Seks dystir í fyrsta leikumfarinum vóru leiktir í deildarspælinum í Champions League í kvøld. Real Madrid vann 2-1 í prestisjutung uppgerðini á heimavølli móti Inter Milan. Tað hilnaðist væl hjá ensku [...] syrgdi fyri við tveimum málum, at Manchester City vann í Porto, og Aston Villa vann á útivølli í Brügge. Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá teimum seks dystunum, ið vóru leiktir í kvøld: FC Porto [...] ('43 ) 2-3 Nicolo Tresoldi, br. ('61 ) AEK Athen-LASK Linz 1-0 (1-0) 1-0 Razvan Marin ('21 ) Skráin í morgin: Klokkan 17.45: FC Barcelona-Feyenoord og Stuttgart-Viking Stavanger. Klokkan 20: Liverpool-Atletico
avbjóðingar. Fundurin í ár verður hildin á Høvelte-herstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum verða umboðað. Heini í Skorini, professari í stjórnmálafrøði [...] danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum. – [...] m, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða hoyrd í málum um verju, trygd og
stig aftur til Skála ÍF. Í kvøld legði 07 Vestur seg á odda beinanvegin. Málskjútti í triðja minutti var Jonathan Timothy Flensborg, sum nú hevur skorað fýra mál í Meistaradeildini í ár. 07 Vestur hevði onkrar [...] fyri tveimum vikum síðani tapti 2-0 í Klaksvík. Sigurin ber við sær, at B36 hevur 33 stig og er undir liðini á HB. Tað eru sjey stig fram til oddaliðið NSÍ, og tað er eitt stig fram til KÍ, sum í annaðkvøld [...] fer at spæla á Argjum. Tór-Ingar Akselsen, sum inntil fyrr í summar var venjari hjá næstbesta liðnum í B36, er nú venjeri hjá 07 Vestur. Tapið í kvøld ber við sær, at 07 Vestur framvegis er á áttanda plássi
Tað byrjaði við tveimum kórsangarum, einum felags áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky [...] teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan fyri einum føroyskum distillaríi. Lóggávan forðaði tó ætlanini, og í 2009 varð hon løgd til viks. Dreymurin [...] framleiða brennivín í Føroyum. Føroyski upprunin skal eisini síggjast og smakkast í vørunum. Málið er, at tær skulu kunna kappast við altjóða framleiðarar – eisini teir skotsku. ##med4## ##med5## Í Sosialinum
tað ikki staðfest, at FC Suðuroy, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, í 2027 aftur verður partur av bestu deildini. Men tað gongur av álvara tann vegin. Í dag vann FC Suðuroy 4-0 á heimavølli ímóti [...] Eftir onkur ikki so sannførandi avrik, ið fyrr í summar bóru tap við sær, varð ivi sáddur, og tað varð spurt, um FC Suðuroy fór at megna uppflytingina, sum fyrr í ár næstan sá út til at vera avgreiðsluspurningur [...] ímóti NSÍ. Síðsta leygardag vann FC Suðuroy 6-1 á hemavølli ímóti EB/Streymi, og 10 mál í tveimum heimadystum boða frá, at liðið er málsøkið. FC Suðuroy hevur 41 stig, nú tað resta sjey umfør. Tað eru 11
har tað í kvøld vóru 33 hitastig. Seinni dysturin verður um eina viku í Klaksvík. Tá verður tað greitt, um leikluturin hjá NSÍ verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference [...] FC Koper var frammanfyri við tveimum málum, tí slovenska liðið vann 2-0 í Klaksvík. NSÍ megnaði at reisa seg og eftir longdaleiktíð og brotssparkskapping at vinna seg víðari í kappingini. Nú er møguleiki [...] frá at skora fleiri mál komst fyrst og fremst av, at Tom Amos aftur í kvøld var sannur brandur millum NSÍ stólparnar. Í kvøld var saknur í liðformanninum Peturi Knudsen, sum var leikbannaður, og so kom tað
við einum ella tveimum vaksnum hækkar markið úr 50.000 upp í 70.000 krónur, meðan tað hjá húskjum við trimum vaksnum ella fleiri hækkar úr 70.000 upp í 90.000 krónur. 400 til 500 húski Í 2025 vóru tað góð [...] eftir galdandi reglum er 5.000 krónur í 2026, verður sambært uppskotinum hækkað upp í 12.000 krónur. Samstundis verður inntøkumarkið hækkað úr 300.000 krónum upp í 350.000 krónur, so fleiri húski fáa møguleika [...] húskjum, sum hava lægstu inntøkurnar. Nógv fólk innkallað í dag Trivnaðarnevndin byrjaði fundin klokkan 9 í morgun, og ein røð av feløgum eru innkallað í sambandi við málið. Landsfelag Pensjónista skuldi inn
bóltin í handara stólpan. Tað reið støðugt um snarið. Gestirnir vóru í løtum meiri á bóltinum, og KÍ var í løtum meiri á bóltinum. Í trimum førum høvdu gestirnir góðar royndir, men Mark F. Jensen í KÍ málinum [...] Tað endaði málleyst, tá ið KÍ í UEFA Conference League í kvøld í Klaksvík hevði vitjan av Riga FC. Hetta var fyrri røkk ella støkk dysturin. Tann seinni verður í Riga um eina viku. Tá fæst at vita, um [...] um tað verður Riga ella KÍ, sum í heyst fer at spæla europeiskt bólkaspæl. Nú KÍ spælararnir hava summað seg og rinda møðina eftir javnleikin í kvøld, sum ber eitt stig við sær til europeiska roknskapin
við tveimum lærarum í flokkinum; tað er tvílæraraskipanin, sum landsstýrisfólkið setti í verk í 2011 at galda fyri 1. og 2. flokk. Skipanin er eitt gott átak, men tryggjar bara, at tá næmingatalið í flokkinum [...] lærarar í flokkinum ein part av skúladegnum. Tá 18 næmingar eru í flokkinum, eru tveir lærarar í flokkinum ein tíma hvønn dag, restina er lærarin einsamallur við næmingum. Og tá 21 næmingar eru í flokkinum [...] tveir lærarar í hvønn flokk. Og tað hava eisini verið nóg mikið av væl skikkaðum umsóknum til læraraútbúgvingina, um ynski var at útbúgva fleiri lærarar. Her eru vit í serstøðu í Føroyum í mun til grannalondini
vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya [...] vaks eisini nógv í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar, Nes og Eysturkommunu. Hinvegin var størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu, har fólkatalið minkaði við 35 fólkum. Serliga á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð búðu