so tað varð ikki roknað við tí stóra, og tað lá líka sum í luftini, at vit skuldu stríðast fyri at avmarka tapið. Tá tað er soleiðis, so kennir tú sum málverji, at tú ert við beinanvegin, og tað er hugaligt [...] greitt, at Jens Martin Knudsen eisini komandi ár fer at verja málið hjá Leiftri. ? Vit hava ikki skrivað undir enn, men eg havi fingið tað soleiðis, sum eg vildi hava tað at vera. Tað vil siga, at teir tryggja [...] móti ÍBV 2-0, og Jens Martin Knudsen letur illa at, at tað var buldraligt, tá teir leygardagin fóru út við ferju. ? Tað var stak ófantaligt veður, ferðin tók hálvan triðja tíma, og tað vóru nógvir, sum
nærri Tað hevur verið nógv tosað og skrivað um rættindini at sjónvarpa frá superliguni. Nú er greitt, at tað verður TV3, sum komandi fýra árini fer at hava rættin at sjónvarpa úr superliguni og 1. og 2. deild [...] Sáttmálin verður galdandi frá 1. oktober í ár, og tað vil siga, at annað vikuskiftið fer tað at vera møguligt hjá føroyingum í Føroyum at fylgja við í, hvussu tað fer at gangast hjá teimum báðum klaksvíkingunum [...] smátt lært, at teir skulu taka Herfølge í álvara. Aftur hesa ferð staðfestu Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir, at teir eru eitt oddalið. Teir vóru á útivølli móti Sepp Piontek og Silkeborg, og Herfølge vann
sjálvlestur, bólkaarbeiði og próvtøkur). Útbúgvingin fer partvís fram á Føroya Handilsskúla og partvís á vitjunarstøðum, busstúrum og gongutúrum. Einstøk internetskeið verða hildin uttanfyri Havnina. Avgerð [...] , vitjanum og útferðum. Próvtøka Útbúgvingin er ætlað persónum, ið hava fylt 20 ár. Tað er ein treyt, at luttakarin hevur ?málsligan førleika í einum ella fleiri fremmandum málum. T.v.s. at luttakarin [...] Málið er, at góðskan í øllum vinnutáttum er á minst líka høgum støði sum í grannalondum okkara. Tá ein túrur skal við í marknaðarføringina hjá Ferðaráð Føroya, eigur góðkendur ferðaleiðari at verða nýttur
broytast, skal tað gerast eina ferð með alla, tí hon kann ikki verða broytt í tíð og úrtíð. Hann heldur tí, at tað kundi verið eitt hugskot at partarnir tosaðu saman um ynski, krøv og møguleikar og so varð kannað [...] samráð við vinnulívið. Men er tað neyðugt at broyta hana einaferð afturat, eru vit sinnað at tosa um tað. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni vísur ikki aftur at ganga vinnulívinum í Suðuroynni [...] einasti máti at fáa feskan fisk av landinum at senda hann norður við Smyrli kl. 19 hóskvøld, so hann kann fara við Norrønu av landinum fríggjamorgun. Tað ger at suðuroyingar mugu gevast at arbeiða seinnapartin
niður, men tað gera konufólk. Mannfólk hava ótrúlig evni fyri at selja seg sjálvan og tað er natúrligt at teir brúka albogarnar at troka seg fram. Tað skal sigast fleiri ferðir við konufólk: torið og vísið [...] tey tilkomnu. Og tað hevur nakað við siðvenjuna at gera. Javnstøða verður ofta gjørd til tað, at nú skulu konufólk yvirtaka mannfólkaarbeiði og øvugt, men tað hevur einki við javnstøðu at gera. Javnstøða [...] tilvitað um javnstøðu. - Tað eigur at verða arbeitt á øllum økjum. Tað hevur stóran týdning, at leiðarar á stovnum og virkjum eru tilvitaðir um javnstøðu, tí tað eru teir, sum eiga at fáa hugburðin inn á
