lundastovnin og forða fyri, at lundin í nærumhvørvinum hvørvur heilt og ein aldagomul siðvenja við at fleyga lunda av somu orsøk doyr út. Steðgingin ella avmarking í at fleyga lunda er ikki gjørd fyri at [...] veiðimenn ella á húskini í nærumhvørvinum, men fyri at seta í verk serlig átøk at verja lundastovnin, tá hann hevur tað trupult, soleiðis at stovnurin kann verða gagnnýttur eisini í framtíðini. Sum við lundanum [...] sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endurbyggingarætlan inn í umsitingarætlanina. Umsitingin í Fiskimálaráðnum og Havstovan høvdu tó eitt greitt tilmælið
Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] umleið 300 av teimum, sum arbeiða á økinum í dag, fara frá vegna aldur komandi 10 árini. *** Samstundis standa útbúgvingarpláss tóm. Á heilsuhjálparaútbúgvingini hava millum 45 og 70 prosent av plássunum [...] arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur
sendiharrin í USA, Olha Stefanisjyna, er farin úr starvi. Tað sæst í einum forsetakunngerð, skrivar Reuters. Stefanisjyna hevði verið sendikvinna í Washington í nærum eitt ár. Tað hevur tó í fleiri vikur [...] forseti í Ukraina, hevur ikki givið nakra almenna frágreiðing um broytingina, og enn er einkinýt sendfólk tilnevnt. Sambært ukrainskum miðlum verður Stefanisjyna kannað av antimuturssmyndugleikunum í Ukraina [...] Broytingin kemur eftir, at Zelenskyj í síðsta mánaði gjørdi eina størri umskipan í stjórnini. Sambært Kyiv Independent verður eisini væntandi ein størri útskifting av ukrainskum sendifólkum. Skiftið hendir
Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås spældu í kvøld dyst á útivølli móti Djurgården í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni. Dysturin á 3Arena leikvøllinum í Stokkhólmi endaði við stórsigri [...] heimaliðið. Tá Mattias kom á vøllin í 62. minutti var støðan 6-0, og kom ikki nakað mál aftrat meðan Mattias var á vøllinum. Frá Sofascore fær Mattias næsthægsta karakterin av leikarunum hjá Västerås. Har fær [...] fær Mattias karakterin 6,6 (av 10 møguligum). Frá Soccerstand fær Mattias sama karakterin. Västerås er nummar sjey við 22 stigum. Tað er meira enn góðkent fyri ein uppflytara, um enn skrædlið fyri Djurgården
er stríggið hjá NSÍ, sum í morgin fer av landinum við kós ímóti Sveis, har FC Lugano hóskvøldið verður mótstøðuliðið. Í kvøld sást tað, at teir í NSÍ eru viðtiknir og slitnir av at spæla so nógvar dystir [...] teir 122 minuttir í Slovenia, áðrenn teir í brotssparkskapping tryggjaðu sær rættin at halda fram í Europa, og teir vóru ikki við hús aftur fyrrenn leygarkvøldið. Í fyrra hálvleiki í kvøld vóru tað ikki [...] framrættaður í vinstru, var heilt leysur í brotsteiginum, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið eftir sending frá Áka Johannesen, sum longu undan steðginum avloysti skadda Heðin Hansen í miðverjuni
amerikanskir statir hava stevnt stjórnini hjá Donald Trump í sambandi við nýggju tollgjøldini, sum vórðu sett í gildi í juli. Sakarmálið er reist av statum, har annaðhvørt demokratiski guvernørurin ella l [...] Trump hevur gjørt tollgjøld til ein týðandi part av uttanríkis- og handilspolitikkinum. Fyrr í ár staðfesti hægstirættur í USA, at størsti parturin av teimum mest víðgongdu tollgjøldunum hjá Trump var [...] svaraði við at seta nýggj, fyribils alheimstollgjøld í verk við heimild í einari aðrari lóg. Eisini hesi eru seinni vorðin dømd ólóglig av handilsrættinum í USA.
føroyingar, men í ár hevur hon eisini fingið gjøgnumbrot í Danmark og hevur verið ovast á kenda Dansktoppen. Hetta er óført frambrot hjá songkvinnuni, sum hevur givið fleiri sangir út á donskum máli. Í 2019 gav [...] fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum. Fleiri av sangunum hjá henni hava verið hitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Náttin
krónur í bót – onkur hevur fingið upp í 300.000 krónur, er tí, at hann hevur verið so stutt í Føroyum. Bótin er 10.000 krónur fyri hvønn byrjaðan mánað, sum viðkomandi hevur arbeitt ólógliga í Føroyum [...] Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at ferðalig var í fjøllunum oman fyri Funning, har tey ikki hildu, at alt ruggaði rætt viðvíkjandi arbeiðsloyvi. Løgreglan fór á staðið og staðfesti, at ferðaleiðarin [...] sum segði seg ikki vita, at tað kravdist arbeiðsloyvi fyri at arbeiða í Føroyum. Hann varð tí skuldsettur og fekk 10.000 krónur í bót, sum hann rindaði alt fyri eitt. Vaktleiðarin á politistøðini sigur
Fimm fólk lótu lív, og seks onnur vórðu særd í einum ukrainskum dronuálopi móti einum vinnuøki sunnan fyri Moskva tíðliga í morgun. Tað skrivar guvernørurin í Moskva-landspartinum, Andrej Vorobjov, á Telegram [...] Telegram sambært Reuters. Álopið rakti vinnuøkið Novoselki í Tjekhov-økinum sunnan fyri russiska høvuðsstaðin. – Eldur kyknaði fleiri staðni í vinnuøkinum eftir eitt dronuálop. Fimm fólk eru deyð, og seks [...] skrivar Vorobjov sambært AFP. Eldur kyknaði í einum goymslubygningi, men sambært guvernørinum er eldurin nú sløktur. Harumframt vórðu eini sethús og ein bilur skadd í álopinum. Russiskir myndugleikar hava enn
Tað var longu í desember í fjør, at øll kampingplássini til Norð Festivalin, sum verður á Viðareiði hin 29. august, vórðu útseld. Tí hava fyrireikararnir roynt at víðkað um útboðið av kampingplássum, og [...] - Stóri áhugin í ár bendir á, at metnógv fólk ætla sær at leggja leiðina til Viðareiðis seinasta vikuskiftið í august, siga fyrireikararnir av Norð Festivalinum. ##med3## [...] mugu bara ásanna, at áhugin fyri festivalinum og kampingplássum er metstórur í ár. Fyrireikararnir eru púrasta ovfarnir av, at áhugin fyri kamping er vorðin so stórur, og tí hevur verið arbeitt við at