hava krav at fáa viðgerð, og tað er tí eisini uppgáva hjá kommunulæknum og heimasjúkrasystrum, at átaka sær hetta arbeiðið. Kaj Kallsberg sigur, at tað er steinur omaná byrðu, at sjúklingar verða so skjótt [...] seg um at læra at arbeiða við trupulleikum, og at duga at bera seg undan. Kommunulæknin heldur, at teir virka ikki so væl í sosiala lívinum. Læknin er móður av at tosa við fólk allan dagin, og hevur brúk [...] meir, sigur Kaj Kallsberg og vísir á, at myndugleikarnir mugu skilja, at málið er álvarsligt, og at áheitanin hjá Kommunulæknafelagnum er tekin um tørvin, og er tað mótsetta av at taka arbeiði frá hvørjum
hann, at tað var eitt mistak, kann væl vera, at hann hevur rætt, men tað er ein óvanliga óbúgvin atburður í Sosialinum í gjár at brigsla øðrum avleiðingarnar av avgerðini. Veruleikin er tann, at Teistin [...] At Sámal Petur í Grund angrar sínar gerðir, er eitt privat mál, sum hann onga orsøk hevur til at draga onnur inn í. Hann avgjørdi púra einsamallur og sjálvboðin at selja Teistan og harvið taka Smyril úr [...] hildið fram við uttan slit, og farleiðin hevur verið tøk síðani tá og nógv nýtt til útflutning av feskum flaki. Tí er tað heldur ikki satt, tá sagt verður, at møguleikarnir at flyta feskt flak um Skotland
áhugavert fyri íslendingar at føroyingar nú brúka teirra skipan, sum fyrimynd, so siga teir, at teir ongar ætlanir hava at leggja seg út í málið, men at teir, sum verða mann fara at fylgja væl við gongdini [...] Íslendska stjórnin lá ikki á boðunum og teir hava borið so í bandið, at ein professari við lærda háskúlan í Reykjavík fer at taka lut í fyrireikingararbeiðnum. Vitjað í Klaksvík og í Kirkjubø Meðan formansskapurin [...] landsstýrinum um fullveldi, hava vakt stóran ans í Íslandi. Eingin ivi er um, at tað at landsstýrið hevur lagt seg eftir at brúka íslendsku skipanina sum fyrimynd, hevur skapt ein serliga stóran áhuga í
kunning og royndir. Øll skúlasløg, har eitt breitt og fruktagott samstarv verður sett í verk. Gransking, har bæði londini hjálpa hvør øðrum við ráðgeving og vegleiðing, og um tað er møguligt, eisini at samstarva [...] aðurin í undirvísingar- og mentamálum heldur at føroyingar kunnu fáa nógv burtur úr at samstarva við íslendingar. Íslendska samfelagið er lítið og tí verða teir noyddir til at fáa sum mest burtur úr teimum [...] verður m. a. at ætlanin við samstarvsyvirlýsingini er, at ráðharrastovurnar í londunum báðum og teir skúlar og aðrir stovnar undir teimum hjálpa hvør øðrum, tá talan er um útbúgving, gransking og mentan. Hetta
verður sagt, at orsø.kin til tað er, at stórar broytingar eru hendar síðan 1992, sum kunnu hugsast at ávirka úrslitið munandi. Nevnast kann, at rentustøðið í 1992 var óvanliga høgt, og at talið av ferðandi [...] kannað, um tað loysti seg at seta tvær smærri ferjur í sigling ístaðin fyri ta einu størri ferjuna, og tað vísti seg, at ein slík íløga hevði givið eitt negativt samfelagsbúskaparligt avkast, og hevði sostatt [...] settur til 0. Hetta merkir, at fólk í frítíðarørindum einki leggja í, um tað tekur 45 heldur enn 5 minuttir at ferðast um Sundið. Eingin ivi er um, at fólk høvdu frítt at velja, høvdu tey valt teir 5 minuttirnar
