við Bacalao keiina. Tað var annars meiningin, at Smyril skuldi bunkra inni á Sundi í gjáramorgunin, men orsakað av vánaliga veðrinum fór hann til Fuglafirðar at bunkra. - Meiningin var at nýta nýggju ol [...] tá tey sóu eina oljusperring lagda rundan um tvey russisk skip í dag, at nú var aftur ein oljudálking í á havnarvág. Men so var kortini ikki. Ein av ásetingunum í nýggju bunkringslógini, sum kom í gildi [...] vit ikki brúktu sperruna á Sundi, kundu russisku skipini bunkra í gjár, sigur Niels Kári Nielsen. Tað áliggur havnunum at tryggja bunkring av tungolju, og tí hevur Tórshavnar Havn keypt oljusperruna. -
dystinum var tá argentinski Mascherano fekk tað seinna gula kortið, tá hann mótmælti einum gulum korti, sum Torres hevði fingið fyri kjaftaslit. Mascerano fór yvir til Steve Bennett at trætast, men tað førdi [...] Liverpool-málverjin Pepe Reina gjørdist ein sannur Jekyll og Hyde í dag. Tá støðan var 1-0 helt hann Liverpool inni í dystinum við góðum meistarabjargingum í ein-til-ein støðum har Manchester United-leikarar [...] úr málinum, tá United skoraði til 1-0 og 2-0. Fyrru ferð eftir, at hálvtímin var runnin. Rooney legði bóltin inn fyri, og tað endaði heldur við, at Reina boksaði Wes Brown, sum sjálvur fekk sett krilluna
Í seinna hálvleiki vóru tað mest leirvíkingar, sum trýstu, men HB hevði eisini onkran góðan møguleika. LÍF fekk kortini løn fyri stríðið, og enn einaferð var tað Mirek, sum var síðsti maður á. HB-verjan [...] um stóð Mirek Gil leysur inni í brotsteiginum, tá hornaspark varð sent innfyri, og hann setti høvdið á til 1-1. Tað bleiv 2-1 til HB móti endanum av fyrra hálvleiki. Málið var eitt sindur heppið. Jákup [...] 2-2 (2-1) HB og LÍF fingu eitt stig í part burturúr uppgerðini í Gundadali leygardagin. Havnarliðið var á odda bæði 1-0 og 2-1, men í báðum førum megnaði póllendingurin Mirek Gil at javna. Heimaliðið legði
Martin og spældi guitar. Serliga var tað samspælið millum Jákup og Eyðun, sum hugtók meg. Eyðun við sínum fína jasskenda solospæli og Jákup, sum ikki forfellur til tað vanliga countrymjarrið, men spælir [...] ar. Eyðsýnt var, at áhoyrararnir vóru sera væl nøgdir við konsertina og vildu hava eykaløg, sum vit eisini fingu. Væl vitandi, at orð og tónleikur hjá Martini eru sera persónlig og innilig, sat eg tó og [...] Fríggjakvøldið 29.des. var konsert við Martini Joensen og orkestri í Miðlahúsinum. Byrjað varð í Heygatúni í Vestmanna, barnaminnum og hugleiðingum frá eini farnari tíð. Siðani varð farið inn í vaksna
lasagnan hjá Iceland Air var »vemmilig« og ræður øllum, sum skulu flúgva við Iceland Air at eta áðrenn tey fara umborð. Maersk Air fær hampulig umdømi, onkur heldur, at tað var í so lítið av mati. Atlantic [...] verður skrivað, hvar flogið var ímillum, hvussu nógv ferðaseðilin kostaði, hvussu leingi ferðin vardi, og so verður ummæli frá 1 til 10 sett á, hvussu maturin og tænastustøðið var umborð. Summi flogfeløg hava [...] Í løtuni eru 16.769 myndir inni á www.airlinemeals.net, og talið økist alla tíðina. Flogfeløg sum Xiamen Airlines, Uzbekistan Airways, Kulula, SAS, American Airlines, Druk Air og okkara egna Atlantsflog
