uppstiga Tórsbreyt er nú liðugt, og í hesum sambandi bjóðar Tórshavnar kommuna øllum til hátíðarhald á Tórsbreyt fríggjadagin 4. september 2026 klokkan 15. Í januar 2026 bjóðaði kommunala umsitingin arbeiðið [...] arbeiðið at skifta út og víðka Tórsbreyt út í høvuðsarbeiðstøku. Í mars undirskrivaði borgarstjórin sáttmála við arbeiðstakara Sp/f Grettir, ið átti lægsta tilboðið. Hetta soleiðis, at breytin nú kann
saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív, sum varð halgað Noregi, sigur hann sambært NTB. Haraldur kongur varð føddur 21. februar 1937 og tók við sum kongur eftir faðir sín, Ólav kong V, í januar 1991 [...] Tað upplýsir norska kongshúsið í einari fráboðan. – Tað er við djúpari sorg, at vit boða frá, at Haraldur kongur í dag er farin, skrivar kongshúsið. Haraldur kongur hevði ligið á Rikshospitalinum síðan [...] Hann varð millum annað viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum. Hósdagin boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan var versnað og var sera álvarslig. Nærmasta
gamla Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava dripið trý børn síni í heiminum hjá familjuni í Duxbury í amerikanska statinum Massachusetts í januar 2023. Sambært Reuters hevur hon viðgingið, at hon drap børnini [...] lív sítt. Síðani fann hann børnini deyð í kjallaranum. Clancy yvirlivdi, men fekk álvarsligar løstir og situr í dag í koyristóli. Verjin hevur ført fram, at hon í fleiri mánaðir hevði havt álvarsligar [...] hon hinvegin fríkend, vegna mentalu støðuna í brotsløtuni, verður hon flutt á eitt psykiatriskt sjúkrahús. Málið verður viðgjørt við dómstólin í Plymouth í Massachusetts.
Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður. Fyrru ferð var í juli mánaði, tá Skótahjálpin lat 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í sambandi við jarð [...] jarðskjálvtarnar í Venesuela. Skótahjálpin er skipað soleiðis, at á hvørjum ári letur Skótahjálpin pening til tvær vælgerandi verkætlanir – eina í Føroyum og eina í útlondum. Harumframt verða í minsta lagi [...] inn pening til Skótahjálpina fer fram í viku 39 á hvørjum ári, so í næstum fara skótar aftur at ganga hús í hús at savna inn pening til Skótahjálpina.
norskar krónur, sum svarar til stívliga 15 milliónir í okkara peningi. NRK veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til sakarmálið [...] Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi. Økokrim í Noregi [...] størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent í árunum, 2018 til 2023
Í august vórðu 29 nýggj Toyota-akfør skrásett í Føroyum. Tað er næstan tvífalt so nógv sum Nissan, sum við 15 akførum var næstmest selda merkið í mánaðinum. Volkswagen kom á triðja pláss við 12 nýggjum [...] fleiri enn Renault higartil í ár og 81 fleiri enn Nissan. Serliga merkisvert er eisini, hvussu væl Renault stendur seg. Renault er næstmest selda akfarsmerkið í Føroyum higartil í ár, hóast merkið ikki er [...] mest seldu í august. Akstovan hevur tøl fyri mest seldu akfarsmerkini heilt aftur til 2008, so gongdin kann eisini samanberast við undanfarin ár. Toyota er mest selda akfarsmerkið í Føroyum bæði í august og
5000 umsøkjarar til sendingina í ár, og tað er metnógv. Anna Røskva var til upptøkuroynd í fleiri umførum, og hvørjaferð blivu nøkur sáldaði frá. Ein upptøkuroynd var í januar, og tá vóru tey 30 luttakarar [...] baka í henni, skuldi okkurt komið uppá hana. - Men eg hugsaði, hvussu ofta fái eg hendan møguleikan? At vera í troyggjuni hevði eisini tann fyrimunin at Anna Røskva ikki bleiv køld, tí tað var kalt í teltinum [...] Mamman er kortini við á annan hátt, Anna Røskva er í troyggju síni til føroyska búnan. Hetta er ein serstøk troyggja, sum mamman bant uttan uppskrift, og í trimum litum. - Mamma náddi at gera hana lidna,
til besta spælara í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august mánaði —————— Fult umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum var spælt sunnudagin. Á Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ 4-0 á Víkingi, og í Gundadali vann HB [...] HB 5-0 á Skála. Í niðara bólki vann ÍF 4-2 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og á Dungasandi í Sørvági vann 07 Vestur 2-1 á B36. Áðrenn dystin í Sørvági tók Livyan Silva hjá B36 ímóti heiðurinum sum besti [...] besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august mánaði. Tær tilnevndu vóru Durita Hummeland og Sanna Svarvadal úr KÍ, og Livyan Silva úr B36. Og tá atkvøðugreiðslan á sona appini endaði, hevði Livyan