meg at enda seta okkum spurningin. Skulu fakfeløgini og flokkurin arbeiða neyvari saman og hvussu? Jú, tað er neyðugt, at fakfeløgini av álvara taka sær um reiggj og byrja at hyggja longur enn at gera [...] frágreiðingar og kanningar og nú er líkt til, at komandi árini bert fara at snúgva seg um ríkisrættarligu støðuna. Inn í millum kemur okkurt glepsið um tvangsaktiveringar og áminning um, at nú skal ein og hvør [...] øllum verða givin møguleikar fyri at fremja sítt mál og síni evni. Menniskja skal verða í miðdeplinum. Fólkastýri er eitt gott grundarlag fyri tí demokratisku menningini og eigur fakfelagsrørslan og flokkurin
høvuðsboðskapurin er, at amerikanska pressan og heimspressan áttu at gjørt meira burturúr at: amerikansk børn skjóta og drepa hvønn annan, smádreingir í Amerika koma alvápnaði í skúla - skjóta og drepa frá hond [...] sjónarmiðum og dómi Sosialsins av hesum sum dupultmoralskt. Men hvussu var tað nú við tí at blása við mjøli í munninum ella blaka við gróti, tá ein býr í glashúsi? Er ikki eitthvørt um, at man skal ansa [...] fosturtøka altíð endar við at verða. Ístaðin fyri at veita fíggjarliga hjálp, sosiala hjálp, heilsuliga o.a. hjálp, verður barni teirra noktað sjálvsagda rætt tess til lívið, og ta rættarvernd, sum allir
Tað er Strálan, ið skipar fyri fiskikapping leygardagin 26. sept. Tað eru nú meir enn tvey ár síðan at skipað var fyri tílíkari kapping. Tað er ein liður í at útvega felagnum pening. Byrjað verður klokkan [...] køkubita afturvið. Møguleiki verður at keypa sær feskan fisk. Eisini verður skipað fyri mat og køkutombola, fiskidammi til børnini og einum vanligum tombola. Er tað soleiðis, at veðrið ikki er til vildar í morgin [...] 8 á morgni, tá bátarnir leggja at landi í Heygsstøð fyri at tekna seg til kappingina. Fiskireiðskapurin er snøri ella snella. Bátarnir skulu verða aftur klokkan 16.30 og verður fongurin vigaður. Eru fleiri
nógv um tað í fyrstuni, men væntaði, at hetta var ein misskiljing, sum skjótt fór at verða ruddað av vegnum, og eg hugsaði als ikki, at tað fór at taka so drúgva tíð. Hvussu hevur maðurin havt tað hesa [...] Anna Andreasen, at hon sjálvandi hevur verið ógvuliga ótrygg og bangin, og at hon við hvørt misti mótið og væntaði als ikki, at hann kom heimaftur. Hevur tú ongantíð umhugsað at fara at vitja mannin hesa [...] í Vági og býr heima. Tað hevur verið ein stuðul, at hjúnini hava tosað saman hvønn dag, hóast lítið og einki nýtt varð at frætta. Anna sigur, at hon segði Sigmundi frá tíðindum heimanífrá, og at hann annars
øllum liðum og førir eisini við sær, at trot er á mjøli og lýsi. Og tað hevur so aftur ført við sær, at prísurin er uppfarin. At eftirspurningurin so samstundis eisini er vaksin, hevur tað givið prísinum [...] tí yvirhøvur verður lýsi og mjøl selt í dollarum. Bergur Poulsen sigur, at hann dugir illa at meta um, hvussu marknaðurin fer at hilnast. Men hann ivast ikki í, at prísurin fer at falla í komandi tíðum. [...] á Havsbrún sigur, at prísurin á fiskamjøli og lýsi hevur ongantíð verið so høgur, sum hann er nú. Og tað ávirkar sjálvandi eisini prísin á rávøruni, og tað førir sostatt við sær, at skipini hava heldur