eftir hvat fyrigongur í toppinum í føroyskum politikki! Tá kreppan rakti okkum føroyingar fyrst í 1990?unum rakti hon serliga sunnaru helvt at Suðuroynni og so alla Sandoynna, tí í hesum økjum vórðu fi [...] fingu stuðul í samsvar við Sandoyarætlanina og søkt var tí um stuðul. Í fyrstu syftu vísti tað seg, at ongir trupulleikar vóru at fáa stuðul til at menna flakaframleiðslu í sunnara helmingi í Suðuroy. Menn [...] sikkurt fulla heimild at gera sum hann hevur gjørt tað ivist eg heldur ikki í, men hvar er moralurin?? Aftaná tað stóra krakkið í svartkjaftaflotanum varð sagt bæði av Bankum og landsstýrismonnum at fyri
enn teir vóru í fjør. Harumframt hevur TB fingið kærkomnan styrk í gamla landsliðsverjuspælaranum Óla Johannesen, sum er komin aftur í barndómsfelagið eftir ein steðg í B 36. Somuleiðis er tað ein vinningur [...] Petur Oluf Joensen verður við í alt ár. Hann var bara við nakrar fáar dystir í fjør. Annars halda teir báðar jugoslavarnar, sum TB hevði í fjør, eisini fram í ár. Talan er um ein spælara og ein spælandi [...] ferðir um vikuna Alt í alt hava vit einar 20 mans í ár, sum kunnu koma upp á tal til 1. deild, og tað er bara heilt gott. Tað ger, at tað er hørð kapping um plássini á liðnum, og tað er tað rætta. Hann sigur
krøvini. Í hesum føri er fiskurin ikki komin fyrrenn í gjáramorgunin. Tvs, at nógvir komu at liggja innibrendir við fiskinum. Ella vit mugu tosa um stóran avsláttur í prísinum. Men í øllum førum [...] fiski baki. Ikki tí at fiskurin er so vánaligur, tí hann fæst ikki betri nakrastaðni í verðini. Men tí at útflutningurin er so svikaligur, at ongin keypari kann kenna seg vísan í, nær fiskurin kemur fram. [...] longri suðuri í Evropa er, at teir hereftir fara heldur at leggja seg eftir at keypa fisk úr Íslandi, tí leveringin úr Føroyum er so svikalig. Íslendingar flúgva fisk niður á meginlandi í Evropa, og tað
av Argjum er ein av teimum, sum í fjør helt eini heilt øðrvísi páskir í mun til, hvat hon hevur verið von við - páskir á staðnum, har tað hendi. Yvirlit ? Tað er so nógv øðrvísi í mun til her í Føroyum. [...] Størsti munurin er tað, at tú er á staðnum. Tú fært líkasum eitt yvirlit yvir, hvar tey ymisku kendu bíbilsku støðini eru, og hvar tey liggja í mun til hvørt annað, sigur Eyðhild S. Dam. ? Í Ísrael verða [...] páskirnar í fjør í Ísrael. Í grundini var hon so at siga alt 1997 og ein part av1996 eisini. Hon fór til Ísraels 21. august í 1996, útsend av Hini Føroysku Ísraelsmissiónini. Fyrsta árið arbeiddi hon í bíbl
trolaranum Bruix, sum nevndur er í greinini omanfyri. Fríggjakvøldið var ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring inni í Eysturoynni. Blóðroynd varð tikin av manninum og tá tað er sannlíkt, at ákæra verður reist [...] bilførari tikin í Havn, fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd varð tikin av manninum og eins í hinum førinum verður ákæra reist móti manninum um blóðroyndin vísir at ov nógv alkohol varð í blóðinum [...] blóðinum. Vraklutir Leygardagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at fjallmenn í Norðstreymoy høvdu sæð vrakrestir norði í Sjeyndum. Seinni varð vaktarskipið Nim á staðnum og tók ymiskt upp. Harímillum var ein
