árum í misbrúki, og evnini at passa eitt arbeiði minka skal misbrúkið onkursvegna fíggjast, og tað er tá, at víðarisølan byrjar. Tá dugur ikki longur at siga, at vit vita hvørji tey eru, og tað er bert til [...] rúsevnis økinum. Minni verður drukkið, og er tað at gleðast um. Tó økist mongdin av ólógligum rúsevnum sum smuglað verða inn í landið. Av tí at landið er so lítið, og ymiskt er, hvat er á marknaðinum, fáa [...] so fert tú eftur tí næsta. Sakt verður at tað tekur í miðal 20 ár at útvikla alkoholismu. 10 ár fyri hash, og alt frá einum degi, tá tað eru ókend rúsevnir, sum vit ikki kenna ella vita hvat tey innihalda
fyrst og fremst hugnin og tað at vera saman í felag, ið fær okkum avstað ár eftir ár, sigur Per Kallsberg, íðin bridgespælari, sum fyriskipar ferðina. Tí verður eisini dentur lagdur á máltíðirnar og hugnan [...] Line og Per Kallsberg skipa fyri á hvørjum ári. Hetta er sætta ferðin. Hesa vikuna verða seinastu túrarnir hjá Norrönu eftir summarferðaætlanini avgreiddir. Síðani nýggja Norröna fór í sigling 10. apríl [...] apríl hava gott og væl 100.000 fólk siglt við skipinum. Alt árið í fjør sigldu 87.000 fólk við gomlu Norrönu. Túrarnir við kortspælarunum plaga at verða í endanum av summarsiglingini, og soleiðis var eisini
Felagið Føroyar-Kuba verður 10 ár í ár, og tískil verður uttan iva gjørt okkurt serligt burturúr bæði í Havanna og í Føroyum. Brigadistarnir búgva, sum vant, á »Campamento Internacionál Julio Antonio Mella« [...] seinasta gravstaðið hjá Che Guevara og nøkrum av hansara lagsbrøðrum, sum fullu í Bolivia. Í Kuba hittir tú einum fólki, sum hóast ágang og blokadu i 40 ár, eru sera fryntlig og fyrikomandi. Mong mentunartiltøk [...] Danmørk, Svøríki, Finnlandi, Hálandi, Bretlandi, Írlandi og kanska øðrum londum við. Men alt er ikki arbeiði. So langt ífrá. Tú fært góðar møguleikar og tilboð um at vitja støð, stovnar o.a. sum vanlig ferðafólk
leikur og róður fór har heima. Uttan iva høvdu tey øll sínar favorittar, men tað er neyvan ov nógv sagt, at spenningurin illa fekk verið størri, tá slagið stóð hjá 10 mannaførunum millum Klaksvíking og Eysturoying [...] dagin var føroyskur dansur, matur, undirhald og tónleikur at uppliva bæði úti og inni á Bryggjuni. Á loftshæddini spældu Vestmenn upp til dans út á kvøldið, og skjótt var dansigólvið á tremur av vælhýrdum [...] hita upp og skapa rætta ólavsøkudámin, byrjaði tiltakið við at kappróðurin í Havn var at hoyra úr stórum hátalarum, ið vóru settir upp uttanfyri á Bryggjuni. Runt um sótu fólk við borðini og lurtaðu altrá
Føroya Sparikassa til tyrlupallin og aftur. Kappast verður um hvør súkklar teinin skjótast, og byrja súkklararnir við 1 minutti ímillum. Ikki er neyðugt hjá bólki 1 og 2 at hava kappkoyringarsúkklu, vanlig [...] bólkar eftir aldri: 1. Bólkur 1: Børn 9 ár og yngri. 2. Bólkur 2: Børn 10-14 ár. . 3. Bólkur 3: Unglingar 15-18 ár. 4. Bólkur 4: Vaksin. Kappingin byrjar kl. 15.00, og verður tilmeldingin á startmálinum frammanfyri [...] Tá kappingin er liðug, verða heiðursmerki handað vinnarunum, og øll børnini ið hava súkklað, fáa sodavatn, og eru tað Balslevs Timburhandil og Coca Cola, ið stuðla súkklufelagnum við hesum. Telja vit hesa
