fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin. JFK hevur havt fleiri fólk í arbeiði við at gera búðina klára til ókeypis Fish & Chips. Eisini hevur Mark Theaker frá Florigo verið í Klaksvík hesa vikuna [...] talið av portiónum, sum fóru yvir diskin í 2025. Um Gavin kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besti Newcomer Fish & Chips Shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum [...] Graig Lewis, sum var við á Sjómannadegnum í fjør. Honum bar tíverri ikki til at koma til Klaksvíkar í ár. Teir báðir hava verið fastir gestir á Sjómannadegnum í meira enn 10 ár. Við sær hevur Gavin tveir
russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, at Rumenia skeyt russiskar dronur niður. Rumenia er limur í bæði NATO og ES og hevur meira enn 600 kilometrar av felags landamarki við Ukraina. Í mai datt ein russisk [...] Eitt spanskt F-18-stríðsflogfar hevur í nátt skotið eina dronu niður, sum var komin inn í rumenskt loftrúm. Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í dag. Spanska flogfarið var partur av einari NATO-uppgávu [...] døma dotnar niður í einum óbygdum øki millum tvær bygdir. Enn er ikki upplýst, hvør sendi dronuna. Hetta er fjórðu ferð í ár, at eitt ómannað flogfar verður skotið niður yvir Rumenia. Í juli vórðu tríggjar
vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá, hvussu langt fyrireikingarnar av einum tunli til Vestmanna eru komnar. Í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein 52a í tingskipanini spyr hann Jacob [...] farleiðunum Í fyrispurninginum verður Vestmannatunnilin lýstur sum ein týðandi samferðsluverkætlan fyri Vestmanna, Norðurstreymoy og vegakervið sum heild. Ein tunnil kann stytta og tryggja ferðasambandið í Nor [...] ðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestmannatunnilin frammarlaga í nýggju langtíðarløguætlanini hjá landinum. 2,4 milliónir játtaðar
kappingin í Póllandi, har tað búgva fleiri enn 37 milliónir, verður roknað millum tíggju tær bestu í Europa. Sera tepra tapið ber við sær, at vónin um at KÍ umvegis samlaðan sigur fer at halda fram í UEFA Europa [...] Tellechea í kroystari støðu tók skeiva avgerð. Lech Poznan álopsspælarin slapp púra leysur, og tá ið Mark F. Jensen skuldi leypa fram úr málinum til avgerandi tvídystin, var hann óheppin og gleið. Mark F. Jensen [...] Jensen var dagsins maður í kvøld. Hann bjargaði einar fýra ferðir, tá ið mótstøðumenninir vóru í heilt góðari støðu, og tann eina bjargingin tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ið hann bjargaði fluktara úr stuttari
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag. Her verður lagt aftrat, at í kvøld letur Staðið upp aftur fyri ungdóminum eftir at hava verið í summarfrí. - Pauli Magnussen og hini dugnaligu [...] verður á skránni í vetur, sum verður kunngjørt so hvørt. - Hildið verður tó fast í summum tiltøkum, eitt nú vælumtókta pannukøkuhóskvøldinum og tónleikatýskvøldinum, har til ber at fáa frálæru í tónleiki og
og gjørt stórar íløgur í áliti á galdandi reglur. Tí eigur at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað [...] kappingartreytirnar ikki reguleraðar í staðin? Hvussu verður rættartrygdin hjá fyritøkum vard, sum í nógv ár hava rikið lógligt gistingarvirksemi og gjørt íløgur í áliti á galdandi reglur? Góð regulering [...] vita, hvør trupulleikin er – og hvønn vit raka. Vita vit, hvønn vit raka? Í 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Knøpp 660 vóru bert tøk av og á, og fastbúgvandi fólk vóru skrásett
Heilsutrygd ætlar í september at søkja eftir kommunulækna til nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen [...] heilsuøki 3, sum eisini fevnir um Sørvágs, Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur umframt Kollafjørð, Signabø og Oyrareingir í Tórshavnar kommunu. Í heilsuøki 3 eru í løtuni seks kommunulæknaviðtalur. Ein [...] kommunulæknum. Kvinnuligu kommunulæknarnir starvast á Norðskála og í Kollafirði. Borgarar í øllum heilsuøkinum kunnu velja millum kommunulæknarnar í økinum og hava sostatt eisini møguleika at velja ein kvinnuligan
bóltin í handara stólpan. Tað reið støðugt um snarið. Gestirnir vóru í løtum meiri á bóltinum, og KÍ var í løtum meiri á bóltinum. Í trimum førum høvdu gestirnir góðar royndir, men Mark F. Jensen í KÍ málinum [...] Tað endaði málleyst, tá ið KÍ í UEFA Conference League í kvøld í Klaksvík hevði vitjan av Riga FC. Hetta var fyrri røkk ella støkk dysturin. Tann seinni verður í Riga um eina viku. Tá fæst at vita, um [...] um tað verður Riga ella KÍ, sum í heyst fer at spæla europeiskt bólkaspæl. Nú KÍ spælararnir hava summað seg og rinda møðina eftir javnleikin í kvøld, sum ber eitt stig við sær til europeiska roknskapin
gunum, er ein máti hjá Vestmanna kommunu at siga takk. Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa um fólk, sum hava uppiborið herðaklappið. Tað var tó ein, sum fekk upp í fleiri tilnevningar, og [...] dag í vikuni talan er um, og ringir runt til onnur fólk, so tey eisini eru klár at manna ymsu postarnar. Tað er til dagar, ið eru fastlagdir í álmanakkanum, men tað er eisini til allar aðrar dagar í árinum [...] Vit taka tað flest øll fyri givið, at guðstænasta er í Vestmanna kirkju hvønn sunnudag, at til ber at hava barnadópar og vígslur, tá ið tað passar inn í okkara skema, og at jarðarferðir eru væl fyriskipaðar
áskoðaraskara í huga. Sambært ísraelska uttanríkisráðnum eru 22.500 tons av heilivági og aðrari medisinskari útgerð komin inn í Gazageiran, síðani vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas varð gjørd í oktober 2025 [...] – Bretar eru farnir um mark. Jødahatrið hjá stjórn teirra kennir eingi mørk og tekur ikki atlit at veruleikanum, skrivaði Mike Huckabee leygardagin á sosiala miðlinum X. Útsøgnin kemur eftir, at bretski [...] uttanríkisráðharrin, Ed Miliband, hevur almannakunngjørt eina upptøku, har hann lýsir humaniteru støðuna í Gazageiranum sum »ræðuliga«. – Tað, sum fer fram, er heilt einfalt ræðuligt. Fólk søgdu mær frá heilivági