støður, at ein hevur hug til at finnast at teimum álitisfólkum í FSF, sum seta dómarar til dystir. Tað er púra burturvið og púra óneyðugt at seta ein leirvíking at døma eina unglingafinalu millum GÍ og HB, [...] Uppiborin sigur Tað er eingin ivi um, at gøtumenn vóru betra liðið í finaluni mánakvøldið. Teir vístu tað, sum gøtumenn eru kendir fyri, nevnliga at teir duga framúr væl at stríðast og berjast fyri hvørjum [...] Tað er einki at taka seg aftur í, at skipanin av kappingini í unglingadeildini er ikki heilt rættvís. Gjøgnum alt kappingarárið hevur verið spælt í tveimum bólkum, og síðani eru nummar eitt og tvey í bólkunum
(2-2) Tað var málríkt, og tað gekk javnt á, men synd er at siga, at tað var so nógv av skipaðum fótbóltsspæli. Tað er framvegis ómeta-liga torført at fáa nakað at vita frá B36 um, hvør hevur skorað og hvussu [...] vikuskifti megnaði 3-3, og tað vil siga, at tað ber illa til at gera sær nakrar greiðar metingar um møguleikarnar hjá B68 og ÍF. GÍ fær vitjan av B36, sum bara hevur æruna at spæla fyri. Teir skifta nógv [...] Átjanda og síðsta umfarið í 3. deild verður avgreitt leygardagin. Allir dystirnir verða spældir klokkan 13, og tað er ikki sørt av spenningi um, hvør skal hava heiðursmerki og rættin at spæla um eitt pláss
Eysturoynni. 13 luttakarar runnu teir 10,5 km runt Agnið. Líkindini at renna vóru ikki av teimum bestu, og vindur og regn gjørdu sítt til, at tíðirnar hjá flest øllum luttakarunum vórðu verri enn í fjør. Guttorm [...] eisini hart út, og longu eftir fyrsta kilometurin, ið var í brattari mótbrekku, var hann leysur frá hinum. Eftir hetta var tað bert ein spurningur um, hvussu stór leiðslan hjá honum fór at verða. Guttorm vann [...] ár. Í kappingini hjá kvinnum vóru bert tríggir luttakarar. Eftir at hava fylgst ein part av teininum eyðnaðist tað Ásu Poulsen úr Havn at vinna á vinkonuni Súsonnu Niclasen.
appelerað øll mál í rættinum, sum hava við fiskiskap at gera, sigur Sigmund Andreasen. Annars sigur Sigmundur í telefonini, at hann hevur gott mót, og vónar at tíð hansara á oynni nú skjótt er av. Sakførarin [...] veruleikin, at hernarmyndugleikarnir hava mistikið seg í mínum máli, men at teir ikki vilja viðganga tað. Fyrsti ferð hann sleppur í rættin Tað góða í dag er, at eg nú fyri fyrstu ferð sleppi fyri rættin [...] mína sak, og kann mótprógva tað, sum teir ákæra meg fyri. Tann møguleikan havi eg ikki fingið áður, sigur Sigmundur Andreasen. Hann metir um støðuna fyrrapartin, at avgerð fellur í dag, og at dómurin verður
staðið sum borgan fyri. Tað er einki yvir at dylja, at norðanlondini eru fyrimyndin í øllum heiminum, tá tað um vælferðarsamfelagið ræður. Og tað er heldur einki yvir at dylja, at tað eru norðurlendsku Ja [...] kenna tað. Tí er tað heldur ikki so løgið, at føroyski Javnaðarflokkurin er so varin, nú tað í Føroyum er vorðið »in« at tosa um loysing. Ein Javnaðarflokkur skal hava fremst í huga hugsjónina. Og hugsjónin [...] Tað kann verða eitt sindur trupult hjá okkum at skilja, at ein flokkur, sum fær 38% av atkvøðunum, hevur liðið ein lemjandi ósigur - gjørt tað vánaligasta valið síðani 1922! Men soleiðis er støðan í Svøríki