fjølbroyttan festivaldag við tónleiki, undirhaldi, mati og hugna. Av stóru hæddarpunktunum í tónleikahøpi verður danski rokkbólkurin, D-A-D, sum fer á stóra pall leygarkvøldið klokkan 21.45. D-A-D hevur í fleiri [...] niðanfyri eru nakrar myndir, sum eru tiknar á Norð Festivalinum undanfarin ár, og her sæst, at hetta er eitt tiltak fyri øll, og har øll eru hjartaliga vælkomin. Nakrar av myndunum tók Birgir W. Høgnesen [...] Silvi vitjar børnini, og ein kúgv verður flett, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár. Fyri tey, sum dáma harmonikutónleik - og tey eru mong - fer Fuglafjarðar Harmonikufelag eisini at spæla. - Við einari
Tað gjørdist ein av stillastu og sterkastu løtunum á konsertini. ##med13## Fjøldin sang við Á skránni vóru annars fleiri av stóru hittunum, sum hava gjørt Rasmus Seebach til eitt av størstu nøvnunum í [...] stjernerne på himlen , sum er ein av kendastu sangunum hjá pápanum, Tommy Seebach. Tommy Seebach gjørdi lagið, og Keld Heick skrivaði tekstin. Sangurin varð upprunaliga gjørdur sum ein vøgguvísa til Marie [...] meðan danski sangarin stóð á pallinum. Við stórum ljósshowi, væl spælandi tónleikarum og einari fjøld, sum dugdi sangirnar, gjørdist Vágsbøur karmur um eitt stórt danskt poppshow. Við sær til Føroya hevði Rasmus
fram ein fittan part av degnum, og tað hevur verið hugnaligt at fylgt dystunum Niðri á Sand. Hetta er eisini fyrstu ferð, at leikarar úr B71 hava luttikið í kapping í sandflogbólti, sum Flogbóltssamband Føroya [...] ferð nakrantíð hevur skipaður sandflogbóltur í dag verið leiktur á Sandi. Tað vóru trý kvinnulið, sum kappaðust í morgun, og nú seinnapartin kappast trý lið hjá monnum. Veðrið hevur verið gott. Hann hevur [...] Súsanna og Rósa, og á triðja plássi Bylgja og Julie. Her eru nakrar myndir frá kappingini í morgun, sum vardi til nakað út á seinnapartin. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## ##med9##
Stúgvandi fult er í morgun til ókeypis morgunmatin, sum er partur av Vestmannadøgunum. Felags morgunmaturin er eitt av tiltøkunum á skránni í dag, nú nógv virksemi er í bygdini í sambandi við Vestmannadagarnar
Myndin er sett saman úr upptøkum, sum Copernicus Sentinel-2-fylgisveinarnir gjørdu 2. og 7. juli 2026. Smáu grønu økini á myndini eru spjaddur gróður og dyrkað lendi, sum verður vætað nærindis bygdum økjum [...] Murzuq- og Ubari-sandhøvini eru stór øki við sandheyggjum í Saharaoyðimørkini í útsynningspartinum av Libya. Á nýggju fylgisveinamyndini sæst Ubari-sandhavið norðanfyri og Murzuq-sandhavið sunnanfyri. [...] hellubotn og tann lítla gróðurin í økinum. Copernicus-skipanin veitir fylgisveinamyndir í høgari upploysn av fjarskotnum oyðimarkarøkjum. Myndirnar verða millum annað brúktar til at kortleggja lendið, fylgja
fleiri barna- og ungdómssangum, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað. Fyrr í summar eru sangirnir og videoløgini Eg tími ikki í skúla og Gott at vera barn í Føroyum givnir út av sama sanghøvunda. Næstu løgini
ímóti AB styrkti NSÍ í góðveðrinum í dag um sína støðu sum topplið og FM favorittur. Nú er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, sum í annaðkvøld fær vitjan av EB/Streymi. Argjamenn vóru ikki komnir til Runavíkar [...] tríggjar minuttir vísti máltalvan 0-1. Málskjútti var Gunnar Reynslág, sum eftir horna úr høgru, sum Sjúrður Henriksen tók sær av, var merkiliga leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum stýrdi [...] fyrstu ellivu. Tað hava teir ikki verið so javnan í summar. At teir vóru tað í dag mundi komast av, at onkrir, sum eru á markinum til at verða leikbannaðir, sótu á beinkinum frá dystarbyrjan í dag. AB dugdi
verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference League. Tá ið liðini hóskvøldið um eina viku fara á vøllin í Klaksvík verður setningurin hjá NSÍ nett tann sami, sum hann [...] skora fleiri mál komst fyrst og fremst av, at Tom Amos aftur í kvøld var sannur brandur millum NSÍ stólparnar. Í kvøld var saknur í liðformanninum Peturi Knudsen, sum var leikbannaður, og so kom tað illa [...] skaddur av vøllinum longu í fyrra hálvleiki, tá ið NSÍ í Gundadali spældi ímóti HB. Einki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt. Nú fer NSÍ at flyta fokus á grannauppgerðina á heimavølli ímóti Skála, sum er flutt
og svørtu, sum fegnast um javnleikin, og at tað eru heimamenninir, sum hanga við nevinum. Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er trý stig frammanfyri KÍ, og so er tað dystargongdin, sum er orsøk til [...] minuttir seinni, at Páll A. Klettskarð við høvdinum og eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg, sum økti um munin til 2-0. KÍ var leikliga omaná og á veg ímóti at síggja til sigri, men NSÍ misti ikki [...] løtuna koppaði NSÍ til fyrimunar. Eftir fleiri útskiftingar hjá báðum pørtum, var tað Petur Knudsen, sum úr eitt sindur spískum í høgru smekkaði bóltin upp undir nettakið. Dómarin legði seks minuttir aftrat
undan KÍ, sum er næsti avbjóðarin. Í annaðkvøld fara klaksvíkingar suður á Argir. At tað er serligur lætti í NSÍ leguni kemst av, at heimamenninir og størstu FM favorittarnir stóran part av seinna hálvleiki [...] kroystir. EB/Streymur er í vanda fyri at flyta niður, og EB/Streymaspælararnir tevjaðu av álvara blóð í seinna hálvleiki. Sum tíðin leið, sást tað væl, at NSÍ liðið hóskvøldið var í europeiskari uppgávu. Teir [...] málverjan og so var 4-2 og stórur lætti millum FM favorittarnar. Serliga fyrra partin av fyrra hálvleiki var tað einki, sum bendi á, at talan fór at verða um stóran spenning. Petur Knudsen átti uppleggið, tá