugflogið er sjálvandi eisini uppií. Frásøgnin fer fram um [...] hevur búð á útróðrarplássi og tikið lut í sjólívinum og veit sostatt, hvat hann skrivar um. Høvundurin heldur sjálvur, at bókin er bæði fyri yngri og eldri. Søgan fer fram í lítlari útróðrarbyg við íslendskan
fyrireika seg uppá eina komandi oljuvinnu. Hetta krevur nógva orku, og hvat skatti viðvíkur, so krevur tað eisini nógva nýggja vitan. Her er m.a. talan um eftirlit við oljufeløgunum og teirra undirentreprenørum [...] útlendskum oljufeløgum. Oljufeløgini vilja fegin kunna seg við, hvussu føroyska toll- og skattaskipanin er innrættað og annars vilja tey eisini greiða frá sær sjálvum. Nú um dagarnar vóru fleiri umboð fyri [...] ørum, sum longu eru her, men sum serstakliga fara at arbeiða her, tá 1. útbjóðingarumfarið er veruleiki. Í løtuni brúkar ein løgfrøðingur stóran part av síni tíð til fyrireikingarnar í sambandi við eina
sum varð stovnað í 1905, er næststørsta fyritøkan í Noregi í dag. Bert Statoil er størri. Tað almenna eigur meira enn 50% í fyritøkuni, sum arbeiðir kring allan heimin. Oljan er bert ein partur av virkseminum [...] framleiðslu av aluminium og kunsttøðum og aling av laksi. Hon er størsti laksaalari í Europa og eigur eitt nú stór alibrúk í Hetlandi og Skotlandi umframt í Noregi. Í dag er Norsk Hydro við í oljuvinnu í Norðsjónum [...] pláss, sum liggja ikki so langt frá Bergen. Oseberg Oseberg C er partur av einum størri oljufelti við tilsamans trimum pallum. Framleiðslan er góð hálv millión tunnur um samdøgrið. Fyrsta oljan frá feltinum
ikki torført hjá HB at spæla, sjálvt um teir á heimaliðnum stóran part av tíðini bara vóru tíggju. Tað er langt síðani, at gøtumenn, sum annars eru kendir fyri ágrýtni, felags stríðsvilja og ferðmikið spæl [...] møguleika at vinna FM, og GÍ røkkur neyvan meiri enn bronsukrónum ella kanska einum fjórða plássi. Hvat tað verður, velst ikki minst um, hvussu uppsettir teir fara at verða komandi vikurnar. At motivatiónin
rætt fram. TÁ tað er sagt, skal leggjast afturat, at talan er ikki bara um ógegnið hjá skrivaranum hjá kanningarnevndini, sum Kári D. Petersen, advokatur, sigur í Sosialinum. Spurningurin er nevniliga, um [...] hava boðað landsstýrinum frá, at teir møta ikki aftur, fyrr enn greiða er fingin á hesum týðandi máli. HEVÐI løgmaður skula avgjørt, hvat hendi í hesum máli, hendi einki. Hann vildi upprunaliga slettis ikki [...] bankamálið kannað. UMFRAMT at løgmaður er trekur í hesum máli, fer hann eisini skeivur, tá hann sigur, at málið liggur hjá Løgtinginum. Tingið hevur avgreitt málið, og tað er landsstýrið sum útinnandi vald skal