má vera, at kommunur fáa fleiri øki at umsita. Nevnt hevur verið, at kommunur skulu fáa skúlaverkið, heilsuverkið og onnur øki at umsita. Sjálvur heldur hann, at kommunurnar eisini eiga at fáa onnur [...] Vestergaard sigur, at hann er talsmaður fyri at leggja Suðuroynna í tvær kommunur, tí hon er tvær náttúrligar eindir. Hann sigur, at bygdaráðið fer ikki at viðgera spurningin um at broyta kommunubygnaðin [...] onnur málsøki at umsita, sum náttúrliga hoyra heima hjá kommununi at umsita. Hann heldur eisini ,at tað er náttúrligt, at kommunurnar fáa ein størri part av skattinum at umsita til umsiting útbyggingar í kommununum
sjúkur við influensa. ? Tað kemur nokkso ofta fyri, at spælarar blíva sjúkir, tí vit venja so hart, at verjuskipanin hjá okkum viknar, sigur Julian, sum er frískur aftur og klárur at tørna út fyri Kongsvinger [...] til at givið monnunum, sum eru longri frammi á vøllinum, skyldina, men Brogeland hevur fingið teir at síggja, at vit allir hava ábyrgdina, sigur Julian Johnsson. Tað kom illa við hjá Kongsvinger, at Vålerenga [...] liðnum í 1. deild um upp- og niðurflyting. Hetta er ikki tað, felagið hevði ætlað, tá kappingin byrjaði, men soleiðis er støðan, og tí er lagið í Kongsvinger ikki serliga gott í løtuni. ? Nei, moralurin
plássinum (B36 hevur lið í 2. deild, men tað liðið er í stórum vanda fyri at flyta niður). Og bæði VB og FS Vágar hava eisini ein teoretiskan møguleika fyri at røkka triðja plássinum, men FS Vágar kann [...] Tað restar bert eitt umfar av 3. deild í fótbóltskappingini hjá monnum. Skálamenn hava langt síðani vunnið deildina og verða sostatt at síggja aftur í 2. deild komandi ár. Men stríðið um annaðplássið, [...] plássið rætt til dystirnar um upp- og niðurflyting, og her eru fleiri lið, sum kunnu fara avstað við hesum plássinum. Á triðja plássið í løtuni er B68, sum hevur 27 stig og málmunin 46-37. Nummar fýra er ÍF
í NSÍ. Hann sigur eisini, at teir við at gera tvey ára sáttmála vóna, at tað verður friður um venjaraspurningin tey bæði komandi árini, sjálvt um tað er innbygd í sáttmálan, at hann kann sigast upp um eitt [...] arbeiða við tí. Útgangsstøðan er, at vit vilja gera eina bonusskipan við spælararnar, soleiðis at tað, sum teir fara at fáa burturúr, verður tengt at, hvussu teir fara at standa seg. Hetta er ein skipan [...] er galdandi fyri 1999 og ár 2000, og ætlanin er, at jugoslavin, sum ikki bara skal venja, men eisini spæla við, skal hava ábyrgdina av besta og næstbesta liðnum hjá teimum vaksnu og eisini av unglingaliðnum
FCK vildu hava tey at vera. Tá tað nú verður sagt, at Kim Brink er settur fram til ársskiftið, man hava við tað at gera, at nevndin í FCK ynskir at geva honum ein nýggjan møguleika at vísa, um hann kann [...] megnaði í fyrra umfarinum. Fer hann at megna tað, so er ikki óhugsandi, at felagið fer at bjóða honum at halda fram. Eitt felag sum FCK vil helst ikki geva venjarum sparkið ov ofta. Verða úrslitini ikki nóg góð [...] fjølmiðlum verður sagt, at tað er ikki ónøgd í FCK, sum er orsøkin til, at venjarin hevur lagt frá sær. Orsøkin verður søgd at vera av familjuávum, og tað vil sið øðrum orðum siga, at talan er um álvarsama
