hækkingin í skattinum í øllum kommununum var í november 5,01 prosent, tá ið sammett verður við sama mánað í fjør. Størsti lutfalsligi vøksturin var í Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu. Í Hvannasunds [...] vøksturin 21,23 prosent, og í Viðareiðis kommunu var hann 20,06 prosent. Skattainntøkurnar í teimum báðum grannakommununum eru rættiliga líkar. Higartil í ár er skattainntøkan í Hvannasunds kommunu 10,847 milliónir [...] milliónir krónur, og í Viðareiðis kommunu 11,124 milliónir krónur. Í Hvannasundi er lutfalsligi vøksturin higartil í ár 7,85 prosent, og á Viðareiði er hann 8,76 prosent. Í krónum er vøksturin fyrstu ellivu
latast inn í Café Old School í Hvannasundi millum klokkan 17 og 18 henda dagin. Í Hvannasunds kommunu sigur trivnaðarnevndin, at møguleiki verður at atkvøða um vakrasta piparkøkuhúsið við at koma inn í Café [...] Trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu bjóðar nú til eina stuttliga jólakapping, har fólk kunnu gera sítt egna piparkøkuhús og soleiðis verða við í einari kapping um eina lekra jólakurv. - Húsini skulu [...] lekkur jólakurv, sigur trivnaðarnevndin, sum annars vísir til treytirnar fyri luttøku í kappingini á heimasíðuni - hvannasund.fo
Í Hvannasunds kommunu heita tey nú á hundaeigarar um at taka upp eftir sínum hundum. Ein flokkur í skúlanum á Fossánesi hevur vent sær til kommunuskrivstovuna í Hvannasundi og hevur víst á ymiskt, sum [...] á Fossanesi. Hetta hevur fingið tey á skrivstovuni hjá Hvannasunds kommunu at heita á hundaeigarar um at taka upp eftir hundunum. - Tað er ikki í lagi, at hundalortar liggja og sløðast ymsastaðni – og [...] og als ikki, har børn skulu spæla, siga tey á heimasíðuni hjá Hvannasunds kommunu í dag.
Viðareiðis kommunu um bátahavnina. Depil og Hvannasund eru gamlar bygdir, og Norðdepil er niðursetubygd. Borgarstjóri í Hvannasunds kommunu er Katrin Næs. Í kommununi eru tey spent eftir at síggja, hvat [...] øðrum gøtum í kommununi. Gøta er eisini gjørd norðdepilsmegin – frá byrgingini og nakað norðureftir. - Gøtan fekk nakað av skaða í illveðri í vetur, men nú verður hon umvæld, sigur borgarstjórin. Í Hvannasundi [...] eitt symbolskt gjald fyri vaksin. Hvannasunds kommuna telist millum tær fáu, sum einki dagstovnagjald krevur frá foreldrum, sum hava børn í dagrøkt. Kommunan er stór í vídd og fevnir um bygdirnar, Norðtoftir
Klaksvík/Hvannasund: Síðan síðst í august í 2007 hava umboð fyri Klaksvíkar og Hvannasunds kommunur við jøvnum millumbilum havt samráðingarfundir. Nú fyriliggur eitt uppskot, sum er so at siga klárt at [...] kommunustýrini endaliga avgerð í málinum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Kommunan skal eita “Norðoya Kommuna” Tann fyrsta kommunusamanleggingin í Norðoyggjum í nýggjari tíð hendi í 2004, tá ið Mikladals og [...] harafturat fara í løtuni fram samráðingar um tvær samanleggingar afturat. Umframt Klaksvíkar og Hvannasunds kommunur er Húsa Kommuna áhugað í einari møguligari kommunusamanlegging, og fara í løtuni samráðingar
Kl 17 í dag skipar Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag fyri seyðauppboðssølu niðri við egningarskúrarnar í Hvannasundi Góð lomb ymsa staðni frá í Norðoyggjum og eisini ein góður veðrur verða til keyps. [...] verða uppboðshaldarar. Norðurdepils Hvannasunds Rórarfelag hevur síðani endurstovnanina í 2002 vunnið trý føroyameistaraheit. Sundabátrin í 2004 og 2007 og Ritan í 2006.
verður síðst í mai. Fyrstu trivnaðartiltøkini, sum Hvannasunds kommuna hevur sett sær fyri at seta í verk, verða í mars, har fyrilestrar verða hildnir hvørt leygarkvøld í Kafé Old School í Hvannasundi, [...] fara at gerast veruleiki longu í ár. Onnur hugskot mugu so bíða. Trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu avdúkaði herfyri, at fyrstu tiltøkini í hesum sambandi verða nú í mars. Haraftrat er longu nú greitt [...] 21, og tá er ein kaffisteðgur íroknaður, siga tey í trivnaðarnevndini í kommununi. Skráin fyri fyrilestrarnar í mars sær soleiðis út: * 6. mars : Fuglar í Føroyum (Fyrilestur við Silas Olofson) * 13.mars
fara upp í samstarvið um barnaverndina í Norðoyggjum, sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Herfyri gjørdist Hvannasunds kommuna partur av samstarvinum um barnaverndartænastuna og í farnu [...] við kommunurnar í økinum, har ein sjálvur er, leggur hon dent á. Hvannasunds kommuna hevur seinastu tíðina hevur havt fundir við umboð fyri Klaksvíkar kommunu og við Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, sum [...] kommunustýrinum at fara upp í hetta samstarvið. - Kommunustýrið hevur á tveimum fundum einmælt samtykt hesa broytingina, upplýsir Katrin Næs, sum heldur, at tað er natúrligt fyri Hvannasunds kommunu at vera saman
duga at skipa fyri í Hvannasunds kommunu, og líkt er til, at hugflogið er stórt. Leygardagin hin 11. mars verður spælidagur á skúlanum á Fossánesi, og tað er trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu, sum skipar [...] spæliplássinum omanfyri skúlan - ella í garðinum í Imba. Ongum nýtist at ganga svangur ella tystur hesar tímarnar, tí her verður kaffi, te, vatn og fruktir at fáa í kantinuni í skúlanum. - Vit gleða okkum at [...] at síggja nógv børn saman við foreldrum, ommum og abbum, siga tey í trivnaðarnevndini í Hvannasunds kommunu.
førum í einum faldara, sum teir 437 borgararnir í Hvannasunds kommunu fáa fyrsta dagin. Gongst sum ætlað, verða tær fimm bygdirnar í Hvannasunds kommunu partur av teirri stóru Norðoya Kommunu um ársskiftið [...] Fer Hvannasunds kommuna við í Klaksvíkar kommunu fer henda stóra kommunan at standa sterkari í kappingini um arbeiðspláss, og fer haraftrat at veita borgarunum betri tænastur Tað stendur í øllum førum [...] borin út í hvørt hús í Hvannasundi, Norðdepli, Múla, Depli og Norðtoftum, har greitt verður frá teim ætlanum sum fremjast skulu í felagi. Sambært hesum eru tað ikki hissini ætlanir sum skulu fremjast í verki