EB/Streymur er annað umfarið á rað á veg av útivølli og til hús við fullari úrtøku. Sigfríður S. Clementsen og hansara menn vunnu í kvøld 1-0 í Sørvági. Málið skoraði Óli Eyðsteinsson Poulsen við brotssparki [...] út til at eydnast, og so var tað, at Sonni Ragnar Nattestad, sum leingi hevur verið skaddur og aftur var við frá fyrsta bríksli, so at siga skrúvaði høvdið av. Mitt fyri málinum og á brotsteigarmarkinum [...] umseta málmøguleikar til mál. Og so kostaði tað alt, tá ið heilt býttisligt mistak bar við sær, at EB/Streymur vann brotsspark og skoraði sigursmálið. EB/Streymur hevur 13 stig, og 07 Vestur hevur eitt stig
ber heitið, Komið øll við, og tað er Studio Pegasus í Klaksvík og Plátufelagið Tutl, ið standa fyri útgávuni. Gamlir og nýggir slagarar Tað er ein góð blanding av bæði gomlum og nýggjum slagarum, sum eru [...] av hesi fløguna er lagið innspælt av nýggjum, og nú er tað ársins songrødd frá í fjør, Arnfríð Lützen úr Klaksvík, ið syngur lagið, meðan næmingar úr 9. og 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð syngja kór saman [...] frá 1975, Bad Dream hjá Hjarnum er frá 1978 og Lisa hjá Harkaliðnum er frá 1970. Millum tey nýggjaru løgini á fløguni eru Nakað Lort á Skeyk-fløguni, eins og Flakkarin sum íslendski bólkurin Papar við James
8-8, 12-12, og 13-13. Tá átti Fleyr servuna, men ólukkutíð fyri Fleyr varð dømt fyri uppstillingarfeili, og so átti SÍ dystarbólt. Tanja Falkvard helt høvdið kalt og avgreiddi servuna væl, og tá so bólturin [...] aftanfyri 15-20, kom KÍF afturíaftur og legði seg á odda 21-20 og 22-21. Men Dráttur fekk tó settbólt, og hóast KÍF yvirlivdi tveir, so gagnnýtti Dráttur sín triðja og vann 26-24. Tapta settið heldur stimbraði [...] servurnar vóru bæði verja og blokkur góð hesa løtuna. Dráttur togaði seg spakuliga innaftur í settið og minkaði um munin til 19-21, men KÍF helt høvdið kalt og hevði tunguna mitt í munninum og vann sær fýra settbóltar
samanberingar fær Landsverk í ár slakar 43 milliónir krónur til at halda vegir, tunlar og brýr fyri, og av teimum verða einar 10 milliónir nýttar til vetrarhald. Sostatt fara einans umleið 12 prosent av landsins [...] fyri. Hann vísir eisini á, at stovnar, og aðrir almennir leigarar, ikki rinda leigu í teimum bygningum, sum landið eigur. - Hinvegin rinda eitt nú Landsverk og aðrir almennir leigarar, leigu, har onnur [...] mangan verið ført fram, at játtanin, Landsverk fær alt ov lítla játtan til at halda vegðir, tunlar, brýr og bygningar fyri. - Harumframt er eitt stórt eftirsleip, sum bara fer at vaksa komandi árini, verður
Tann, sum dálkar havnir og firðir við olju, eigur at fáa eina revsing, sum merkist. Tað heldur í hvussu so er Føroya Løgting. Tað hendir javnan og savnan, at firðir og havnir verða dálkaðar við olju, men [...] eigur at geva eina bót upp á 50.000 krónur og fyri burturbeiningar upp á 10.000 litrar eigur bótin at vera 100.000 krónur. Bøturnar eiga sjálvandi at kunna hækka og lækka í førum, har tað eru antin herðandi [...] lágar, at tær gera als ongan mun. Ein trupulleiki kann vera, at viðurskiftini hava verið ov ógreið og at tað hevur verið ov torført at siga akkurát, hvør hevur ábyrgdina. Hesi viðurskifti verða púra greið