fjølmiðlar at varpa ljós á íslendska hvalaveiðu. Íslendska løgreglan kannar framvegis hendingarnar. Manningin er millum annað løgd undir at hava borið seg vandamikið at á sjónum og at hava roynt at órógva [...] fingið sýslumannin í Vesturlandi at leggja bann við, at skipið fer úr havn. Skipið verður hildið aftur sum fíggjarlig trygd, meðan málið verður viðgjørt. Tað merkir ikki, at Hvalur hf. hevur fingið ognarrættin [...] skjølini, sum hann bað um at síggja. Skiparin segði, at myndugleikarnir høvdu tikið tey, men Samferðslustovnurin noktar, at stovnurin hevur tikið nøkur skjøl. Løgfrøðingur finst at myndugleikunum Bjarni Már
ítøkilig amboð og størri innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann vera við til at styrkja grundarlagið undir fleiri føroyskum filmsframleiðarum. Filmshúsið vónar og væntar samstundis, at hetta ikki verður [...] hevur tað lagt seg eftir at framleiða dygdargóðar og skapandi dokumentar- og spælifilmar til altjóða marknaðin. Felagið mennir filmar, sum sameina listarligar ambitiónir við altjóða slagkraft og leggja [...] við til at tryggja, at føroysku viðurskiftini, sum ofta eru øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir fáa bæði ítøkilig
kum og evropeiskum vitanarneti. Vit eiga heldur ikki at gloyma íðkaran sjálvan. Eitt av tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst [...] nning hjá venjarum og øðrum starvsfólkum, altjóða samstarvsverkætlanir, gransking, útbúgving og tilgongdir, sum gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Fyri eitt [...] um í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt at satsa á sín ítrótt uttan samstundis at seta útbúgving og framtíðar arbeiðslív á pausu. Eisini á øðrum økjum kann altjóða
gransking og at byggja upp eitt sjálvstøðugt granskingarumhvørvi. Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku og starvsligu avrikini luku allar akademiskar treytir og mæltu til, at Jóhannus [...] hjá Jóhannusi, tá tað ræður um gransking, undirvísing og akademiskt virksemi. Hansara vísindaliga arbeiði fevnir um hav, luft og umhvørvi. Hann hevur eisini víst, at hann er førur fyri at fáa uttanhýsis stuðul [...] fleiri fakum í KT og verkfrøði, og somnuleiðis hevur hann havt ábyrgdina av fleiri bachelor- og masterskeiðum. Í desember 2025 varð hann tilnevndur útbúgvingarleiðari í maskinfrøði og el-verkfrøði á Setrinum
potentiali til at betra um vitanina um, hvør fær etingarólag, hvør fær hjálp, og hvør ikki verður loftaður í verandi heilsuskipan. Henda vitanin kann verða við til at menna betri fyribyrging og minka um sosiala [...] sítt: “Hildið verdur ofta, at etingarólag er ein sjáldsom sjúka, men gransking hevur víst, at nógv fleiri ung hava álvarslig sjúkueyðkenni, uttan at hava fingið eina diagnosu og harvið møguliga heldur ikki [...] røttu hjálpina. Úrslitini frá hesi ritgerðini vísa, at tað er ein sosialur ójavni í, hvør fær eina diagnosu og hvør ikki. Tey, sum fáa eina diagnosu og harvið hjálp, eru oftari úr familjum við betri sosialum
havt ta fatan, at skulu prestagarðarnar varðveitast í Føroyum sum bústaður og arbeiðispláss hjá presti, so mega teir vera á einum rímiligum og forsvarligum støði, bæði við atliti at bústaði og arbeiðsviðurskiftum [...] nemur tað aldargamlan mentanararv á fleiri økjum, bæði innan siðsøgu, byggisøgu og kirkjusøgu. Prestagarðurin eigur at verða viðfarin sum eitt søguligt hús í staðbundna økinum, sum hýsti vitan og málsligum [...] søguna og aldargamalt handverk og byggilist. Harafturat eru prestagarðarnir eitt kirkjuligt tekin, tí her vitjaði fólkið og vann sær vitan og sálarrøkt, tá ið vanlagnan rakti. Prestagarðurin og kirkjubókin
øðrum manni á Strondum, og tað er her, at línan er egnd. Við tað, at Silas býr á Skála, og Løðar býr í Hoyvík, er tað oftast Silas, sum hevur tikið tað tyngra takið við línuni - og onkuntíð hevur pápi hansara [...] sigur, at Silas er nærlagdur, og pápi hansara hevur eisini verið útróðrarmaður og veit væl um streym og fiskileiðir. - Tá tú fiskar við línu, er neyðugt at passa sær rákið, og Løðar heldur fyri, at hetta [...] noyddust teir av gevast. - Tað tykir mær sera løgið, at hesin bólkur, sum er skerdur so nógv í fiskidøgum seinnu árini, sum einasti bólkur skal noyðast at gevast at fiska, og eg haldi, at hetta bæði er rættiliga
umboð fyri gransking, vinnulív og myndugleikar at viðgera viðkomandi búskaparligar og samfelagsligar spurningar, tá talan er um fiskivinnu og alivinnu. Millum røðararnar verða Bárður á Steig Nielsen, lan [...] í fiskivinnuni og alivinnuni ella útferðir, har náttúran, mentanin og søguligu støðini eru í miðdeplinum. - Umframt at fáa og geva týðandi vitan, so er ráðstevnan eisini eitt gylt høvi at vísa okkara førleikar [...] 21. august, og enn ber til at tekna seg, skrivar setur.fo. Fróðskaparsetur Føroya spennir seg aftur út sum vertur fyri eini stórari altjóða ráðstevnu, sum hesuferð snýr seg um sjógvin og tað, ið hann kann
verður millum annað skotið upp, at ráðgeving undan abort skal vera kravd, og at kvinnan síðani skal hava fimm daga umhugsanartíð. Harumframt eru uppskot um ultraljóðkanning og broytingar í reglunum um abort [...] Miðflokkurin ætlar í næstu viku at leggja eitt uppskot um broytingar í abortlógini fyri Løgtingið. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í eitt útkast, ið er lagt fyri hinar flokkarnar. Sambært [...] av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sigur við Frihedsbrevet, at uppskotið verður tillagað eftir viðmerkingum frá øðrum flokkum. Hann væntar, at undirtøka verður fyri tí í Løgtinginum. Les alla greinina hjá
liggja Kaj Johannesen og Elias B. Jensen á odda. Nr. 2 eru Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen. nr. 3 eru Jens Heri Bolstad Mortensen og Tórður Højsted og nr. 4. eru Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev [...] fyri mennirnar er, at Jens Heri Bolstad Mortensen, Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytrieev hava luttikið í kappingum við ymiskum liðum fyri á tann hátt at vinna nóg mikið at stigum fyri at koma til kappingina [...] eru Bylgja Holm og Julie Madsen, sum liggja á odda nú innleiðandi FM stevnurnar eru liðnar. Nr. 2 eru Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir og nr. 3 eru Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen