fyri trimum árum síðani. Kórleiðari er Frits Johannesen, orgulfylgisspælið hevur Heðin Kambsdal, og klaverfylgisspælið hevur Eyðun á Lakjuni.
Inge Røkke eigur, og pengarnar skal hann gjalda týsdagin, sigur felagið. Men tað hevur Røkke ikki ráð til, og Orkla hevur tí hótt við at fara eftir privatu ognum hansara. Og har skuldi verið nóg mikið at [...] fær hann lættliga goldið lánið. Hann kann eitt nú selja stuttleikaskipið "Reverie", sum hann fyrr hevur roynt at selja fyri 460 milliónir krónur. Í 1999 keypti Røkke eitt flogfar av slagnum Boeing 737 fyri
Kári Hansen hjá NSÍ var sjúkur síðsta sunnudag, men hann er komin fyri seg aftur. Jónstein Petersen hevur havt onkran smávegis snudd, sum forðaði honum í at venja hóskvøldið, men í gjár roknaðu teir avgjørt [...] Miðvági. Hann verður við aftur í morgin. Símun Joensen var ikki við í Miðvági, tí hann var sjúkur. Hann hevur ikki vant so nógv í vikuni, men í Klaksvík roknaðu teir í gjár við, at hann verður førur fyri at spæla
sjálvmálið ? hann var aftasti verjumaðurin hjá GÍ. Síðani tá hevur GÍ verið greitt omaná á Svangaskarði, har teir ikki hava tapt, meðan B68 hevur staðið seg betri í Gøtu, enn teir hava gjørt á heimavølli [...] bæði í knænum og lærkrikanum. Øssur hevur ikki vant í vikuni, og á Toftum verður tað mett rættuliga lítið sannlíkt, at hann verður við í morgin, og ivaleyst hevur hann spælt fyri seinastu ferð í ár. Súni [...] Súni Olsen, sum hevur verið stak væl upplagdur síðstu ferðirnar. Í Vági vardi Mortan Joensen GÍ málið. Hallur Hansen var sjúkur, men hann er tøkur aftur. Pólverski málverjin, sum hevur verið í GÍ málinum
ini enda við javnleiki, 1-1. Fyrra dystin hevur HB leingi munin, men Todi Jónsson javnar fyri B36 móti dystarenda. Seinna dystin er tað leingi B36, sum hevur munin, og tó at HB javnar í seinna hálvleiki [...] silvur til HB. B36 er leingi við í heiðursmerkjastríðnum, men endar á einum fimta plássi. 1996 B36 hevur til 60 ára føðingardagin styrkt munandi um hópin. Fyrra dystin móti hjálpir hetta tó lítið. Tó at [...] eitt plástur á sárið, at teir vinna báðar dystirnar á B36. Hin fyrra við 4-2, eftir at B36 annars hevur verið á odda 2-0. Seinna dystin vinnur HB 2-0, og setir við hesum ein álvarsligan støg í FM-hóttanina
lítlum smíli. Finnbogi Hansen letur annars væl at starvinum umborð á Vestfisk. Bæði so og so. Frítíðin hevur alt at siga fyri hann, og teir eru bara við helvtina av tíðini. Tvær vikur umborð og tvær heima. Nokkso [...] er so skemtingarsom. Ella eri tað eg, leggur hann aftrat. Sæmundur Dalheim er gøtumaður, og hann hevur altíð búð har. Hann greiðir frá tíðini tá hann byrjaði í hesum starvinum fyri skjótt átta árum síðani: [...] tríggjar og fýra metrar. Tá ein hugsar um, at Vestfisk stingur 3,75 metrar, er tað ikki nógv pláss, ein hevur undir kjølinum. -Hettar er hæddarpunktið hvønn dag, sigur Finnbogi Hansen. Motorurin arbeiðir nú í
neyvan vera stór ósemja um, at tað hevur verið ov stórt trýst á fótbóltskappingini hesar seinastu vikurnar, og at tað hevur verið stak óheppið, at hetta akkurát hevur verið í og rundan um ta vikuna, tá [...] hvussu so er vera tríggjar orsøkir til. Ein er, at tað hevur verið so stutt millum umførini, ein onnur kann vera, at spælið er ófantaligari nú, enn tað hevur verið, og ein triðja kann vera, at dómararnir ikki [...] fór fótbólturin í summarfrí. Hjá spælarunum man frítíðin kennast uppaftur meiri væl komin, enn hon hevur verið áður. Eftir fýra ferðir 90 strævnar minuttir í tvær vikur, er einki at siga til, at spælararnir
rættuliga tætt á fyrstu metrunum í Sandavági. Vestmenningurin, sum higartil í ár ikki hevur staðið seg soleiðis, sum hann hevur gjørt nógvu tey undanfarnu árini, hekk væl uppi í fyrstu tvey hundrað metrarnar [...] Nólsoyinginum at vinna ein FM róður. Tey sjey vinnara stigini bera við sær, at Nólsoyingurin framvegis hevur møguleika fyri at vinna fyrsta FM heitið síðani 1989. Undan Ólavsøkuni eru fyritreytirnar greiðar [...] sjálvum at gera av, um teir skulu vinna FM. Nólsoyingurin er trý stig aftanfyri Eysturoyingin. Tað hevur við sær, at um nólsoyingar skulu hava nakran møguleika at vinna FM, so skulu teir vinna á Ólavsøku
hann hevur nógvar royndir í kappróðri. Í síni tíð hevur hann róð við Svani, Oyndra, Sjóriddaranum, Skálabatinum og Stráluni, sum hann var við, tá hon fyrst í níti árunum vann FM. Undanfarin ár hevur Hilmar [...] Hilmar róð, men í ár hevur hann ikki havt stundir at vant so nógv, og so dýkir hann á hinar úr reingini. ? Síðani flaggdagin hava vit vant fýra ferðir um vikuna. Nú venja vit tríggjar ferðir, og tað er hugaligt [...] hugaligt, tá vit so spakuliga fóru frá hinum bátunum. Vit megnaðu hesa ferð at vera støðugir. Tað hevur alt at siga. Vandin er, at ferðin dalar eitt sindur. Tá er trupult at koma uppaftur. Hesa ferð megnaðu
Jón Sigurd Gleðisheygg, sum var í rætta essinum. Fyrrverandi GÍ miðverjin hevur verið álopsmaður hjá EB/Streymi í ár, og har hevur hann víst, at tað sannliga er dugur í honum í i ódini. Jón Sigurd økti tíðliga [...] NSÌ hevur staðið seg stak væl higartil í kappingini. Teirra setningur er fyrst og fremst at syrgja fyri, at teir halda eykamonnunum hjá besta liðnum á so høgum støði, sum tað ber til. Higartil hevur tað [...] um heiðursmerkini, enn tað er at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Tá tað hevur gingið illa í 1. deild, hevur tað gingið væl í 2. deild hjá NSÍ. Hesa ferð gekk illa í 2. deild, men so gekk tað