sigur hon.Hon valdi tí at taka avleiðingarnar av og at siga upp. Og 30 juni fór hon úr starvinum, sum hevur staðið ómannað síðani. Marjun Smith sigur, at starvið sum sjúkrasystraleiðari er so krevjandi, at [...] og tað eru ikki nógvir leiðaratímar, sigur hon. Og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu nakar, sum hevur fastar arbeiðstíðir, skal kunna røkja hetta starvið eisini, tá ið tað ikki ber til hjá mær, sum siti
málið upp á politiskt stig. Vit vita eisini, at Poul Nyrup hevur nevnt málið fyri sínum bretska starvsbróðuri Tony Blair. Men Anfinn Kallsberg hevur sagt, at hann fyrst vil seta seg inn í málið fyri síðan [...] Eisini vil eg siga, at tað hevur verið áhugavert at eygleitt tann vilja, sum føroyskar kommunur hava havt fyri at finna eina loysn á skuldarspurninginum. Serliga áhugavert hevur verið at sæð tað samhaldsfesti [...] trætur á arbeiðsmarknaðinum so skjótt, tær koma í. Fíggjarmálaráðharrin hevur áður sagt, at hann ynskir skipanina, sum Lærarafelagið hevur gjørt við landsstýrið, yvirførda til onnur fakfeløg. Er tað hetta,
ósigrinum ímóti B36. Leygardagin fáa teir vitjan av NSÍ, sum framvegis liggur á bronsuplássi og sum ofta hevur staðið seg væl í Gundadali ímóti havnarliðunum. Um NSÍ komandi ár fyri fyrstu ferð skal fáa møguleikan [...] mong vera, at B68 fekk stig við úr Gøtu. Fyri toftamenn sjálvar var hetta ikki heilt óvæntað, tí tað hevur ofta víst seg, at teir hava staðið seg væl í Sarpisgerði, eisini tá GÍ var besta liðið í landinum
gera í Danmark. Bye Bye Blue Bird er tann dýrasti filmurin, Katrin Ottarsdóttir higartil hevur gjørt. Hann hevur kostað 7,5 milliónir krónur, tær seks eru úr danska filmsinstituttinum og restin úr grunnum [...] danska fosturpápa Barbu- og flýggja. Nú koma tær í ferðaLag við tí nú arbeiðsleysa Rúna, sum hevur bil. Men hann hevur eisini sínar trupulleikar, sum hann tó helst ikki tosar um. Biltúrurin eftir tí 1000 km [...] sum allir pengarnir í filminum eru danskir, er hetta ein føroyskur filmur. - Filmsinstituttið, sum hevur stuðlað filmin við seks milliónum krónum, roknar filmin sum danskan, men í og við, at søgan er føroysk
á Miðvág. Og síðani tá hevur friður valdað um skipið og hann tykist at hava funnið sítt pláss í flotanum akkurát sum allir aðrir. Lítið hevur verið at sæð til hann og ongin hevur følt seg traðkaðan á tærnar [...] samlaða roknistykkið hjá West Freezer soleiðis út, at hann hevur verið tveir túrar undir Føroyum. Hann hevur fiskað heilt uttarliga, eitt nú hevur hann roynt nógv á Føroya Banka. ? Tann fyrra túrin fekk hann [...] hildið. Tí tað hevur milt sagt gingið á skriðuni til, síðani West Freezer fór fyrsta túrin tann 4. mars. Og reiðarin, Tummas Jacob á Løgmansbø ger einki fyri at dylja vónrotið. ? Tað hevur gingið á skriðuni
tann fyrsti venjarin, sum í ár hevur fingið sekkin, og Trygvi Mortensen, sum er NSÍ maður um ein háls, og í mong ár hevur havt ábyrgdina av yngru deildunum, eins og hann hevur verið hjálparvenjari hjá Peturi [...] og teir fáa løn fyri at spæla fótbólt og vinna. Hetta hevur alt við sær, at krøvini til spælararnar økjast, og fyri avrikini og harvið úrtøkuna hevur tað ikki minst týdning, hvør er venjari, og hvussu v [...] um, at Trygvi Mortensen fær ábyrgdina. Trygvi Mortensen hevur spælt við NSÍ alla sína tíð ? bæði sum málverji og úti á vøllinum ? men hann hevur ikki verið á besta liðnum hesi bæði síðstu árini, og tað
Europa, er mótstøðuliðið á Svangaskarði. Tað er sjáldan, at allir spælararnir, sum landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir, eru tøkir, men tað eru teir hesa ferð. Allir teir, sum venjarin vildi hava at vera [...] Skotlandi, men verður tøkur aftur móti Bosnia-Hersegovina. Royndir menn á beinkinum Ongantíð áður hevur føroyska landsliðið havt so nógvar altjóða royndir, sum teir hava, sum eru í landsliðshópinum hesa [...] (27) og Henning Jarnskor (27). Tá trýstið er so stórt, sum tað verður á føroyska liðið í morgin, hevur tað serliga stóran týdning, at teir, sum eru á vøllinum, hava nógvar royndir og megna at halda høvdið
javnleikurin móti GÍ ikki varð mett sum vánaligt úrslit, tí grannauppgerðirnar altíð eru tættar. KÍ hevur ikki serliga góð hagtøl at vísa á í sambandi við landskappingardystir á norðoyastevnu. Í fjør vunnu [...] finna síðsta norðoyastevnu sigurin, og hann var júst móti NSÍ, sum fór út aftur við 2-1 tapið. NSÍ hevur ongantíð vunnið landskappingardyst í Klaksvík, men hóast tað roknar liðformaðurin og stóri málskjúttin [...] rokni við einum orduligum stevnudysti. Hjá klaksvíkingum er eingin leikbannaður. Olgar Danielsen hevur aftur fingið trupulleikar við knænum og er ivasamur. Týskvøldið og mikukvøldið vóru fimm aðrir spælarar
málið? ? Eg var beint framman fyri føroyska málið, og bólturin var langt oman fyri meg, so Hans Fróði hevur verið sera høgt uppi. Tá eg vendi mær við, var bólturin í netinum, og tað var ein ótrulig kensla [...] Eyðkendu troyggjuna bar Óli innan undir landsliðsbúnanum undir dystinum, og tað kann vera, at hetta hevur havt sína ávirkan hjá nýklakta læraranum?
Seinastu oyggjaleikir varð gjørt greitt, at fimleikur ikki verður millum tær ítróttargreinar, sum verða við á oyggjaleikunum á Gotlandi í summar. Hetta vóru luttakararnir í fimleiki á Jersey 1997 sjál