talið av teimum bíligaru ferðaseðlunum. Finnur tú ein bíligan ferðaseðil, kann hann tí vera burtur, um tú bíðar ov leingi við at keypa hann. Soleiðis regulerar skipanin, sigur Andreas Sólsker. Úr 798 krónum [...] viðføri við í prísinum. Hinvegin kann ferðandi hava handviðføri við. Andreas Sólsker vísir á, at hetta er ein munur á Atlantsflog og kappingarneytunum. – Hjá okkum fært tú kortini eitt lítið kuffert við
feilblanding av kemiskum evnum, sum útloysti tað, tey rópa klorgass. - Talan er um, at svávulsýra og klor eru blandað saman, og hetta hevur útloyst klorgass, sigur Stig Lunde, vaktleiðari á 110-miðstøðini. Hann [...] Sandhals Volden, sigur, at øll í bygninginum eru úti, og hond verður tikin um fólk í einum grannabygningi. NRK, sum skrivar um hendingina, veit at siga, at fýra børn eru send við sjúkrabili á Levanger
ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla. Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin. Hetta sæst í nýggju ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu [...] leingi. Eisini verður skotið upp at gera eina 33 metrar langa, hevjaða flatu tvørtur um økið. Flatan skal fevna um íbindingarnar, busssteðgiplássið og innkoyringina til skúlan. Reytt asfalt kann gera økið [...] síðuni á vegnum eru tvær íbindingar og eitt busssteðgipláss. Skúlabørn ganga og súkkla eisini tvørtur um parkeringsøkið. – Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á
Bjørgfinnur Nielsen hevur í nógv ár savnað søgurnar um føroysku lyftisteinarnar. Hann hevur skrásett og kannað meira enn hundrað høv og veit søguna um fleiri av monnunum, sum skuldu hava roynt seg við teimum [...] sjálvur farin kring landið at lyfta steinarnar. Tað eru frásagnirnar, fólkaminnini og spurningurin um, hvat er søgn og hvat kann hava verið veruleiki, sum hava hansara áhuga. Í Sosialinum greiðir hann [...] manninum, sum var við til at kveikja áhuga hansara fyri høvum og søgum. Les alla søguna í Sosialinum hetta vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos
men ikki runt um fjallið, men á Bøllureyni er mítt tilmæli. Men, sum ikki einaferð, eru tey í samgonguni sjálvsøkin og rættvís yvir fyri sær sjálvum, og trumfaðu málið ígjøgnum - sjálvt um tey ikki høvdu [...] Um uppskotið bleiv samtykt, vísti eg á, at tað fór at hava sera stórar neiligar avleiðingar fyri reiðfólkini, sum hava skipað seg har í umhvørvinum fyri langari tíð síðani. Ein súkklubreyt og ross hoyra [...] kommunan skal taka atlit til og virða. Tí førdi eg fram, at mann skuldi søkja friðingarmyndugleikarnar um loyvi, vísandi til § 4, stk. 2, í “Naturfredningsloven”, men tað var ikki neyðugt segði borgarstjórin
hátíðarløtuna og bar fram røðu. Hann fegnaðist um, at Bíbluskúlin Keldan gongur nýggjar leiðir og víðkar um virksemið, og um møguleikan hjá næmingum at læra meira um Bíbliuna og leggja eitt gott grundarlag fyri [...] hvønn annan. Eftir hátíðarløtuna var hugnaløta fyri næmingum, lærarum og øðrum. Búgvi vísti á, at hetta er ein serligur dagur fyri øll, sum varða av skúlanum. Í fleiri enn fimm ár hevur verið arbeitt miðvíst [...] nýggja kapitlinum og Guds signing við skúlanum. Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her. Kunning um BSK er tøk á bsk.fo. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## Bíbliuskúlin Keldan
hevði tá í mong ár ligið í dvala, meðan bíðað varð eftir eini politiskari semju um at yvirtaka tað kirkjuliga málsøkið. Um tað mundið, tá málsøkið varð yvirtikið, vóru prestagarðarnir niðurslitnir og tørvaðu [...] greidd er bókin um teir gomlu prestagarðarnar, ið arkitekturin Palli Gregorissen, sáli, hegnisliga greiddi úr hondum saman við øðrum. Tað sømir seg einum mentaðum fólki at fara væl um søguna og aldargamalt [...] Longu í 2007 visti kirkjuligi myndugleikin av, at neyðugt var við serstøkum og málrættaðum tiltøkum, um allir prestagarðarnir skuldu liva upp til at vera bústaður og arbeiðspláss hjá sóknarprestinum. Landsverk
in í november 2025 gjørdi avtalu um 15 ára aldursmark, var ætlanin, at foreldur kortini skuldu kunna loyva børnum niður í 13 ára aldur at brúka sosialar miðlar. Hetta undantakið er nú strikað úr lógar [...] tjóðskaparligt aldursmark fyri sosialar miðlar. Fleiri onnur evropeisk lond arbeiða eisini við lóggávu um aldursmark. Millum teirra eru Spania, Portugal og Noreg. RITZAU
fekk maskintrupulleikar, setti Vørn seg beinanvegin í samband við donsku verjuna um støðuna, og nú er avtala gjørd um, at hetta stendur við, til Brimil ella Tjaldrið aftur er klárt at seta í sigling. Vit hava [...] sigur Bárður á Steig Nielsen. Vørn og danska verjan halda fram at samskifta um støðuna og um møguligan tørv á samstarvi um ítøkiligar uppgávur.
norsku grundlógini skal nýggi kongurin møta í Stórtinginum og svørja trúskapareið til grundlógina. Hetta verður væntandi gjørt innan fáar dagar. Tá Haraldur gjørdist kongur í 1991, svór hann eiðin í Stórtinginum [...] Jarðarferðardagurin verður ikki almennur frídagur. Einstakir skúlar og arbeiðspláss kunnu tó meta um, hvørt næmingar og starvsfólk skulu fáa møguleika at fylgja jarðarferðini í sjónvarpinum. Norska stjórnin [...] stjórnin hevur lýst landasorg frá fríggjadegnum og til eftir jarðarferðina. Eingar fastar reglur eru um landasorg í Noregi, og tí hevur stjórnin givið út eina vegleiðing. Har verður mælt til at vísa sorgina