tað fyrsta havi eg arbeitt í Havn næstan øll árini síðan 1979, og tað geri eg framvegis. Í øðrum lagi eigi eg hús og nógva familju í Nólsoy, og í triðja lagi halda vit frí í heimbygdini bæði um summarið [...] hesar báðar spurningarnar er stutt: Nei! Eg havi hvørki verið valevni ella á nøkrum sinni limur í VMF. Rætt er tó, at eg í farna valskeiði fekk eitt tilboð frá einum meiriluta í VMF um at gerast landsstýrismaður [...] búsitandi á Toftum, ikki stilli upp í Eysturoy heldur enn í Suðurstreymoy. Svarið til henda spurning er einfalt: Hóast eg ikki havi verið fastbúgvandi í Nólsoy í fleiri ár, kenni eg meg framvegis sum nólsoying
nøkrum sigur Donald Michie, sum ikki dylur fyri, at teir hava vitjað í Suðuroynni, í Havn og á Sundi, í Sørvági, á Skálafjørðinum og í Klaksvík. Hann váttar, at nakrir av teirra kundum, og tað eru vanliga [...] eftir, hvørji støð í landinum eru best egnað til útgerðarhavn at hýsa framtíðar oljuvirksemi við Føroyar. Sosialurin skilur, at oljufeløgini fylgja væl við í orðaskiftinum í Føroyum um, hvar føroyingar ætla [...] leggja seg út í, hvat pláss føroyingar vilja peika á, men neyvan er tað sannlíkt, at feløgini fara at brúka fleiri útgerðarhavnir. Og helst síggja tey, at plássið, sum verður valt út, er vælegnað til endamálið
Størsti týdningurin í álitinum er, at í tí liggur tann fyrsta greiningin av tí mentunarpolitisku støðuni. »Avmarkaður marknaður« er í so máta eitt sera gott skjal við tað, at vit fáa út í æsir lýst, hvussu [...] mentanarkotan. Tað er synd at siga, at orðaskiftið fer fram í einum siviliseraðum tóna. Alt orðaskifti í Føroyum endar í fundamentalismu. Økja um virðingina Skapandi mentanin fer í framtíðini í nógv størri mun [...] mótprógvið er Ísland, sum er tað landið í heiminum, ið nýtir mest almennan pening til skapandi listarligt virksemi. Ísland brúkar 2,5 % av Bruttotjóðarúrtøkuni til mentan. Úrslitið er, at Ísland er tað landið
hjá valevnunum at koma fram, hevur verið í bløðunum báðum, Sosialinum og Dimmalætting. Mánakvøldið var so »tann stóri lokali valfundurin« í Havn. Hann varð hildin í Læraraskúlahøllini, og vóru eftir umstøðunum [...] sum blaðmaður hava fylgt nógv við í politiska kjakinum á tingi. Men eitt sum eg havi merkt mær í hesum valstíðnum er, hvussu lítið nógvir politikarar hava upp á hjartað. Í Læraraskúlahøllini mánakvøldið upplivdu [...] eru tað helst fleiri, ið enn ikki hava gjørt sær greitt, hvar krossurin skal setast. Ymiskt er, hvussu valevni hava ført seg fram, og ymiskt er, hvussu flokkarnir hava raðfest, soleiðis at so nógv valevni
gera við, at politikkur og alt í samfelagnum er tengt at nøkrum viðurskiftum, sum er gjørd av monnum. Uttan mun til, hvar tú fert, so hava menninir sett treytirnar. Og tað er kanska ikki tær treytirnar sum [...] um nógv fleiri kvinnur vóru í tinginum. Málini høvdu verið raðfest á heilt annan máta fyri ikki at tosa um pengarnar, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn. [...] Rákið alla aðra staðni og serliga í Norðurlondum er, at fleiri og fleiri kvinnur verða valdar á ting. Hóast nógv fleiri mannfólk vórðu uppstillað til Fólkatingsvalið í Danmark herfyri, varð fimta hvør