krónum, goldið av skattgjaldaranum, og upphæddin vaksur skjótt, tess longri burtur frá høvuðsstaðnum, tingfólkið býr. Hetta var neyvan tað, sum veljarin valdi, tá hann setti krossin við A, B, D ella H. Um [...] útreiðslur, sum eru í samband við arbeiði. Tað hevði verið spennandi at sæð, hvat slag av bensin, bilarnir hjá tingfólkum koyra við... Tá eitt ungmannafelag var frammi við málinum í februar mánaði, lurtaði [...] tingfólk skuldi umleggjast til somu skipan við ferðaendurgjald, sum virkar fyri vanliga borgaran. Tað skuldi ikki framvegis verða munur á fólkavaldum og fólki. Við sama løgmanni á odda hevur nýggja samgongan
seg og píkarnir ikki longur verða skotnir í eyst og vest. Frá 1. mai var ikki longur loyvt at koyra við píkadekkum, og tað eru tað helst fleiri, ið fegnast um, hóast vit enn kunnu fáa eitt følv av kava [...] píkadekkum og øðrum í sokallaðum §13 kanningum, og at tað helst ikki verður nakað øðrvísi í ár. Bert einstakur undanstøkkingur við píkum Sosialurin var í gjár úti í høvuðsstaðnum og kannaði støðuna við píkadekkum [...] undir bilinum. Av teimum trimum hevði eini bilurin staðið í longri tíð og hevur mist pláturnar, so hann kann valla teljast við. Sostatt eru tað bert tveir av teimum 369 bilinum, ið enn stóðu á píkadekkum
handilin bert skuldi kallast upp eftir eigarakvinnuni – tað er: handilin hjá Maibritt. Tí kom hon við øðrum navni. - Handilin liggur á Fossávegnum, og tað var tí natúrligt at kalla hann upp. Tí eigur handilin [...] gott er sjálvandi eisini at keypa hjá børnunum. - Eg royni at hava tað so bíligt sum yvirhøvur gjørligt, og eg haldi at fólk eru fegin um tað, sigur ein væl nøgd Maibritt Sørensen við Sosialin. Góð byrjan [...] upp á fyrsta sinni. - Her var fólk allan dagin. Eg lat ikki aftur fyrrenn klokkan níggju um kvøldið, sigur hon. Eftir vegnum Ein handil skal sjálvandi hava eitt navn, og tað hevur handilin hjá Maibritt
Leiðari 2006". - Nei, hetta hevði eg slett ikki droymt um. Eg var ikki staddur á Hotel Føroyum, tá ið eg í døgurðatímanum fekk at vita, at heiður var fallin mær í lut. Eg gjørdist púrasta ovfarin og glaður, [...] heilsanum, og hann hevur eisini fingið hópin av blómum og øðrum heilsanum, síðan tað frættist um tilnevningina. - Jú, tað er so avgjørt, at hetta hitar í einum starvi sum mínum, men eg vil leggja dent á [...] fleiri aðrar? - Nei, tað dugi eg ikki so væl at siga. Eg ivist onga løtu í, at vit hava nógvar góðar leiðarar, sum høvdu uppiborið ein slíkan heiður. Hann dylur kortini ikki fyri, at tað, sum starvsfólkini
aðrastaðni, tí Føroyar eru vorðnar mítt heim. Tað er í Føroyum, at eg eri ment og búnað sum menniskja, og tað er her, at míni børn eru fødd og hoyra til. Eg havi tað gott, trívist væl og havi nógv góð fólk rundan [...] viðganga, at eg svaraði ikki beinanvegin. Eg hevði ongantíð hoyrt um Føroyar áður og visti ikki, at tað var til. Eg kannaði málið og leitaði á heimskortinum. Men eg fann ikki landið og ivaðist, um talan mundi [...] búsitandi í Saltangará. Hon eigur tvey børn saman við føroyskum manni, sum hon ikki longur er saman við. Tað var telduposturin úr Føroyum, sum dró Gretchen hendavegin. Fyrstu trý árini ferðaðist hon javnan millum