væntar, at teir næstu mánaðirnir verða heldur kaldari í Norðurevropa, enn teir høvdu verið, um einki gos var. Aðrir veðurlagsgranskarar siga, at gosið í Íslandi er alt ov lítið, til at tað fer at ávirka [...] Kanningar fyrr hava víst, at veðurlagið ofta kølnar aftan á stór eldgos, tí øskan forðar sólstrálunum at koma niður á jørðina. Amerikanski veðurlagsgranskarin Sebastian H. Mernild heldur, at tað sama kann henda [...] ella hitan. Teir vísa eisini á, at øskan úr gosinum í Eyjafjallajøkli er ongantíð farin meiri enn einar 10 kilometrar upp í loft, og at hon skal væl longri upp fyri at ávirka veður og hita.
serviðgerð uttanlands vístu, at tað var líkt til, at tað fór at vera ein meirnýtsla í hesum fíggjarárinum. Tí boðaði landsstýrismaðurin í heilsumálum sjúkrahúsunum frá, at einans sjúklingar við bráðneyðugum [...] tørv á viðgerð uttanlands, at fara av landinum. Løgtingið samtykti í fyri løtu síðan at játta 3 milliónur krónur eyka til serviðgerðir uttanlands. Í summar var neyðugt at tátta í, tí framrokningar av [...] verða ávístir til viðgerðir uttanlands. Heilsumálaráðið fer nú at boða leiðslunum á sjúkrahúsunum frá, at avmarkingarnar kunnu takast burtur so at sjúklingar aftur kunnu sendast uttanlands sum vant.
fanst í dag at avgerðini hjá ísraelsku myndugleikunum at byggja fleiri íbúðir í Eysturjerusalem. Kanslarin segði, at avgerðin reisir spurningin, um ísraelska stjórnin yvirhøvur er til reiðar at semjast um [...] segði, at hetta er ein spurningur, sum ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eigur at fáa, og sum hann eigur at svara. Týski kanslarin bað ísraelsmenn og palestinar arbeiða saman fyri at finna [...] tiltøk, sum kunnu forða fyri friði. ST og USA hava boðað ísraelsku stjórnini frá, at tey eru sera misnøgd við avgerðina at byggja fleiri íbúðir í Eysturjerusalem.
Myndugleikarnir í Kina umhugsa nú at broyta lógina, sum bannar hjúnum at fáa sær meiri enn eitt barn. Almennu fjølmiðlarnir siga, at eftir ætlanini skulu hjún sleppa at fáa sær tvey børn, men broytingin [...] 2015. Í 1979 gjørdu kinesisku myndugleikarnir av at nokta hjúnum at fáa sær meiri enn eitt barn, tí fólkatalið vaks ov skjótt. Avleiðingin hevur verið, at genturnar eru vorðnar munandi færri enn dreingirnir [...] teir kunnu tryggja teirra aldurdóm. Ein onnur óheppin avleiðing er, at nú eru ov fáar hendur til at varðveita ferðina á búskapinum og at taka sær av teimum eldru.
amerikonskum fregnartænastum, at tað var eftir beinleiðis boðum frá ISI, at menn hjá Haqqani-rørsluni søktu at fleiri málum í Kabul tann 13. septeber. Keldurnar leggja afturat, at hetta er ikki váttað enn. [...] myndugleikarnir siga seg hava fingið fleiri ábendingar um, at pakistanska fregnartænastan ISI hevur eggjað uppreistrarrørsluni Haqqani til at søkja at amerikonskum málum í Afghanistan. Rørslan hevur høvuðssæti [...] Mike Mullen, hevur kravt, at pakistanska stjórnin tekur stig til at loysa trupulleikarnar við Haqqani-rørsluni. Kravið varð sett fyrr í vikuni, skrivar AFP og leggur afturat, at Haqqani-rørslan verður mett
Keldur siga, at myndiirnar eru ógvusligar á at líta og vísa, at bin Laden var skotin í andlitið. Politikararnir hava mælt stjórnini frá at almannakunngera myndirnar, tí teir bera ótta fyri, at tað kann koma [...] ikki at almannakunngera myndir av tí deyða yvirgangsleiðaranum fyri at prógva, at hann er deyður. Enn hava Hvítu Húsini ikki sagt, hví forsetin hevur tikið hesa avgerðina. Fleiri amerikanskir politikarar [...] USA fer ikki at almannakunngera nakrar myndir av líkinum av Osama bin Laden. Tað hevur Barack Obama, forseti, avgjørt. Í CBS-sendingini ?60 Minutes?, sum verður send sunnudagin, sigur Obama, at hann fer ikki
fari at heita á teg um at lata vera við at koma við tílíkum ákærum. Eg fari samstundis at vísa tær á møguleikan tú hevur at klaga til fjølmiðlanevndina, um tú er misnøgdur og heldur okkurt vera at klaga [...] gera greitt, at tíðindadeildin leggur stóran dent á óheftni í okkara virki. Fari aftur at vísa á, at tíðindaflutningur okkara í Eik málinum bygdi á skjøl, sum vit høvdu fingið innlit í, og at hetta vóru
kommunu at kóka drekkivatnið. Kanningar vístu, at tað vóru bakteriur í vatninum, sum bóru við sær, at kommunan heitti á borgararnar í øllum trimum bygdunum – á Nesi, Toftum og í Saltnesi – um at kóka vatnið [...] arbeitt við at fáa bilbukt við trupulleikan. Eitt nú er vatn runnið úr brandpostunum, og tað hevur havt við sær, at trýstið hevur verið lægri, og at tað í styttri tíðarskeiðum er komið fyri, at einki vatn [...] vatn hevur verið. Í dag boðar Nes kommuna frá, at trupulleikin er loystur, og harvið ber tað aftur til at drekka kranavatn.
ásannar, at Liga Cup kappingin er ein góð inntøkukelda hjá liðunum í teimum lægru deildunum, men hann heldur, at møguleikin at droppa Liga Cup kappingini eigur at umhugsast. Ralf Rangnick heldur, at dystirnir [...] aðrir høvuðsvenjarar í Onglandi, at dystarskráin hjá ensku liðunum er alt ov rokað. Ralf Rangnick heldur, at Liga Cup steypakappingin eigur framyvir at droppast fyri at taka atlit til heilsuna og trygduna [...] dystirnir sum standa á skránni til 2. og 3. jóladag eiga at spælast, soframt korona-støðan loyvir tí. Manchester United skal sambært skránni spæla móti Newcastle United á útivølli triðja jólakvøld klokkan 20
ætlanin, at HB í europeisku meistarakappingini skuldi spæla á heimavølli. Tað varð av ongum, tí UEFA metti koronastøðuna í Føroyum at vera ov tyngjandi. Nú er tað greitt, at HB heldur enn at spæla í Gundadali [...] Gundadali í aðru viku skal at ferðast, og at leiðin gongur suður til Adriatarhavið og Albania. HB heimasíðan veit at siga, at hálvfinalan verður spæld týskvøldið 22. juni klokkan 20 lokala tíð, sum er klokkan [...] føroyska tíð á Niko Dovana Stadium í býnum Durrës. Um tað eydnast HB at vinna seg víðari úr hálvfinaluni, so fara føroysku meistararnir at spæla finalu fríggjakvøldið 25. juni. Finalan verður á Elbasan Arena