kom úr Danmark til Vestmanna í 1980-unum og teir fýra, sum nú eiga bátin, hava átt hann síðan 2005. Gunnbjørn Joensen sigur, at motorurin er ein Buck 54 HK, sum er frá fyrst í sjeytiárunum, so hetta er [...] eisini ein gamal motorur. - Báturin gongur kanska einar 5, 6 ella 7 míl - á ”sløttum”, sum hann skemtandi tekur til. Hann vísir á, at tá ein deksbátur av hesi støddini hevur so lítlan motor og fer út á harðan [...] nútímans hentleikum. Men teir, sum eiga Stovuna, eru glaðir fyri bátin og hava ongar ætlanir um at skifta hann út við nútímans frítíðarbát. Saman við einum øðrum báti vóru eigarar av Stovuni ein rundtúr í nakrar
sigur, at hann altíð hevur droymt um at gerast venjari, men sum áðurnevnt hevði hann tó ætlað at sagt fótbóltinum farvæl nú um ársskiftið. Hann hevur onga venjaraútbúgving, men sjálvar sær hann ikki tað [...] hvat málið fyri kappingarárið 2004 hjá HB er, sigur hann, at tað dugir hann illa at meta um, áðrenn hann hevur sæð meiri til leikararnar, men hann sigur seg skilja á lagnum, at í HB er tað einans gullið [...] Fótbóltur Hann er mest skorandi leikarin í søguni hjá donsku superligaini, og hann hevur eisini vunnið tvey donsk meistaraheitir við ávíkavist Silkeborg í 1994 og FC Keypmannahavn í 2001. Navnið er Heine
viðmerking til samrøðu í Dimmalætting við Edmund Joensen og hansara máta at føra seg fram í tinginum. Hann finnist rættiliga harðliga at Edmundi Joensen, fyri hansara ábreiðslu mótvegis tingmanningini hjá [...] hjá Sambandsflokkinum, í samband við fíggjarlógarviðgerðina. Tað, at hann tók seg saman og svaraði løgmanni aftur, heldur Atli Hansen einki óvanligt vera við. Atli Hansen er ikki samdur við løgmanni, at [...] iðurskiftum, sigur Atli Hansen, sum ongar trupulleikar hevur at samstarva innanhýsis í flokkinum. Hann tosar við løgmann dagliga, og har hevur einki verið. Tað er bert bløðini sum vilja gera gølusøgu burturúr
tær koma, tí tú ert kvinna. Tað má ikki gerast ein undanførsla, sigur Annika W. Joensen. Bitin av arbeiðinum Annika W. Joensen hevur ongantíð droymt ella havt ambisjónir um at gerast stjóri og tað eru løtur [...] reageraði sum eg høvdu fólk sagt, at hann er viljasterkur. Spurningurin er, hvør er hysteriskur, tann sum sigur tað ella tann sum tað verður sagt við, sigur Annika W. Joensen. Renna sneisaørindi At vera stjóri [...] provokerandi uppá fólk, tí eg havi sjálvsálit viðvíkjandi arbeiðinum, sigur Annika W. Joensen. Karriera og familja Annika W. Joensen er við barn og skal eiga í februar. Hvussu hon ætlar at sameina stjórastarvið
aftur, sigur hann. Hann sigur, at tað er sonevnda TVN-góðskan, sum hann mátaði, tá ið metast skuldi um dygdina á fiskinum. - Var TVN-góðskan ov høg, var ov nógv rot í fiskinum, leggur hann aftrat. Nútímans [...] heiminum, sum hann tekur til. Tey 38 árini, fryntligi fuglfirðingurin arbeiddi á Havsbrún, hevur hann arbeitt undir fleiri stjórum, og hann hevur alt gott at bera bæði høgum og lágum, sum hann hevur starvast [...] í góðum hondum, sigur Jákup Oluf Joensen. Í blaðnum í morgin fara vit at práta við Jákup Oluf Joensen um tíðina, hann var til skips, og onkur søga verður um tíðina, hann fekst við annað arbeiði. Kanska
