gjár, og veðrið er aftur gott ídag. Í gjár vunnu bæði Fípan Fagra og Klaksvíkingur, og í dag hevur KÍ vunnið norðoyastevnudystin 1-0 ímóti 07 Vestur. Harvið eru klaksvíkingar framvegis topplið og ósigraðir [...] liðnum, og HB vann 4-2 ímóti ÍF, sum harvið framvegis er botnlið. Fuglfirðingar vóru illa sølaðir undan steðginum, tá ið Aleksandar Stankov hevði fleiri risa møguleikar. Hann setti beinanvegin hol á, og miðskeiðir [...] álvara aftur. Vinstri vongverjin Jóhannes Hansen javnaði við framúr langskoti úr vinstru og undir handaru samankoming, og innskifti Leif Niclasen skoraði meistarligt sigursmál, tá ið hann miðskeiðis av heimahálvuni
er vend komin í – og tað er av heilt serligari orsøk. Íslendingar hava eisini mist ein altjóða dómara, og tí hava íslendingar og føroyingar tosa saman, og nú skulu Eyðun Samuelsen og Ingvar Guðjónsson [...] EHF nú sagt gott fyri nýggja samstarvinum. - Eg og Ingvar fara at døma dystir saman í íslendsku og føroysku kappingini av og á, og annars fara vit at halda fram við at døma hvør sær eisini. Tað merkir, [...] gevast at døma, tí eg og Andreas hava dømt so nógv saman, og nú hann valdi at gevast, hevði eg ikki hug at halda fram við nýggjum makkara. Men hendan nýggja støðan hevur broytt upp á tað, og nú eri eg sera spentur
langur, sum svarar til einar 50 føtur og góðar fimm metrar breiður. Báturin, sum hevur tveir motorar á 700 HK hvør og gongur 22 míl, hevur eisini bógskrúvu framman og síðuskrúvu aftan. Tummas Henriksen sigur [...] um summarið, har byrjað verður í mai, og siglt verður síðan, til august mánaði er liðugur. Aftrat summarmánaðunum sigla vit 10 dagar í heystfrítíðini í oktober, og síðan røkir tyrlan sambandið við Mykines [...] til Mykinesar og við Brynhild út í Tindhólm. - Eftirspurningurin at sleppa út í Tindhólm er veksandi, og higartil í ár hava vit havt eini 500 fólk í Tindhólmi. Tað er serliga frá mai mánaði og úteftir, at
so ofta bæði hava keypt og selt skip fyri hann og aðrar. Eiler sigur, at Sólborg í løtuni er á Flemmish Kap. Teir hava fiskað í eina góða viku, og fiskiskapurin hevur ligið um 8-10 tons um dagin. ? Hetta [...] men rækjurnar eru smáar, og rækjuprísurin er ov lágur. Reiðarin vísir á, at prísurin á teimum smáu rækjunum, teimum sonevndu sekkjarækjunum, er hækkaður einar 2 kr. kg., og hetta ger mun. ? Men líkt er [...] Krúnborg 2340 tons, sum teir fingu í seks hálum og tann seinna 2504 tons. Spurdur, hvussu tað hevur gingið at svarað hvørjum sítt við einum so stórum og dýrum skipi, síðan Krúnborg kom í fiskiskipaflotan
: 597714 eftir kl. 18 og á teldupost adr.: gudridjohansen@hotmail.com innan 10. des. Bestu heilsur Guðrið og Tom Brúdleyp Leygardagin 1. jan. 2011 giftast Agnar Akraberg Poulsen og Sóleyð Elisabeth Petersen [...] vinfólk og kenningar! Verið vælkomin! Brúdleyp Leygardagin 20. nov. giftast Heðin Ellingsgaard og Ulla Bundgaard í Nordby Kirke á Fanø. Brúdleyp Leygardagin 27. nov. giftast Sunnvá Tausen, Tórshavn og Dagfinn [...] Fríggjadagin 19. nov. hava Ásla og Markus Heinesen, Haraldssund, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 19. nov. hava Elisabeth og Páll Ellingsgaard gullbrúdleyp
