liggja við kei í Ánunum. - Vit taka slíkar fráboðanir í álvara og gera tí javnan ljóðmátingar fyri at tryggja, at galdandi markvirði verða hildin. Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Víst verður [...] verður á, at í vikuni vórðu ljóðmátingar gjørdar í sambandi við eitt skip, sum lá í Ánunum. Mátingarnar vísa, at ljóðstøðið liggur væl niðanfyri galdandi markvirði. - Kommunan ger javnan kanningar av skipum [...] objektivar mátingar. - Tí hevur tað eisini stóran týdning, at kommunan javnan ger kanningar av skipum, sum liggja við kei. Í Klaksvíkar kommunu verður sagt, at hetta verður gjørt fyri at tryggja, at virksemið
vóru til reiðar at fara í, segði forsætisráðharrin, tá NRK hitti hann seinni í kvøld. Orsøkin til loftávaringina var í útryðjuni av býnum, og eftir einum korteri var ávaringin av - uttan, at døgurðin varð [...] og aðrir norðurlendskir og baltiskir leiðarar vitjaðu í Kyiv í kvøld, fór loftávaring í gongd. Tey vóru til ein døgurða, tá loftávaringin fór í gongd - eisini á egnu fartelefonini hjá Jonas Gahr Støre [...] Gahr Støre sigur, at hann hevur upplivað líknandi støður undir øðrum vitjanum í Kyiv. - Hetta er ein áminning um, hvat fólkið í býnum og starvsfólkini á norsku sendistovuni liva við dagliga, sigur norski
fyrrverandi løgrureglufólk og sum í dag undirvísir í ”digitalum brotsverkum”. Harumframt luttaka úr Føroyum SSP, løgreglan, Almanna og bústaðarmálaráðið. Eisini verður framløga av nýggju landsumfevnandi kanningini [...] kunnu arbeiða við at fyribyrgja og verja okkum í móti kynsligum ágangi á netinum. Endamálið við ráðstevnuni er; at luttakarar fáa eitt betri forstáilsi av kynsligum ágangi á netinum - og eisini at varpa [...] varpa ljós á hesa skjótt vaksandi avbjóðing í okkara samfelag – og í øllum heiminum. Tey, ið luttaka á ráðstevnuni eru m.a. Per Frederiksen, professari frá Aalborg Universitet, ið eisini hevur arbeitt hjá
Í annaðkvøld klokkan 19.30 bíðar ein stór uppgávu hjá NSÍ í tí italsktmælta partinum av Sveis. Tá skal NSÍ spæla fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League móti Lugano. Lugano hevur eina
listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole og hevur haft nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum og á listasøvnum í Danmark, millum annað í ART í Herning. Hann er [...] hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara. Málningarnir eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum [...] seld í útlondum. Jan Eriksen hevur fleiri ferðir áður havt framsýning í Føroyum, seinast í 2022. Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, serliga í Mykinesi
heimasíður, og heimasíðuparturin er framvegis ein týðandi partur av virkseminum. Men í dag fyllir menning av serskipanum og appum størsta partin av virkseminum. – Vit gera ofta tekniskt kompleksar loysnir, men [...] at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í sniðið, nýtsluna og upplivingina, sigur stjórin í Lunnar, Signar Nielsen. Síðan 2021 hevur Lunnar sett millum eitt og tvey fólk í starv um árið, og fyritøkan [...] Lunnar húsast á Heiðavegi 27 í Saltangará, har 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar
Í fleiri mánaðir hevur lítil skipaferðsla verið í Hormussundinum í mun til ferðsluna, sum var, tá friður valdaði í Miðeystri. Seinastu tíggju dagarnar eru í miðal 10 handilsskip farin gjøgnum Hormussundið [...] Hormussundið um samdøgnið. Hetta er lægsta tal í eitt 10-dagar skeið síðan í mai, vísa dátur hjá feløgum, sum skráseta sigling í sundinum. Tíðindastovan NTB veit at siga, at leygardagin fóru bert tvey handilsskip [...] sonevnda iranska farleiðin, sum skipini sigldu, sigur tíðindastovan. Sagt hevur verið, at eini 20 prosent av heimsins olju og gassi hevur verið flutt um hesa siglingarleið út úr Persaraflógvanum. Men, síðan ófriður
ngini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk. Um makrelin verður sagt, at vísitalið í Norðurhøvum er 10% hægri enn í juli í fjør, tá [...] sum allastaðni í kanningarøkinum, og vísitalið fyri svartkjaft er eisini hækkað 14 prosent sammett við í fjør. - Serliga var nógv av ársgomlum svartkjafti, og í tali vóru hesir 41 prosent av samlaða stovninum [...] stóð norðarlaga í kanningarøkinum, og vísitslið fyri norðhavssild er 28 prosent hægri enn í fjør. - Árgangirnir fyri 2021-2022 síggja góðir út, og í tali var 4-5 ára gomul sild 52 prosent av stovninum. S
Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti hjá Kringvarpinum leggur dent á, at náttúrukunnleikin hjá børnum eigur at styrkjast. Hann fegnast um, at nýggja náttúruverndarlógin kom í gildi í 2024, og [...] lívfrøðingurin. Útsagnirnar vórðu bornar fram í fjórða parti av útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti , sum Kringvarpið hevur sent um trýstið á føroysku náttúruna orsakað av útbyggingum og vaksandi menning. [...] partur av uppgávuni. – Yvirhøvur hava fólk umsorgan fyri tí, tey kenna. Tí eiga vit at skipa so fyri, at fólk fáa tættari samband við náttúruna, sigur Magnus Gaard. Hann vísir á, at lívfrøði fyrr í størri
luttók ikki í atkvøðugreiðsluni. Uppskotið varð lagt fram, tí fiskidagarnir hjá útróðrarflotanum í bólki 5B vóru um at verða uppi. Uttan fleiri fiskidagar var tí vandi fyri, at bátarnir í bólkinum noyddust [...] tað, sum eftir er av fiskárinum. Bólkur 5B fevnir um útróðrarbátar undir 15 tons, sum royna á innaru leiðunum. Við lógini fær bólkurin 750 eyka fiskidagar at býta sínámillum restina av 2026. Málið varð [...] Løgtingið samtykti fyri løtu síðani við stórum meiriluta at geva bólki 5B 750 eyka fiskidagar restina av árinum. Umframt samgonguflokkarnar atkvøddu tingfólkini hjá Miðflokkinum og Sjálvstýri fyri uppskotinum