er eitt tiltak, sum má setast í verk so líðandi yvir eitt longri áramál og tí fer tað heldur ikki at geva landskassanum fleiri inntøkur við tað fyrsta. Ingeborg Vinther er ikki ósamd í tí sjónarmiði, at [...] møguleikan fyri at niðurlagað rentustuðulin so líðandi, men tað má sjálvandi ansast eftir, at teppið ikki verður rykt undan nøkrum - Eg haldi, at tað er rætt at samgongan fer undir at kanna møguleikan fyri [...] rentustuðulin fyrst og fremst er ein stuðul til bankarnar og tað einasta, hann elvir til, er at húsini verða dýrari, enn tey annars høvdu verið, var ongin rentustuðul. Og hon dugir ikki at síggja nakað endamál
ferð ger, at møguleikin hjá øðrum er størri at koma á liðið. Tað havi eg hugsað. Tað er venjarin, sum setur liðið, men eg skal ikki dylja, at tað hevði verið ein góð kensla hjá mær, um hann hevði gjørt av [...] Enn hevur Heðin á Lakjuni ongantíð verið á landsliðnum frá fyrsta bríksli. Um hann verður tað hesa ferð, var einki sagt um, tá landsliðið í gjár legði síðstu hondina á fyrireikingarnar til dystin ímóti [...] at eg skuldi fáa møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu. Tað havi eg ongantíð áður havt, sigur Heðin á Lakjuni. B36 maðurin hevur ikki nervar: ? Tað hevur gingið væl í B36 í ár, og vit hava allir stórt sjálvsálit
fleiri mál, hon kundi hugsa sær at reist, serliga um tíðin var longri. Eitt nú heldur hon, at spurningurin um umhvørvi liggur á láni, tí tað vísir seg, at landið leggur alla ábyrgdina av umhvørvispolitikkinum [...] verið umrøtt eitt sindur og tað er spurningurin um fosturtøkur. Har ásannar Elin Lindenskov, at hon er grundleggjandi ósamd við landsstýrismannin í tí, hann hevur ført fram. ? Tað er nógv betri, at onki hendir [...] Jacobsen, sum er á ST fundi í New York. Men hon ásannar, at hetta er ógvuliga deydlig tíð í tinginum, so tað verður ringt at gera hol í sjógvin hesa tíðina. Hon sigur ,at hon fer at taka virkið lut í teimum málum
fótbólturin raðfestur fremri enn hondbólturin. Men spell heldur Kirsten Ludvig tað vera, tí liðið var gott, tað tíð tað var. Á veg uppaftur Annars heldur Kirsten Ludvig, at kvinnuhondbólturin er á veg uppeftir [...] Tey hava ikki gjørt tað, tí tey hava havt tíð og hug til tað. Men tí tey hava kent seg noydd til tað. Og tað er mark fyri, hvussu leingi tú kanst trýsta fólk til eitt arbeiði, tey ikki hava tíð til. Tí [...] og drongjum dottin heilt niðurfyri. Fótbóltskappingin blívur longri og longri, og strævnari og strævnari og í eini bygd sum í Vági eru tað somu drongir og menn, sum eru uppií báðu. Tí verða teir noyddir
Menningarstovuni var við til at skipa fyri føroyska básinum. Atlantsflog var so eisini partur av føroyska básinum í Aberdeen og nýtti Magni Arge høvi at vitja messuna. Hann heldur, at tað er ein kveikjandi [...] øgiliga tengt at, hvussu tað fer at eydnast hjá Statoil komandi ár. Um boringin fer at hepnast hampuligt, og tað verður áhugavert út frá einum jarðfrøðiligum sjónarmiði, so er tað gott. Men verður úrslitið [...] Hetta er sjálvandi tí, at tað verður eitt ávíst virksemi næsta ár. Og eitt felag sum Chevron hevur latið okkum vita, at teir eru rímuliga áhugaðir at seta okkurt í verk í 2007. Og tað tykist eisini sum at BP
– um tað er til pápan ella mammuna. Men í dag hevur Javnstøðunevndin víst á, at tey ikki taka undir við, at tað skal vera frítt, og Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi heldur eisini, at tað skal [...] tí samlaða, so økir man kvotuna hjá pápanum til áleið 13%. Og tað er eitt stig rætta vegin, heldur Katrin Kallsberg. - Tað verður sagt, at tað ikki altíð ber til hjá pápunum at fara heim orsaka av tí arbeiði [...] ”tvinga” páparnar heim. Men tað er sjálvandi eisini ein spurningur um rættindi til páparnar, sigur Katrin Kallsberg. Í Íslandi hava tey markað ein stóran part til páparnar, og tað vísti seg, at so skjótt hetta
eitt av sterkastu vápnum hjá SÍ, og tað var eisini blokkurin, sum tryggjaði teimum seinasta og avgerandi stigið í dystinum. Men tað stuttliga var, at tað hesaferð var lægsti maður á liðnum, Kaj á Stongum [...] so ikki meir um tað. Samanumtikið bleiv finalan ongantíð serliga spennandi, og tað var spell. Bara í øðrum setti beit ÍF frá sær, men annars var munurin á liðunum ov stórur til, at tað nakrantíð kom veruligur [...] So SÍ var risastórur favorittur. Sørvingar stillaðu við sterkastu manning og høvdu enntá fingið veteranin Annfinn Joensen við eisini, so her skuldi ikki verið tað stóra at tosa um. Og tað bleiv tað heldur
einum køliskápi, sum var fult av ølfløskum. Takk fyri tað, segði Lars Løkke Rasmussen, sum javnan verður prikaður við, at honum dámar væl eina øl. - Eftir 10 tímar av orðaskifti er tað trupult at vera so [...] vinmann at drekka øl. Køliskápið var fult av øli, og verturin gav leyst. Eftir nakrar øl spurdi hann, um gestirnir nú eisini vistu, hvør átti ølirnar, ið teir drukku. Tað gjørdi Lars Løkke Rasmussen, svaraði [...] hann køliskápið standa fult av øli. - Takk fyri tað. Hetta er eisini eitt slag av blokkstuðli, segði Sjúrður Skaale flennandi móti Lars Løkke Rasmussen, ið var skjótur at biðja um orðið. - Vit liva í eini
Tað var í nátt, at løgreglan í Klaksvík hevði trupulleikar av útlendskum sjómonnum. Í fyrstu atløgu varð løgreglan boðsend tí ein sjómaður leikaði í inni á einum skeinkistaði, har hann breyt ein rút. Løgreglan [...] talan kann vera um fleiri. Løgreglan hevur síðani einki frætt frá nøkrum, sum manglar eina súkklu. Men tað er eingin ivi um, at onkur er góður við súkklurnar, tí tær eru allar í góðum standi og lata til at
túrinum. Hetta var ein fullur túrur í longd, og hetta er so ein byrjan, sum hann tekur til. Reiðarin vísir á, at fiskiskapurin eftir gulllaksi kann vera rættiliga skiftandi frá degi til dags, og tað vísir seg [...] Gulllaksavertíðin er júst byrjað, og aftur í ár eru tað trý partrolarapør, sum eru farin á gulllaksaveiði eins og undanfarnu mongu árini. Tvey av skipunum eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum hava partrolað [...] seg vóna, at vertíðin fer at eydnast. In.fo kann leggja aftrat, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru inni aftur í dag við 315 tonsum av gulllaksi, sum teir leggja upp á Toftum.