tíðina, og at hon tískil kann sleppa undan teimum óvissum sum fyrst og fremst vóru við kvotaskipanini, men sum eisini kunnu vera við eini politiskari skipan, har landsstýrismenn skifta títt og har somu [...] Skipanarnevndini. Og at hetta var tilætlaður politikkur fekst váttað í vikuni, tá Jørgen alment boðaði frá eini nýggjari skerjing, áðrenn nýggja frágreiðingin yvirhøvur var kannað og viðgjørd í landsstýrinum [...] negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari
religión og annað. Ja, tíðirnar broytast, og vit broytast við, men Andras Róin er kortini ikki broyttur meiri enn so, enn at hjartað hansara framvegis bankar fyri tolsemi og sosialum rættvísi, og tað bankar [...] tað vil siga ikki bert verkfrøðingum og teknikarum. Hetta var um sama mundið sum almen telemonopol vórðu privatiserað, og sum førdi til kapping á økinum, og tá Jydsk Telefon søkti eftir fólki sum [...] hví valdi tú so hetta fram um tað, tú hevði? - At fáa eitt avbjóðandi stjórastarv og sleppa heim aftur til familju og vinir í Føroyum fekk vágskálina at koppa norðureftir, sigur 44 ára gamli Andras
hinumegin, og fáa tí bara ítað av sum frægast og skipað okkum samsvarandi tí. Ongin sjuntur er á lívinum, sum menniskja kann flyta eftir vild og huga, og stríðið og menningin frá araldstíð heldur fram. Og soleiðis [...] er aftur nakin innan - stendur kúrr og týðir grasið. Og garðarnir eru rapaðir. Heimurin líkist meira og meira éinum samfelag harið tjóðirnar, tær ymsu mentaninar og ymsu trúðarrætningarnir eru frábrigdini [...] fakfeløgini og vinnufeløgini, ímillum ráfiskaseljarar og ráfiskakeyparar, ímillum politisku skipanina og vinnuna um hvørjir teir optimalu karmarnir eru, sum geva tað mestu menningina til eina og hvørja tíð
sjónarring og søgu enn onnur støð. Sigst, at navnið á bygdini stavar frá eini søgn úr 16. øld tá Doffin og sonur hansara róðu út vestanfyri. Eitt franskt skip lá og bíðaði eftir líkindum, og teir báðir [...] m, Doffanum og soninum, í Fámjin, og tí sigst, at fólk í Fámjin enn hava franskt blóð í æðrunum. Navnið á fjallinum, Gluggarnir, bera boð um útsýni og víðskygni. Jú, evropeisku røturnar og sjónarringurin [...] føroyskum flaggi, og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipssíðurnar. Kríggið var Føroyum dýrt, tí nógvir føroyskir sjómenn sjólótust, konur gjørdust einkjur, og børn faðirleys
Konstanz og víðari gjøgnum býirnar Geisingen, Neustadt og Titisee móti Freiburg. Og her, á tí seinasta strekkinum er Ravennagjógvin, eitt umráði við dølum, kluftum og gjáum, undurvakurt, stórbært og ørandi [...] til breiddar og hálvaaðru sponn djúpar. Hvar tú gongur, sært tú hesar streymandi løkirnar, sum rína sissandi og lekjandi við sinnið. Hundar svala sær á í teimum, og børn lata seg skóleys og vassa, meðan [...] meðan mammurnar sita á vegnum og rinda møðina. Hesir løkir hava altíð verið og rópast die Bächle. Silva nigra Áðrenn Freiburg og Colmar og aðrir býir í hesum umráði vórðu bygdir, var øll tann stóra víddin
hugnaligt inni og tú unnist væl. Tað, sum undraði meg mest, tá ið vit koma inn í kirkjuna, var at uppliva tann dámin og tann farra av trygd, sum var at merkja. At hoyra og síggja prest og degn og kirkjufólk [...] kundi tú í mesta lagi loyva tær at teska. Tá var tað bert prestur, ið hevði orðið - og so deknur tvey orð av og á. Og so skuldu øll hini bara tiga, og annars syngja við, tá ið tey skuldu. Tað kundi koma fyri [...] hálvlá og hálvsat hann so sum eitt deytt, og tá ið onkur kom framvið og ætlaði sær inn, tók hann knapliga upp við hondini - tá hvukku tey við og fóru rundan um hann í stórum buga, bæði børn og vaksin.
ringum standi, og heldur fram: “De øvrige Pladser eller Gaarde ved dette Bøjgdelag ligge dybere inde i Bugten, og disse ere Heggji, Ørerange og Signabøe;...Heele Bøjgden har 24 Familier og 55½ Mark Jord [...] er heilt greitt talan um garðar (býlingar) og ikki bygdir! Í bókini Lív og Lutir, frásagnir úr Hoyvík og av Hvítanesi eftir Janus Mohr eru bandaðar og seinni avskrivaðar frásagnir frá Olafi Mohr [...] myndini, hevur altíð itið Inni í Firði (í Kollafirði), og hongur saman við tí, at fyrr var bygdin í tveimum: Úti og Inni í Firði. Øll Líðin og meira til lá tá óbygd. Áðrenn meira verður sagt um evnið
Suðuroyarfirði og eftirspælið í hesum drama kenna tey flestu. Kappróðurin er av fyri í ár. Tit, sum av hugi og lívsins kreftum hava togað í árarnar á føroyskum firðum og vágum í summar, og tit sum hava stýrt [...] amfiteatri, og fylgja gongdini og menningini hjá teimum, sum flóta frá Norðoyastevnu fram til tjóðarhátíðina. Menn standa við kikarum spentir og eygleiða, aðrir stima um kapp við bátarnar og so eru tað [...] við glímingini, at rætta tong og sjómanstakinum, er róðurin ein partur av okkara frumsamleika. Vit komu rógvandi, gamaní við hjálp frá segldúkum, vindi og ráki, til landið, og í mong hundrað ár var megin
við teimum bestu og mest royndu leikarunum, og úrslitið varð javnleikur 2-2. Hetta varð mett sum krúnan á verkið eftir eina góða og drúgva ferð við trimum sigrum, trimum javnleikum og tveimum tapum. Millum [...] fótbólti var uttanlands og royndi seg. Hetta var ein forkunnug og drúgv ferð til Íslands í august 1962 hjá 16 vónríkum dreingjum, sum spældu á dreingaliðunum í Havn. Vit vóru 14 úr HB og høvdu lænt tveir B36arar [...] var eg yngsti maður í ferðini og John Eysturoy næstyngstur. Í eldra endanum vóru Sverri Jacobsen, Baldvin Baldvinsson og Knút Thorsvig. Sjálvur var eg akkurát fyltur 15 og komin á dreingjaliðið hetta
gingu í skúla, og fólk høvdu fría sjúkratrygging og tannlækna. Mamman kundi enntá ganga heima, so fræg vóru korini. Samstundis varð landið útbygt við vegum, brúm og øðrum hentleikum, og landið hevði haraftrat [...] Kursirnir fara at falla, og tín pensjón verður minni verd. Virðið á tínum húsum fer at falla, og vit fara at síggja fleiri húsagangir. Eigur tú eina fyritøku, kann gerast verri at fáa lán, og truplari verður eisini [...] sum George Bush og hansara partamenn í republikanska flokkinum hava staðið fyri, og í filminum ger hann upp við kapitalismuna sum eina fyrilitaleysa hugsjón, ið fjálgar um tey fáu og tekur arbeiðini frá