nakran hátt víðari við teimum upplýsingum, ið brúkararnir ringja inn við. Í samrøðuni við Jóhonnu Joensen, ið er ein teirra, ið tekur telefonina, kunnu vit tískil bert tosa um, hvørjar trupulleikar brúkararnir [...] ið børnini ringja inn um, at tað eru nógv tabu-evni millum børn og foreldur í dag, sigur Jóhanna Joensen, sum til dagligt arbeiðir sum sjúkrasystir á deild 2 á Landssjúkrahúsinum. Føla seg øðrvísi Tey, [...] ella pápa. Og vinfólk tora tey kanska heldur ikki at spyrja í vanda fyri, at tey fara at halda, at hann ella hon er øðrvísi ella undarligur. Onkur hevur spurt seg fyri hjá lækna, men hevur ikki fingið eitt
Lagið var sjálvtsagt ikki gott á Svein Rógva eftir dystin. Hann hevði ilt við at seta orð á hvat var hent, tí Stjørnan tóktist allan vegin hava tak á VB í samlaðu støðuni. Men okkurt gongur heilt galið [...] hendi, hendi ikki. Eg vónaði, at vit vóru meiri róligar og spældu bóltin runt heldur enn at missa hann, er staðfestingin frá Svein Rógva. Í Stjørnuni høvdu tey hug at undrast á, at VB onga útvísting fekk [...] góðkent, tá Simon Petersen meddaði til, men klokkan av sær sjálvum fór at ýla. Dómaraparið, Karstin Joensen og Kári Hansen, høvdu ongan annan møguleika enn at kolldøma málið og steðga dystinum. Feløgini avráddu
samgongum við millum annað Edmund Joensen og Paula Ellefsen, og tá hava vit víst góð úrslit. Edmund sat sum løgmaður í ivaleyst størstu kreppuna í Føroya søgu, og tað kláraði hann ótrúliga væl. Tað ræður um hjá [...] Írlandi, sigur tingmaðurin. Hevur góðar vónir Spurdur, hvørjar vónir hann hevur fyri at verða valdur til formann, sigur Johan Dahl, at hann hevur góðar vónir. - Eg haldi, at eg havi ein rímuliga góðan møguleika [...] fer vónandi at koma mær til góðar í annaðkvøld, sigur Johan Dahl. Hann heldur tó, at tað sær út til at gerast eitt sera tætt val, men hann vónar tó, at talan verður um greiðan sigur til annað av valevnunum
Tummas Frank Joensen er avbjóðari hjá Sniálvi Røvilsberg, sitandi sýsluformanni í Føroya Fiskimannafelag. Hann sigur, at hóast hansara starv er umborð á strandfaraskipinum Teistanum, hevur hann verið limur [...] á landsfundi. Tummas Frank sigur, at hann altíð hevur verið nógv upptikin av trygdini hjá fiskimonnum, og hann brennur eisini fyri, at fiskimenn kunnu fáa eina mannsømiliga eftirlønartrygging. - At fiskimenn [...] enn hann er tryggjaður í dag. - Eg haldi eisini, at vit skuldu tikið útróðrarmenninar við upp í okkara felag, soleiðis at hesir kunnu fáa eina betri trygd, tá útróðurin svíkur. Tummas Frank Joensen hevur
Petra Jonsdóttir Joensen hevur altíð búð í Gásadali. Hon býr einsamøll í húsunum, sum pápi hennara bygdi í 1940-unum. Húsini standa beint við Heygsá, og Heygsá er eisini eftirnavnið hjá onkrum í familjuni [...] sjálvs. Sjálv havi eg ongantíð verið óð eftir pengum, men nú skulu fólk hava pengar fyri alt. Petra Joensen hevur ongantíð havt koyrikortið, men hon plagar at heita á 79 ára gamla, Karl Mikkelsen, sum eisini [...] býr í Gásadali, um at keypa fyri seg í Sørvági, tá henni vantar okkurt. Karl dámar væl at koyra, og hann er nakrar ferðir um dagin hinu megin tunnilin, sigur hon brosandi. Í húsunum hjá Petru í Gásadali