føroyingar sum fangavørðar, og ein teirra er Sigmund Jensen. Hann roknar seg fyri at vera føroying, sjálvt um hann er føddur í Roskilde, og pápin er dani. Mamma hansara er úr Nólsoy, og Sigmund hevur altíð ferðast [...] sveinur hálvt annað ár, tá hann sá lýsing í bløðunum um fangavørðsarbeiði í Herstedsvester. Hann søkti og byrjaði 1. oktober 1994. Tað er trý ára royndartíð, sum samstundis er ein útbúgving, so 1. oktober [...] um nakar situr har nú, vil hann ikki siga, tí sigur hann nakað, er so skjótt, at onkur kennir aftur. Fyri at fáa arbeiði sum fangavørður krevst vanlig skúlagongd, og gott er at vera handverkari, tí í
krimi-høvundar er hann ógvuliga neyvur í lýsingum sínum av umhvørvinum. Aftan fyri hvørja bók liggur stórt kanningararbeiði. Í hesari fyrstu er evnið nýnasisma og fremmandahatur: Ein morgunin er skúlagarðurin [...] Ískøld. Eg hevði sæð tey einaferð fyrr? Nú sá hann meg sum FÍGGINDA. Okkum, meg og Vitra. Sjálvt pistólina, sum hann helt í hondini, ræddist eg minni enn eyguni! Hann sat ovast uppi á grótrúgvuni við pistólini [...] Bøkurnar koma allar í Danmark, Svøríki og Týsklandi, har Ambjørnsen er giftur og hevur búð í nógv ár. Fyri Vit báðir, Vitri-bøkurnar hevur hann fingið Cappelenprísin, komin á IBBYs Honour List, fingið Ungdommens
Ongin sól er til. Og sum oftast eru yrkingarnar partur av hesari ringrás av mótsetningum og mótsagnum. Her eru tár, men eingin grætur. Her er ein sjúklingur, sum einki feilar. Her er lív, her er ein verð [...] síður. Og bøðilin, hvør er tað? Tú sjálvur. Hann sæst í speglinum, eins og Judas, ið var fyrsti sjálvmordari, skaldið kendi. Hetta er gott, heilskapað og búgvið yrkingasavn. Tað er sterkt og fult av áræði [...] áræði og humor. Tað er myrkt. Ja, sjálvandi, men í hesum myrkri er eisini ljós. Ongin sól er til er ein bók, ið eigur at lesast og livast við. Hon mótmælir øllum tulkingum av sær. Tann svenski rithøvundurin
Jóhannes Joensen, var leikbannaður ímóti B36. Hann er við aftur, og so er spurningurin, um hann fær álopsplássið aftur, sum hann hevði, tá hann varð útvístur ímóti B68. HB hevur nógv fólk at taka av. Mest [...] málmunurin er 3-22. Men teir hava ikki mist mótið: Einaferð fara vit at vinna, og sjálvt um eg veit, at teir hava eitt fínt lið, so haldi eg, at møguleikin er eins stórur ímóti HB, sum hann er ímóti øllum [...] heldur Pjotr Krakowski. Hóast tað ongantíð var ætlanin, at hann skuldi spæla við, so hevur hann verið á liðnum í flestu dystunum, og tað verður hann eisini í morgin. Emil Hentze og Búgvi Joensen hava verið
sum við einum javnleiki ella sigri, kann leggja seg sera væl fyri í oddinum. Tað er einki at ivast í, hvat kravið til B36 er í hesum dystinum: teir skulu vinna. Vágbingar koma í Gundadali við einum varnum [...] Birgir Jørgensen hevur hjálpt vágbingum í einum dysti og arbeitt verður við at fáa hann til Føroya aftur. Og talan er eisini um at fáa Jan Allan Müller heim úr Esbjerg at hjálpa VB í onkrum dystum. Tað [...] gongdini áðrenn sjálvsálitið fer at bila, soleiðis sum tað ofta kann gera hjá sjálvt góðum liðum. Hjá B36 er stór kapping um plássini á besta liðnum, og hvønn dyst sita frálíkir spælarar uttanfyri. Aftur hesaferð
lagaligum treytum. Ivasamur og nøgdur Torleif Sigurdsson, formaður í FSF, er nøgdur við avtaluna, men hann dylur ikki, at hann hevur verið sera ivasamur um, um tað var rætt at gera avtalu, sum røkkur so [...] dagpengum og bonus. Í avtaluni, sum er galdandi við spælararnar, fáa teir umframt dagpengar, eisini samsýning, sum er treytað av úrslitunum, og tað halda vit er ein góður máti. Úrslitini eru vorðin alt [...] fótbólt. Vit spyrja formannin í FSF, um hann ikki er bangin fyri, at politikarnir fara at halda hetta vera órímuligt, nú inntøkurnar aðrar vegir eru øktar: Tað er møguligt. Men vit hava heitt á politikarnar
sjálvur tikið avgerð um at leggja frá sær, eftir at hann hevur fingið starv sum venjarin hjá jugoslaviska stórfelagnum Reyðu Stjørnu í Beograd. Kosanovic er sjálvur jugoslavi.
sjálvur tikið avgerð um at leggja frá sær, eftir at hann hevur fingið starv sum venjarin hjá jugoslaviska stórfelagnum Reyðu Stjørnu í Beograd. Kosanovic er sjálvur jugoslavi.
tá skaðin hendi, og hann var á veg inn á besta liðið, men ístaðinfyri at vera við í kappingini um pláss á besta liðnum, noyddist Símun at binda frið í fleiri mánaðar, og hann er framvegis ikki komin rættiliga [...] Allani Simonsen, og verður uttan iva uppá tal aftur, tá hann er komin rættiliga fyri seg. Danska kappingini fer nú í summarfrí, men steðgurin er ikki langur, tí longu í august mánaði skulu spælararnir [...] føðingargávan felagið kundi fáa, gjørdist veruleiki mikukvøldið. Fuglfirðingurin Símun Eliasen er í felagnum, men hann hevur verið álvarsliga skaddur og hevur ikki spælt í fleiri mánaðir. Símun var við í fyr
sum spældi sín lívs dyst á landsliðnum sunnudagin, fekk einki burtur úr móti HB, og tað er einki at siga til, at hann var troyttur eftir megnar avrikið móti Malta. Uni Arge og Óli Johannesen tóktust eisini [...] dystinum, tí hann fekk skaða í beini eftir tvídyst við B36-álopsmann. Eykamálverjin Bárður Johannesen, sum var á beinkinum, var tí tveittur fyri løvurnar, tá ein tími var spældur, men hann stóð seg væl [...] HB hevur ræðið í Havnini. Tað er niðurstøðan eftir fyrstu uppgerðina millum stóru høvuðsstaðarfeløgini, HB og B36, mikukvøldið. Høvið var landskappingini og umstøðurnar góðar. Ein rúgva av fólki var møtt