steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki megnaði Ágústa María Valtýsdóttir at pynta um úrslitið, men tað bleiv talan um 2-4 tap hjá ÍBV. ÍBV er nummar fýra í deildini við 21 stigum. FH og Breiðablik eru fremst [...] Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen var á vøllinum allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í ÍBV spældu dyst á útivølli móti Grindavík/Njarðvík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Allison Patricia Clark
kanska lakari, men allir stríddust fyri sakini, og tað er og verður neyðugt, tá ið støðan er, sum hon er. Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi er samdur við Tór-Ingar Akselsen: -Tað bylgjaði báðar [...] Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta plássi og fram á áttanda plássið. Nú eru tað Skála og B68, sum eru undir strikuni. Skála, sum hevur 14 stig, fer mánakvøldið at spæla á útivølli ímóti [...] soraði hann, tá ið 07 Vestur vann 2-0 ímóti AB. 07 Vestur venjarin fegnast um sigurin og um, at 07 Vestur nú er omanfyri strikuna: -Vit hildu okkum hava sigurin uppibornan á Toftum, men tá mistu vit á stokkinum
landsapotekari dagin eftir, at aðalráðið hevði gjørt av at senda honum ætlanarskriv um burturvísing. Nú er hann skuldsettur í einum revsimáli, sum løgreglan er um at vera liðug at viðgera. Nýtt alment innlit [...] umførum hevði givið aðalráðnum boð um at viðgera innlitsumbønina av nýggjum. Bjørgfríð Ludvig vil ikki siga, hví hon í februar metti, at málið var so álvarsamt, at talan kundi gerast um burturvísing. Aðalráðið [...] Kringvarpinum, at styrelsen metti málið vera so álvarsamt, at tað varð meldað til løgregluna. Hjalti Gunnarstein er nú skuldsettur. Tað váttar Michael Boolsen, fúti, sum ikki vil upplýsa, hvat hann er skuldsettur
góðum grundarlagið at byggja víðari á. Orsøkin er tí einføld hon, at eg eri komin hartil vegna heilsuumstøður, at tað ikki ber til at halda fram sum eigari. Hann sigur, at hurðin er sjálvandi framvegis [...] tað er týdningarmikið fyri hann at leggja dent á, at avgerðin ikki stavar frá rakstrinum. Lesið um handilin hjá Simma við at trýsta her ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## –Handilin er væl rikin [...] inniliga takksamur fyri og harmist líka inniliga um, at vit ikki kunnu halda fram. – Sum sagt er vónin framvegis at onkur er harúti, sum brennir fyri, at søgan hjá Simma Musikkhús kann halda fram við nýggjum
royna at hjálpa næmingunum. Hon hevur tosað við tíggju ungfólk millum 12 og 22 ár, sum hava havt sera nógva skúlafráveru, og við 23 fakfólk frá barnagørðum til miðnám. Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran [...] fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin ikki megnar at møta. Hjá nógvum byrjaði fráveran spakuliga og vaks so við tíðini. Happing var ein týðandi [...] lagaðar til teirra egnu støðu. Hamadi heldur tí, at tað hevur stóran týdning at varnast trupulleikarnar tíðliga, áðrenn fráveran gerst so stór, at hon festir seg. Granskingin vísir eisini á tørvin á betri
rnir varnaðust dronuna, áðrenn hon brast. Rumen Radev, forseti Bulgaria, sigur, at hetta vísir, at tað framvegis er trupult at finna og eyðmerkja dronur. Hann sigur, at trygdin nú verður styrkt á fleiri [...] ukrainska uttanríkismálaráðnum sigur við AFP, at Ukraina er í sambandi við bulgarsku myndugleikarnar fyri at fáa greiðu á hendingini. – Vit kunnu við vissu siga, at ukrainsku herdeildirnar ikki við vilja hava [...] ðnum benda fyrstu kanningarnar á, at talan var um eina dronu av einum slagi, sum ukrainski herurin vanliga brúkar. Myndugleikarnir hava tó onga orsøk til at halda, at dronan varð send inn í Bulgaria við
til málið uttan at hava sæð sama kortið. Vilja varðveita náttúrulendið Feløgini halda, at náttúrulendið við Fjallið og Lítlafjall eigur at verða varðveitt. Tey vísa á, at lítið inntriv er gjørt í lendið [...] innanfyri rossagøtuna, og at økið sambært teimum ikki er lagt av til ítróttarøki í byggisamtyktini. Eisini verður víst á, at talið á másum í økinum er vaksið seinnu árini. Feløgini meta, at eini 40 til 50 pør [...] brúkt til at venja ungross og læra ung og óvand reiðfólk at ríða. Feløgini stúra fyri, at hetta virksemið verður munandi skert, verður súkklubreytin gjørd eftir ætlanini. Tey vísa eisini á, at Oyggjaleikirnir
Hjá Piteå er gongdin tung. Teir seinastu fimm dystirnir í Damallsvenskuni hava bert givið tvey stig. Piteå er nummar átta í deildini við 15 stigum. Tær eru fimm stig omanfyri Rosengård, ið er á næstaftasta [...] Ásla Johannesen á vøllinum allan dystin, tá hon og liðfelagarnir spældu dyst á heimavølli móti BK Häcken í bestu svensku fótbóltsdeildini. Jóhanna F. Sørensen er framvegis ikki tøk hjá Häcken. Piteå tapti [...] So Piteå má fáa nakrar sigrar nú fyri ikki at enda í botninum. Komandi leygardag klokkan 14 hevur Piteå ein sera torføran dyst á útivølli móti Hammarby, ið er næstfremst í deildini.
kring Vestara áarbakka. Stongingin er bert galdandi fyri ísraelar og ikki fyri palestinar, undirstrikar herurin. Ein talsmaður fyri IDF sigur sambært Reuters, at Taybeh er lýst sum stongt hernaðarøki vegna [...] fráboðan um brot á boðini, verða IDF-hermenn sendir á staðið. Teir fara at spjaða mannamúgvur og afturhalda illgrunasom fólk fyri at verja íbúgvarnar og varðveita lóg og landaskil, sigur herurin í einari [...] heimum sínum á Vestara áarbakka. Ísraelska sendinevndin í Genève hevur víst niðurstøðunum aftur. Hon vísir á, at ísraelskir myndugleikar fleiri ferðir hava fordømt harðskap móti palestinum. Partar av Taybeh
barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Vit [...] ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin. Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at hanga skelti upp við skúlar við áheitan um at vísa ansni. Skelti eru [...] Ráðið fyri Ferðslutrygd viðmælir foreldrum at fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir