Hildebrand Andreassen. Hann sigur, at um hatta ikki kemur ígjøgnum, ber ikki til hjá honum at byggja eini tvíhús. Men hann eigur grundstykki, og væntar hann, at hann kortini fer at byggja á tí. ? Men eg sleppi [...] pengar, at alt bara stendur í hálvum gekki, og hann ikki sleppur at gera nakað sum helst. Og skilir hann ikki, hví tað skal verða so trupult, tá kommunan longu hevur spælt út, at hon ikki ætlar sær at nýta [...] . Ei heldur væntar Hildebrand, at um hann hevði roynt at selt grundøkið, at nakar áhugaður keypari hevði verið við verandi støðu. ? Eg meini so við, hvør hevði tímað at keypt hetta grundøkið, sum so nógv
seinastu vikurnar, er vandi fyri, at alt færri fólk fara at tora at seta spurnartekin við, hvussu vit hava valt at innrætta okkara búskap, og alt færri fólk fara at tora at seta kikaran fyri hitt atfinningarsama [...] føroyska búskapin. Hvørki er satt. Eisini verður ráðið lagt undir at siga, at fiskivinnan mestsum er óneyðug fyri búskapin, og at vit kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum. Heldur ikki hetta er í tráð við hugsan [...] hunddálking. Vit hava so stórliga brúk fyri, at óheftir stovnar og ráð ? eins væl og øll onnur ? sleppa framat í almenna orðaskiftinum, uttan at skula vænta sær at verða álopin persónliga. Álop sum í roynd
á blaðnum av ikki at prenta lesarabrøv við dulnevni undir. Ymsar eru meiningarnar um hesa avgerð. Men vit hava so hildið og halda tað framvegis, at fólk, sum skriva lesarabrøv, eiga at seta sítt kristna [...] tilvenjing. Tað er okkara sannføring, at hetta var ein røtt avgerð. Og tí verður heldur ikki farið aftur til gamla siðin ella óskykkin at prenta dulnevnd lesarabrøv. At kappingarneytar framhaldandi gera tað [...] ferð eftir ferð. Tí fara vit enn einaferð at gera vart við - og tað á hesum stað - at lesarabrøv og viðmerkingar skulu ikki fylla meira enn góð 4000 tekn fyri at koma við. Eru innleggini nógv longri koma
Hans Jacob sigur, at har er ikki so øgiliga nógv at gera, áðrenn tann sokallaði grulvugarðurin kann verða, sum hann málber seg. Við grulvugarðinum meinar hann við, at tað er gott at hava eitt øki, har [...] inntil tey duga at ganga. Har er trygt og skuldi ikki nakað stórvegis kunnað hent. Hans Jacob sigur, at í hesum førinum kann tað hugsast, at tey verða í grulvugarðinum eisini eina tíð eftir, at tey eru komin [...] til byrjunarundirvísing í at koyra persónbilar, meðan ein hálkubreyt kann nýtast til alt annað eisini. Hetta verður kallað ein grulvugarður av tí orsøk, at bilførarar eru at samanbera við børn. Tey eru
varð, at samfelagsgongdin krevur nógv av ungu familjunum, og at grannalondini hava ein nógv virknari leiklut í at veita stuðul til hesar. Heitt varð á landsstýrismannin um at skunda undir arbeiði at nútíðarføra [...] einaferð varð staðfest, at Miðflokkurin metir eina fíggjarliga uppgerð við danir at vera alneyðuga. Gjørt varð av at heita á løgmann og samstarvsfelagarnar í landsstýrinum um at fáa slíka uppgerð gjørda [...] sum royna at broyta grundleggjandi moralsk og etisk virði. Staðfestur varð týdningurin av at møta hesum menniskjum við tí kærleika og hjálp, teimum tørvar, men samstundis ikki at loyva at grundleggjandi
fleiri ung fólk fara at koyra í bili - úr Fuglafirði, av Toftum, av Eiði, úr Havn osfr. - til Gásadals! At forvitnast. At "dríva" tíðina. At stuttleika sær. Tunnilin fer at hava við sær, at økt ferðsla verður [...] hyggja at, meðan ein stórur partur av ungdóminum fer at brúka størri part av lívinum á vegunum! Vit mugu taka vandamálini í størsta álvara - nú vit øll men serstakliga tey ungu hava møguleika fyri at koyra [...] tunnilin bindur oyggjar saman. Fyri ikki at tosa um Norðoyartunnilin. Tað krevur størri ansing, eftirlit, skelting og upplýsing. Tað krevur, at fleiri pengar verða til at brynja okkum til hesa nýggju tíðina
sum sleppur at gera av, hvør skal hava klørnar í FM-steypið. Støðan undan dystinum er tann, at Fleyr liggur best fyri, og í fleiri vikur hava vit útbasunerað, at tað eigur ikki at henda, at Fleyr tapir [...] sum leggur afturat, at Mjølnir sostatt er fullmannað, tá teir koma til Havnar at gera Fleyr fortreð ... Um tað fer at eydnast torir hann ikki at siga nakað um. Hann veir bara, at hansara leikarar hava [...] virðiligum enda upp á hetta kappingarárið. Bæði tí at tað hevur týdning fyri fyrireikingarnar til næsta kappingarár, og tí at tað bara er stuttligt at sleppa at spæla Fleyr eitt puss. - Vit kláraðu okkum so
greitt, at Jóannes Eidesgaard, ið annars hevði borið seg fram sum tað føroyska jarnbrotið, varð vorið jarnbrot fyri politikkinum hjá donsku stjórnini, meðan Óli Breckmann heldur enn at tala at og at seta [...] stjórnin ikki viðurkenna at føroyingar sum tjóð ella føroyska málið sum tjóðarmál v.m.. Neyðugt er, at hildið verið áfram við kósini at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land og at virka fyri góðum samstarvi [...] heild, er neyðugt við umboðum á Fólkatingi til tess at blanda seg í føroyskan politikk ? ikki danskan. Neyðugt er, at nýta okkara fólkaræðisliga rætt til at fáa ávirkan á viðurskifti, ið viðvíkja Føroyum.
ætlanin er at leggja út til kommunurnar. Samanleggingar kunnu føra til, at uppgávur verða loystar nærri borgaranum, tí kommunurnar tá eru betri førar fyri at átaka sær tær uppgávur, landið fer at leggja út [...] Vit tosa um at leggja nakrar uppgávur út til kommunurnar, og tað krevur nakrar umsitingarligar eindir, sum eru førar fyri at umsita hesar ymsu uppgávurnar, sigur løgmaður, sum ikki krevur, at kommunur leggja [...] samanleggingum. Anfinn Kallsberg heldur, at ógreiða uppgávubýtið millum land og kommunur skal burtur, og tí er neyðugt at kommunur samstarva sínámillum fyri at megna hesar uppgávur. Sjálvboðin samanlegging
formansval, at tað gagnar flokkinum aftur at hava kampval um formanssessin, har ið útlit eru til, at tann, ið verður valdur, aftur verður valdur við teprum meiriluta. Tískil fari eg við hesum at boða lan [...] hon hevur ikki hug til at sita sum floksformaður við teirri vitan, at næstan helvtin av flokkinum ikki vil hava hana. Hon ásannar, at hon hevur fingið onkra einstaka áheitan um at broyta støðu, men tað [...] Floksstríð Helena Dam á Neystabø fer ikki at stilla upp til fólkaringsvalið, hóast áheitanir fara at koma um tað. Hon hevur gjørt av, at hon stillar ikki upp, og harvið veðrur tað, sigur hon. Orsøkin er