Mittelstein, sigur, at teir eru sera fegnir um, at Jákup hevur valt at halda fram í HB. - Vit meta, at Jákup er ein leikari, sum kann lyfta støðið á liðnum. Samstundis tykist tað sum um, at Jákup er follin [...] hann um at koma til samráðingar um komandi kappingarár, men landsliðsmaðurin heldur, at tíðin er ikki búgvin til, at hann vendir aftur til barndómsfelagið. Sjálvur dylur Jákup á Borg ikki fyri, at ein av [...] av høvuðsorsøkunum til, at hann og HB longu hava gjørt eina avtalu fyri komandi kappingarár, er tann, at landsliðsmaðurin á tann hátt sleppur undan at hugsa um næsta ár, tá farið verður undir endaspurtin
kanning, ið vísir, at áhugin fyri at leggja alla oynna saman er stórur. Tað er lítið at ivast í, at fyrimunirnar við samanlegging eru størri enn vansarnir. Hinvegin eigur ein ikki at lata eyguni aftur fyri [...] Oddagrein Spurningurin um at leggja allar kommunurnar í Suðuroy saman í eina kommunu er nú aftur komin upp at venda. Ikki so at skilja, at her er talan um ítøkiliga ætlan, men meira um ein spurning til [...] framd, verður torført at finna argument ímóti oynni sum eina kommunu. Tá oyggin er ein kommuna, fer tað at vera nógv høgligari at veita borgarunum tær tænastur, ið ein kommuna eigur at veita. Tá oyggin er
ikki tykjast at vera so stórar, at tær ikki kunnu loysast. Einhvør samgonga tolir eitt vist mát av ósemjum. Eitt ávíst mát av ósemjum er enntá gagnligt, tí flokkar mugu sleppa at markera, at teir eru ymiskir [...] Tey flest mugu væl nú ásanna, at sjálvstýrismálið má loysast fyri eitt langt áramál fram. Flestu føroyingar munnu eisini vera samdir um, at tað hevur stóran týdning at fáa til vega eina breiða semju um [...] ávísir tingmenn fram við at føra politiskar samráðingar gjøgnum fjølmiðlarnar og at grava skotgravir, so kann hetta føra til so stórar politiskar trupulleikar flokkana millum, at samgonguni í versta føri
lægri. - Hetta var at kalla sum vit høvdu væntað. Vit høvdu ikki væntað, at tað fór at vera gravgangur eftir at keypa Farmaleiðir og vit høvdu heldur ikki væntað okkum, at tilboðini fóru at vera stórt hægri [...] sigur, at nú verða tey ymsu tilboðini samanborin og so verður endaliga støða tikin um søluna. Hann sigur, at ætlanin er at avgreiða søluna skjótt og at tað helst verður longu í nøstu viku, at avgerðin [...] sum komu inn upp á at keypa Farmeleiðir hjá Strandferðsluni. Tá ið avgerð varð tikin um at einskilja Farmaleiðir hjá Strandferðsluni, vóru tær bodnar út í almennari sølu. Freistin at lata inn tilboð, var
fíggjarætlanini hjá okkum átti tað ikki at borið til at gera ein part til hvønn dag, men vit hava nøkur ótrúliga dugnalig fólk, sum gera, at tað ber til nú triðja árið á rað at hava jólakalendaran dagliga, sigur [...] gjørt burtur úr at gera býlingin jólaligan, og tað er einki at taka seg aftur í, at børnini fáa jólaljós í eyguni, tá ið tey síggja hugnaliga umhvørvi. Eitt annað, ið nógv børn vilja hava at vita, er hvat [...] hvat jólakalendarin í ár fer at snúgva seg um, men Herluf Sørensen hevur ikki til at avdúka ov nógv. - Eg haldi, at vit ikki siga ov nógv, so at børnini kunnu gleða seg í frið og náðum, sigur hann. Eins og
