áheitanir um samrøður um systur sína. Tað fekk hann at seta sínar egnu tankar og minnir á blað eina ferð med alla. Hann sigur, at hann heldur tað vera betri sjálvur at greiða frá enn aftur at lesa metingar hjá [...] eitur Swan Song: Diana, My Sister og kemur út 22. september. Hetta er fyrstu ferð, at Charles Spencer greiðir so nágreiniliga og opið frá lívinum hjá systur síni og teirri lagnutungu vikuni, tá hon doyði [...] sum í fleiri førum byggja á ósannindi, ið við tíðini eru vorðin góðtikin sum sannleikar. Endamálið er, sigur hann, at siga sannleikan um Dianu sæð við eygunum hjá beiggja hennara – á sama hátt sum hann
Boðskapurin frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi, føðingardøgum, skúlatiltøkum og øðrum felagsskapi við javnaldrar. Tøl frá Í Menniskjum [...] bústaðamálaráðið læt Trivnaðarnevndini tølini 12. august. Tað sæst í tilfarinum hjá trivnaðarnevnd Løgtingsins, sum í løtuni viðgerð uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at hækka orkuískoyti, inntøkumørk [...] detta ímillum. Felagsskapurin nevnir millum annað børn hjá foreldrum, sum eru lesandi, sjúk, farin frá hvørjum øðrum ella rakt av brádliga íkomnum fíggjarligum trupulleikum. Stuðulin skal vera lættur at fáa
fysioterapidegnum snýr seg tí ikki bara um endurvenjing, tá sjúkan longu er staðfest ella tilburðurin er hendur. Tað snýr seg eisini um tað, sum kann gerast áðrenn. Fysioterapeutar hava førleikar til at hjálpa [...] nógv gjørt, tá sjúkan er staðfest, skaðin er hendur, ella førleikin longu er skerdur. Men vit eiga samstundis at spyrja, um vit seta nóg nógv inn, áðrenn vit koma hartil. Fyribyrging er ikki bara ein spurningur [...] vælferðartænastum verður stórur eisini komandi árini. Tað ger tað uppaftur týdningarmiklari, at vit ikki bara seta inn, tá tørvurin á hjálp longu er vorðin stórur. Fysioterapi eigur tí ikki bara at verða
har tað er neyðugt. Við skúlar, og har skúlabørnini ferðast. Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur [...] venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt [...] vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur. Tann 12. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini
og hvønn dag í vikuni talan er um, og ringir runt til onnur fólk, so tey eisini eru klár at manna ymsu postarnar. Tað er til dagar, ið eru fastlagdir í álmanakkanum, men tað er eisini til allar aðrar dagar [...] Ársins herðaklapp verður á hvørjum ári latið einum persóni ella felagsskapi, sum ger mun fyri tann einstaka, fyri felagsskapin ella fyri bygdina og okkum, sum her búgva og virka. Tað kann vera ein, ið skipar [...] herðaklapp á Vestmannadøgunum, er ein máti hjá Vestmanna kommunu at siga takk. Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið. Tað var tó ein, sum fekk upp í fleiri
stórum formum og skapa eina kenslu av frástøðu, einsemi og leitan. Tað føroyska landslagið er ikki endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað til staðar sum ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu [...] Tórshavn UM [Ó]RÓ [Ó]RÓ er eitt myndaligt univers um støðuna millum ró og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni. At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans Olsen eisini [...] frástøðu og minni. Verkini røra seg millum veruleika og dreym, millum tað kenda og tað ókenda – og millum ró og órógv. Tey siga ikki eina ávísa søgu, men lata áskoðaran finna sína egnu. [Ó]RÓ snýr seg
sum vórðu sett í gildi í juli. Sakarmálið er reist av statum, har annaðhvørt demokratiski guvernørurin ella løgmálaráðharrin stendur á odda. Teir halda, at Trump er farin út um tær heimildir, forsetin hevur [...] millum annað ES. Sambært Hvítu Húsunum er orsøkin, at londini ikki gera nóg mikið fyri at steðga innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði. Málið er lagt fyri U.S. Court of International [...] eitt fremmant land ikki forðar fyri innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði, er tað ein ójavni, sum rakar amerikanskan handil og amerikanskar arbeiðarar, sigur hann. Donald Trump hevur
komandi árini. – Tað snýr seg ikki um at brúka vitlíki, tí tað er modernað. Tað snýr seg um at brúka tað, har tað skapar virðilig úrslit fyri kundan. Fakligur stoltleiki Hóast fyritøkan er nógv ment síðan [...] hjá fyritøkuni lýsir arbeiðsháttin væl. – Vit elska snildar KT-loysnir. Tað er ikki bara eitt slogan. Tað er okkara hugsjón og tað, sum drívur okkum hvønn einasta dag, sigur Rúni Brimvík. ##med3## [...] lagað til arbeiðsdagin hjá hvørjum einstøkum kunda. – Vit síggja okkum sum ein samstarvspartnara heldur enn ein vanligan veitara. Tað týdningarmiklasta er ikki, hvør skipanin er, men at kundin fær eina loysn
. Hann trúði upp á tað solidariska samfelagið. At vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, og at samfelagið skal geva øllum góðar og javnar møguleikar. Hann var eisini upptikin av, at tað skuldi bera til at liva [...] í 2021, har myndin omanfyri er frá. Tá vóru 56 ár liðin, síðan tann 20 ára gamli Hans Jørgensen var við til at stovna SU og varð valdur skrivari í fyrstu nevndini. Nú Hans er farin, minnast vit ein mann [...] úr Miðvági var farin, 81 ára gamal. Hans var javnaðarmaður alt lívið. Hann plagdi sjálvur at siga frá, at fólkapensjónin, sum kom í 1958, hevði stóra ávirkan á hann. Tá var Hans bara 13 ára gamal. Nøkur
skíggja. Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað. – Tað kemur alla tíðina [...] Skúlagongdin er vorðin alsamt meira talgild, men skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey [...] tempo og reflektión í tímunum, sigur hann. Næmingarnir lesa eisini upp fyri hvørjum øðrum. Tað gevur natúrligar steðgir, har høvi er at seta spurningar og kjakast um faklig hugtøk. Viktoria Holsey Foss heldur