Úr 5.000 upp í 12.000 krónur Tjóðveldi og Sjálvstýri hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka orkuískoytið í 2026 úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Samstundis skal inntøkumarkið hækkast úr 300.000 upp í [...] 350.000 krónur. Ognarmarkið hjá húskjum við einum ella tveimum vaksnum verður eftir uppskotinum hækkað úr 50.000 í 70.000 krónur. Hjá húskjum við trimum ella fleiri vaksnum hækkar markið úr 70.000 í 90 [...] 90.000 krónur. Freistin at søkja verður eftir uppskotinum longd til 1. oktober. Uppskotssetararnir vænta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða orkuískoytið. Meirútreiðslan hjá landskassanum