ásett. FIFA ger tó vart við, at ásetingarnar í altjóða fótbóltslógunum eru greiðar. Nevnliga at øll limalond skulu hava eina reglu um, at feløg og lilmir annars ikki hava loyvi at fara í rættin við fótból [...] inum. Biðið verður at enda um, at FIFA verður støðugt kunnað um málið, og at tey í seinasta lagi tann 11. juli hava fingið boð um, hvat víðari er hent í hesum. Eingin ivi er um, at brævið frá FIFA leggur [...] m var, at FSF síðani fútabannið varð sett í gildi, hevur havt samskifti við FIFA, sum hevur sína greiður støðu í málinum. - Fyrst og fremst, so mugu vit siga, at hetta er eitt mál, sum eigur at verða avgreitt
hundrað ár, at tað sjálvsagt er rætt at mótmæla. Føroya løgting átti sjálvsagt eisini at nýtt høvið, nú Fólkatingið skuldi gera av, um danska stjórnin skuldi fáa loyvi at halda fram við at hava danskar [...] løgtingið ímóti at stuðla danska luttøku í krígnum í Irak. Vit hava her fleiri ferðir gjørt vart við, at tað er meira enn løgið, at Danmark fer upp í eitt kríggj í Miðeystri. Hetta hevur einki at gera við stuðul [...] vit hava samstundis víst á, at innrás í Irak var ikki loysnin at sleppa av við hann. Danmark hevur als ongar siðvenjur fyri at føra kríggj, og tað virkar heilt margháttligt, at hetta lítla, dámliga og friðarliga
skilji als ikki at tú ikki ert her hjá mær meira, eg havi vóna, at hesin dagurin aldrin fór at koma, har tú ikki ert ímillum okkum longur, men soleiðis er lívið nú einaferð. Tú fert altíð at hava eitt stórt [...] Um tú ikki var inni tá eg kom norður at vitja, ja so visti eg altíð hvar eg skuldi fara at leita eftir tær. Minnist serliga at tú og aðrir eldri menn, plagdu at sita á tí stóra rekatrænum niðri á keiðuni [...] ógvuliga tómt at koma til Eiðis, har tú ikki situr í vindeyganum og veittrar, men mest tómt verður tað hjá ommu. Allar tær góðu løturnar saman við tær, fari eg at sakna. Ja tað verður ringt at siga hvat eg
høvið at hoyra tær. Guðrun sigur, at henni dámdi væl at luttaka á konsertini í Falconer Salen, og at tað verður stuttligt at syngja saman við hinum báðum aftur. Livir av tónleiki Guðrun sigur, at hon veit [...] hevur ætlanir um at spæla eina demo inn og royna at fáa samband við onkrar útgevara, ið vil gera ein fløgu við henni. Til Føroyar í januar Guðrun Sólja Jacobsen sigur, at hon gleðir seg til at sleppa til Føroyar [...] framtíðin hevur at bjóða, men í løtuni livir hon av tónleiki, og hettta ætlar hon sær vónandi at blíva við við. Men hon vil fegin hava eina útbúgving at detta aftur á, og hevur avgjørt, at hon vil gerast
rúsdrekka eru: ? at tær henda um náttina ? at tær henda í vikuskiftinum ? at talan er um álvarsamar vanlukkur ? at bara ein bilur er uppi í, t.e. bilurin hjá tí drukna bilføraranum ? at menn hava skuldina [...] promillu av alkoholi í blóðinum. Fyri betri at skilja hetta, skal her verða gjørd ein roynd at flyta kanningaúrslitið til føroyska samfelagið. Latum okkum siga, at ein tilvildarligan dag, er triði hvør bilur [...] tveir í Suðuroy. Havast skal í huga, at hetta eru miðaltøl, og allar royndir vísa, at verri er t. d. í vikuskiftinum og tá serliga um náttina. Nú vil onkur kanska siga, at tá ið bara 3 av 1000 bilførarum eru