Østerport Station. Tvey fólk doyðu og 23 fingu skaða. – 24. mars í 1971 rennur eitt S-tok saman við góðstokvognum millum Birkerød og Allerød, eitt fólk doyði og fimm fingu skaða. – 10. august 1967 koyrir snartokið [...] óðstøk sunnan fyir Næstved Stadion. Eitt ferðafólk og eitt starvsfólk hjá DSB doyggja, og fýra ferðafólk fáa skaða. – 28. desember í 1992 doyr ein tokførari, og tvey ferðafólk fáa lættari skaða, tá náttartokið [...] í Danmark: – 7. november í 2002 doyr eitt fólk og fimm fáa skaða, tá tvey S-tok renna saman á Holte Station. – 2. mars í 2000 doyggja tveir tokførarar og eitt ferðafólk, tá tvey regionaltok renna saman
samgonga ikki kláraði. Og tey høvuðsmálini vóru at fáa avlop á fíggjarlógina, og at geva fólki við lág- og meðalinntøkum ein skattalætta. – Uppskotið um at hækka avgjaldið á bensin og diesel var sostatt [...] arbeiðis, ikki vórðu rakt av tí at avgjaldið á bensini og diesel hækkaði, varð ferðastuðulin til fólk, ið koyra til og frá arbeiði, eisini hækkaður 10 prosent. Sostatt eru útreiðslurnar hjá landskassanum [...] hækkaðar. – Skatturin á vanligari løn er lutfalsliga høgur í Føroyum, og tí ætlar samgongan ikki at lækka avgjøldini á bensini og diesel, tí avleiðingin av tí hevði verið, at vanligi skatturin av lønum
tulipans-skapi. Og portvín skal drekkast svalligt, 10-12 stig. Montalto, IGT Sicilia, Grecanico-Chardonnay 2007 Uppruni: Turt hvítvín úr Italia Ummæli: Gyltur gulur angi. Gul súrepli, melón og sitrón í rákanum [...] Ummæli: Kirsubersvartur litur. Sera lekkur og samansettur angi av frískum sólberum, pipu-tubbaki, leðri og sjokolátu. Angar av marglæti. Í sera spennandi og kraftmikla smakkinum finni eg aftur nógva myrka [...] putursukur, heslinøtur, enskt lakress og súltaði kirsuber. Stór fylla, ríka frukt, samansett. Og kortini frískligt. Hóskar bæði sum hugnaglas, afturvið konfekt og ikki minst blásoppa-ostum. Kostnaður:
Leygardaing og sunnudagin millum klokkan 14 og 19 verður árliga kvøldskúlaframsýningin hjá Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla. Í ár verður framsýningin bæði í Eysturskúlanum og í Veviskúlanum sum heldur [...] leygardagin og sunnudagin millum klokkan 14 og 19. ? Leygardagin klokkan 16 verður tónleikaundirhald, har næmingar hjá Boga Isaksen fara at spæla. Klokkan 17 leygardagin fer kórið Glymur, sum Bjarni Berg og Edvard [...] allarflestu næmingarnir hava eina lærugrein, sigur Napoleon Nólsoy. Skúlin hevur 9. 0g 10. floks undirvísing, og hon byrjar íaugust mánaði. Harafturat undirvísa vit í maritimari fyrireiking, sum er eitt
Mark við 10 svanamerktum íbúðum, og hesar fara allar at standa lidnar seinni í ár. Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, er sera fegin um samstarvið við leiðsluna á Mark og heilsar [...] Húsini eru framleidd á verksmiðjuni og síðani flutt til Føroya við skipi. Felagið fylgir sera strongum tilgongdum, sum tryggja góða leveringstíð og minni tilfars- og orkunýtslu til framleiðsluna, sigur [...] svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í Norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg. - Høvuðsendamálið er at tryggja, at umhvørvi og tilfeingi verða troytt sum minst, sigur hann. Fyri at fáa