gongur tað skjótari og skjótari at seta formarnar upp. Sum nevnt er skipanin soleiðis háttað, at tað ber til at stoypa ein grund upp í einari uppseting og gott og væl tað. Formarnir verða settir upp og so [...] Tað er eitt gamalt orðatak sum sigur, at mangt broytist á mansins ævi. Ikki er orðatak fest at nøkrum ávísum, men í hesum føri fara vit at brúka tað í sambandi við húsabygging. Tað er sjálvsagt, at tað [...] verkfrøðingablað og har sá hann eina søgu um eitt nýtt slag av formum til húsagrundir. Skipanin virkar á tann hátt, at plastikkelementir verða sett upp og so verða tey standandi aftaná at stoypiarbeiði er
Elisabeth Ekmann, og hana hoyrdi Brandur Øssurson, tá hann var í Álandi fyrr í ár. ? Hon er ein framúrskarandi góður framførari, sigur hann og sigur, at hann er sera fegin um at tað eydnaðist at fáa Ekman til [...] hendavegin og tað er ikki hissini umtalað Føroyar og føroyingar hava fingið uttanlands fyri henda festival. Ein festivalur, sum í allar mátar stendur mát við tað, sum upplivast kann uttanlands, bæði tá tað viðvíkur [...] leingi sum hann hevur gjørt, leggur hann afturat. Og tað er einki at taka seg aftur í, at undirtøkan hevur verið stak góð. Tónleikur við innihaldi Men hvat er tað so fyri tónleikur føroyingar vilja hava? ? Hyggja
Orsøkin til, at vit hava samskipað taliundirvísingina í Sernámsdepilin er fyrst og fremst fyri at veita børnum meiri regluliga undirvísing, men tað hevur eisini verið hugsað um lærararnar. Tað hevur verið [...] heilt burturvið. Og tá bert ein sálarfrøðingur er til taks hjá okkum, verður trýstið á ráðgevarnar ógvuliga stórt og ónøgdin stór. Tí er einki annað at gera enn at seta á bíðilista og bíðitíðin er umleið [...] hjá foreldrum og fakfólki at koma og tosa við starvsfólkini í Sernámsdeplinum um ivaspurningar í sambandi við børn. Henda ráðgevingin verður kallað tann opna ráðgevingin og ætlanin er at halda fram við
- man vera kendur um alt Føroya land. Her var tað, at Harald og Luffa í Gongini í fimtiárunum seldu frukt og grønt, sum tá var rættuliga forkunnug vøra at fáa á Føroyum. [...] seld, og tey verða í hesum døgum sett í stand til annað endamál - tey skulu hýsa eini hárfríðkanarstovu. Umframt Blákolluna helt eisini Baldursbrá til í húsinum. Nú eru kortini fleiri á síðani, at Frants [...] handlar - við nógvum og góðum tilboðum, ið smærru handlarnir ikki kunnu kappast um. Øll kendu Blákolluna, sum fyri eini tíð síðani lat aftur. Blákollan helt til á Áarvegnum í Havn, og hevur hon verið har
loysir seg í mun til at byggja ein flogvøll aðrastaðni. ? Tað er møguligt, at nyttan av einum nýggjum flogvølli hevði verið størri, og at almenni peningurin tí fyrst og fremst átti at verið nýttur til hesa [...] sum aðrar niðurstøður í frágreiðingini, og er orsøkin fyrst og fremst, at tað er ógvuliga óvist hvussu stórur partur av ferðsluni um Vestmannasund er tengdur at flogvøllinum, vísir verkætlanarbólkurin [...] Beiti ? Um so skuldi verið, at flogvøllur varð bygdur aðrastaðni í landinum, og hesin varð nýttur til alla uttanríkisferðslu, hevði hetta broytt fortreytirnar nakað. Tí er roynt at rokna samfelagsbúskaparliga