Hyggja vit bara at persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51. Vágar næsthægst Vágar liggja næsthægst við 0,90 akførum fyri hvønn íbúgva [...] hjá Hagstovuni, er Fugloy í einum flokki fyri seg. Tann 1. juli 2026 búðu 48 fólk í Fugloy – 18 í Hattarvík og 30 á Kirkju. Men tveir mánaðir seinni vóru 58 akfør skrásett í oynni. Tað svarar til 1,21 [...] 21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta oyggin í uppgerðini, har talið av skrásettum akførum er størri enn fólkatalið. Ikki 58 vanligir bilar Øll tey 58 akførini eru kortini ikki vanligir
oyggjaleikabreyt, sum er 3 km til longdar og harafturat við gøtum innií. Talan er um eina breyt við í minsta lagi 30 metra frástøðu til rossagøtuna, og í flestu støðum væl meira enn tað. Ein greið sundurskiljing [...] nógv virksemi longu er runt Vesturvarða, er ósannlíkt at súkklu- og gongugøtur fara at lýta náttúruøkið, og at gøturnar í størst møguligan mun verða gjørdar úr tilfari, sum longu er á staðnum. Tí metir [...] greiða frá sínum ymisku sjónarmiðum. Tillagað uppskot Eftir fundin kom Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon aftur við einum tillagaðum uppskoti, sum var minni í vavi enn upprunaliga ætlanin. Tað uppskotið
Ein ferja við umleið 270 fólkum umborð er koppað út fyri Norðurkýpros. Tað upplýsa staðbundnir miðlar sambært Reuters. Leitingar- og bjargingararbeiði er í gongd. Myndugleikarnir upplýsa sambært AFP, at [...] at nøkur fólk eru deyð, men enn er ógreitt, hvussu nógv talan er um. Á upptøkum á sosialu miðlunum, sum staðbundni miðilin Cyprus Mail hevur endurgivið, sæst ferjan liggja á hálvd í sjónum. Bert partar [...] Cyprus Mail. Hann sigur við CNN Türk, at samband er fingið við 159 av fólkunum, sum vóru umborð, skrivar Reuters. Borgarstjórin greiðir tó ikki nærri frá, hvat hetta ítøkiliga merkir. Ferjan var á veg til
atkvøtt nei til at taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í ES. Tað er greitt, eftir at seinasta valdømið í landinum er talt upp, vísa tøl frá íslendska miðlinum RÚV. 47,2 prosent av veljarunum atkvøddu fyri [...] samráðingarnar upp aftur, meðan 52,8 prosent atkvøddu ímóti. Valluttøkan var 82,5 prosent. Sambært RÚV er hetta hægsta valluttøkan síðan altingsvalið í 2009. Tilsamans hava 270.000 fólk valrætt í Íslandi, [...] at limaskapur í ES kann hava lægri rentur við sær og skapa størri tryggleika í eini heimsstøðu, sum er merkt av krígnum í Ukraina og amerikanska forsetanum, Donald Trump. Tey, sum stuðla ES-limaskapi, stúra
Tað er ósamsvar millum føroyskar og danskar myndugleikar um úrslitið av fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn [...] varð gjørd. – Vit hava havt ein fund, har vit fóru ígjøgnum tey viðurskifti, sum longu eru í gongd. Tað snýr seg millum annað um Nato-venjingarnar Arctic Endurance og Arctic Sentry, har Føroyar hava sagt [...] verður í Føroyum, sigur hann. Ikki bara Jeppe Bruus hevur tosað um eina avtalu. Í einum tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin stóð, at Danmark og Føroyar eru vorðin samd um, at danska verjan
metir, at hetta er til gagns fyri borgarnar í kommununi. - Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan á middegi hósdagin 27. august, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Tað verður trivnaðarnevndin [...] ímillum innkomin uppskot - ella ikki at velja nakað av teimum. Tey, sum áður hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu, eru: 2025 Gudrun Joensen 2024 Niels Petersen 2023 Magnus á Stongum 2022 Stakkurin 2021
vórðu vístar frá gudstænastuni, sum kongsfamiljan luttók í. Sunniva Gylver biskupur stóð fyri gudstænastuni í Oslo dómkirkju, sum Pål Kristian Balstad dómpróstur setti. – Hesin sunnudagurin er øðrvísi. Hansara [...] greiddu frá, at hundraðtals fólk stóðu í bíðirøð uttan fyri Oslo dómkirkju og Asker kirkju. Tey fyrstu komu longu klokkan átta. Oslo dómkirkja, har Sunniva Gylver biskupur leiddi sorgargudstænastuna, er sama [...] høvdu staðið í bíðirøð uttan fyri kirkjuna, sluppu ikki inn til gudstænastuna, sum byrjaði klokkan 11. Tað upplýsir løgreglan fyri norska miðlinum VG. Umframt gudstænastuna í Asker kirkju vóru sorgargudstænastur
fyrsta sinni hildin her í Føroyum. - Tað hevur stóran týdning fyri okkum á Fróðskaparsetrinum at kunna skipa fyri einum slíkum stórum altjóða tiltaki, og samstundis er tað eisini ein viðurkenning av Føroyum [...] vertur fyri eini stórari altjóða ráðstevnu, sum hesuferð snýr seg um sjógvin og tað, ið hann kann kasta av sær. IIFET er ein altjóða felagsskapur, sum síðani 1982 hevur savnað granskarar, vinnulívsfólk [...] týðandi vitan, so er ráðstevnan eisini eitt gylt høvi at vísa okkara førleikar í Føroyum fram og samstundis skapa nýggj altjóða sambond, sigur Hans Ellefsen. Ráðstevnan hevur fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu
Ein 70 ára gamal maður er fríkendur fyri at hava sett eld á almenna vesið á Mylnugøtu í Havn leygardagin 9. november í 2024. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var til staðar, tá málið varð viðgjørt í Føroya [...] serviett og tveitt hann í eina ruskspann á kvinnuvesinum. Sjálvur noktaði hann seg sekan og greiddi frá, at hann hevði varnast eldin, tá hann kom framvið, og síðani ringt 112. Ein av høvuðsspurningunum í [...] Ákæruvaldið legði harumframt eina vakmyndaupptøku fram, sum vísti, at maðurin hevði verið í Vágsbotni um tað mundið, tá eldur varð settur á. Sambært ákæruvaldinum stuðlaðu upptøkan, løgreglufrágreiðingin og ósamsvar
fall er. Kirkjur, fornminni og náttúruvirði Ein týðandi partur av fyrispurninginum snýr seg um øki og virði, sum hava almennan áhuga, men liggja á einum festi. Bjarni Kárason Petersen spyr, um tað at vera [...] greiða frá, um festirætturin í sjálvum sær gevur festaranum heimild til at regulera almenna atgongd til slík virði. Í viðmerkingunum verður víst á, at fólk í vanliga orðaskiftinum ofta fata tað soleiðis [...] sum hevur landsjørð í festi, hevur ein næstan fullkomnan ræðisrætt yvir øllum, sum er á festinum. Men festiskipanin er ein landbúnaðarrættarlig skipan, har landsjørð verður latin til landbúnaðarliga nýtslu