víst at vit vilja nakað og at vit gera nakað við tað, t.d. at vit geva næmingum betri møguleika at fara í grannalond at nema sær vitan og eisini at vit vilja styrkja norðurlendsku stovnarnar í Útnorðuri [...] eisini av stórum týdningi at vit halda tætt samband við grannalondini í útnorðuri. Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland hava søgulig bond sum vit ikki eiga at gloyma og vit eiga at halda hesi bondini viðlíka [...] at hetta eru nógv vøkur orð og nógv pappír? ? Nei, tí menniskju eru ikki pappír, og tað er sambandið millum menniskjur sum skal byggja hetta samstarvi og tað er millum menniskjur alt byrjar. Vit hava víst
Richard Schwartson Vit minnast óiva tekningina av lívsíns træi í samband við menningarlæru Darwins frá barnaskúlanum. David Berlinski ?Á sín mest einfalda hátt verður upprunin til lívið sambart menningarlæru [...] heldur familjubandið fram niðureftir - okkara cosa nostra - allan vegin niður eftur buli lívsins, til vit koma til eina einstaka heilt einastandandi kyknu, sum í sínum samanballaðu kromosomum goymir søguna [...] stavar aftur frá einum felags uppruna, eini felags frumkyknu.? Arvaeginleikar frá grannum Í dag vita vit frá nýggjastu granskingini innan mikrobiologi, at arvaeginleikar hjá m.a. bakterium sum flytast horisontalt
hevði svarta fólkið móti Herlufi Hansen. Vápnahvíld Av Oyrabakka frætta vit, at annað umfarið, sum var á skránni sunnudagin, og sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, var heilt blóðugt, um tað ber til at siga tað [...] og tað var serliga orginali Fxc7 leikurin, sum varð nógv umrøddur. Hesar reglurnar eru skrivaðar fyri at tey, sum eru áhugað, men sum ikki út í æsir fylgja við, kunnu hava eina hilling á, hvussu tað gongur [...] ar, vóru mánakvøldið komnir á stigatalvuna. Tá vóru trý umfør løgd afturum. Við øðrum orðum kunnu vit siga, at triðingurin av kappingini var farin, tá teir fyrrapartin í gjár settust aftur við borðini
løgdu vit einki í, tí vit uggaðu okkum við, at tá vit komu til høvuðsstaðin Godthaab – residensstaður landfútans – mundu vit ivaleyst fáa alt okkum tørvaði og meira til. Men brátt skuldu vit vakna við [...] var ikki lendandi har, fyrr enn vit komu í læ av henni. Vit rýmdu nú av skipinum, sum sakk ikki langa tíð aftaná. Tað mesta av klæðunum og eitt sindur av mati fingu vit tó bjargað. Oyggin var óbygd, og [...] lógu inn móti meginlandinum, settu vit ein bumm upp við tveimum fløggum á, tí vit vóru ikki heilt vísir í, hvar vit vóru staddir. Um náttina var stormur og regn, so vit vóru illa komnir á holdi av kulda
Soleiðis kundu vit hildið á at reksa upp eina rúgvu av orðum um Robert Mc. Birnie, enska sørvingin úr Vági, men so høvdu vit ikki fingið alt tað við í heilsanina, sum vit so fegin vilja senda tær nú, tú rundar [...] okkum tónleik langt inn undir húðina. Vit hava lært nógv og kunnu vit siga, at vit onkursvegna hava flotið runt í einum upplivilsisheimi saman við tær, har vit hava heilsað uppá og hitt nógv serstakliga [...] og abbi. Eingilskmaðurin í tær er gentlemaðurin, vit kenna. Tað er tann høviski og væl klæddi maðurin, ið hevur ta áskoðan, at ítróttarklæðir eru til ítrótt, og skalt tú á matstovu, ert tú altíð “dressed
vitjaði W. AGLOW, sum er altjóða kristiligur kvinnufelagsskapur. Vit høvdu avtalað við Berit Sundet Olsen, sum nú er gift og býr í Leirvik, at vit skuldu tosa um viðurskiftini hjá smágentuni, sum pápin misbrúkti [...] løgreglumanni. Vit giftust, men eg var ikki forelskað í honum, tó at eg gjørdi alt fyri at verða houm til vildar. Tá vit høvdu verið gift í eitt ár, kom broytingin. Eg megnaði nú at geva kærleika, [...] stóra bóndagarðin, har vermamman búði, og vit giftust inn. Hann megnaði ikki at standa ímóti áganginum frá mammuni, og tað gjørdi lívið ótolandi fyri okkum. Tá vit høvdu verið gift í nøkur ár, kom lensmaðurin
Heðin Mortensen og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, hava ført fram, at beint nú eru tað nettupp hesir vegirnir, sum eru tann mest átrokandi samferðsluútbygging í landinum yvirhøvur. Og í longu í gjá [...] – Vit taka tað, sum eitt ótrúliga gott tekn, at eitt tað fyrsta, nýsetti landsstýrismaðurin í samferðslumálum, gjørdi, varð at kalla saman til fundar um vegirnar í sambandi við Eysturoyartunnilin. Talan [...] trýst annars á pílin undir myndini og hoyr Anniku Olsen greiða frá á FM1, hvussu hon sær støðuna beint nú.
tað enn, men á pinterest og instagram eru influentar farnir at vísa á, hvussu man kann nýta ráglas í innrættingini. Sum so nógv annað, so kemur alt framaftur, eitt nú hava nógv eldri hús hurðar við ráglasi [...] Alt kemur aftur. Eitt sum vit duga at síggja, ið hevur leitað sær vegin fram er ráglas í alskyns formum, bæði tá talan er um vatngløs, vasar og ikki minst glasveggir og hurðar. Seinnu árini hevur tað klára [...] ráglasi, so er tú ein av teimum, sum eigur hesar hurðar, so er tað ikki nú, tú skal skifta tær út. ##med3## Fermliving hevur framleitt eina seriu av gløsum, sum nevnast ripple glas. Fermliving nýtir sama snið
borgarstjórar á tingi. Tí hevur hann nú spurt landsstýriskvinnuna á økinum, Sirið Stenberg, um hon heldur at tað er ein prinsippspurningur at allir borgarstjórar í landinum eru javntsettir. - Heldur landsstý [...] er ílagi, at borgarstjórar, sum eru settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu sita í Løgtinginum, ella um hon ætlar at broyta nakað. Kári P. Højgaard reisir spurningin nú fleiri borgarstjórar eisini sita [...] - Vit skulu hava klokkuklárar mannagongdir fyri, um ein borgarstjóri sleppur at verða borgarstjóri og løgtingsmaður í senn. Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri. Longu fyrsta dagin
føroysku súkklararnir eru í toppformi. Tað er rættiliga stórur munur á frá tí at tey fóru undir venjingarnar til nú, sigur hann. Í fyrstuni skuldu summi skumpast upp ígjøgnum brekkur, men nú sita súkklarnar [...] ikki bangin fyri at teir ikki fara at klára upp við hvønn annan sosialt. - Vit hava tað ordiliga gott saman, tí súkklarnir eru positivir og grína nógv og tá ið liðið skal standa saman, gera tey eisini tað