Eg taki undir við lógaruppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni [...] umleið 22.000 fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar. Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur [...] í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum – fýra ferðir
teir verða tillutaðir. Mín politiska grundgeving byggir á almennu gongdina: meira enn 70 prosent skerjing, brotið á umsitingarsemjuna og tørvin á at varðveita útróðurin sum eina vinnu og sum veruligan møguleika [...] fram. Frihedsbrevet velur á henda hátt at gera ein møguligan persónligan fyrimun til høvuðsvinkulin. Tað má standa fyri teirra rokning. Tá ið Frihedsbrevet leggur so stóran dent á persónlig sambond og møgulig [...] bygdir kring landið. Bólkur 5 hevði eitt árligt útgangsstøði á umleið 22.000 fiskidagar, men hevur 6.468 dagar í 2026. Tað er ein skerjing upp á meira enn 70 prosent. Bólkur 4 hevur eisini verið fyri sera