hann kann hava barnið, kann mamman bróta hesa avtalu, sum henni lystir. Slíkar ósemjur koma ikki minst til sjóndar um jólini, sum eru ein so kensluborin tíð. Politiið sigur frá fleiri pápum, sum hava biðið [...] havið annað barn frá fyrr av. Eg kann minst líka væl at taka mær av einum sjúkum barni, líka sum so nógv onnur, sigur pápin. Hann hevði fingið at vita, at drongurin var so sjúkur, at hann ikki undir nøkrum [...] hetta fløvaði so sanniliga. Á middegi týsdagin noyddist pápin at siga farvæl við sonin. Hann sleppur ikki so frægt at ringja til hansara, áðrenn hann fer av landinum, tí hann kann bara ringja sunnudag,
ikki akkurát tað burturúr, sum teir vónaðu at fáa. Teir ætlaðu sær at taka sangin úr kappingini, tí teir ikki funnu røttu sangarinnuna. Tá teir so hoyrdu meg, vildu teir fyri ein og hvønn prís hava meg at [...] babba fór Men Kristinu dámdi einki hugskotið um at vera við í Grand Prixnum í fyrstu atløgu. Hon hevur heldur ikki gjørt so nógv við tónleikin í síðstuni. Pápi hennara, Alex Bærendsen, doyði síðsta summar, [...] Eurovision. Eg havi ikki sungið so nógv hetta síðsta árið, og síðan babba fór, havi eg næstan einki sungið yvirhøvur. Men eg mátti royna at hanga í, hugsaði eg. So eg lammaði bara til og takkaði ja til at syngja
eg rætt til. So tú veitst ongantíð, hvat eg kann finna uppá at gera av tónleiki, um tað er poppur, rockur, jungle, jazz ella klassiskur tónleikur, sigur Messell á heimasíðu sínari. ? Ein sangur er fyrst [...] úttrykk, og sum eitt barn hava allir sangir rætt til lív, eisini um teir eru vanskaptir ella brekaðir. Eg eri pápi at 200 sangum, summir eru blivnir vaksnir og eru farnir heimanífrá, aðrir eru bara nýføðingar [...] kallar nýggju útgávuna hjá sær fyri eina virtuella útgávu, og hon fæst bara umvegis heimasíðuna hjá honum. Føroyski Terji Messell, sum nógvu seinnu árini hevur búð í Danmark, gongur sínar egnu leiðir við
hetta kann verða fatað sum sjálvrós, men eg hevði verið so hyggin, bæði í táveðri og kava, at talt skrittini millum telefonsteyrarnar, og eg mintist tey tá. Í dag minnist eg tey ikki! Eg viti so, um eg [...] eg kann finna ein telefonsteyra, men tað er ikki so lætt. Tað var munur á, tá ið vit vóru farnir úr Havn fyrr um dagin og so nú. Tá var eingin vindur og einki kavarok. Eg sveimi við lyktini allar vegir [...] Eg so gjørdi, og nú síggi eg træðrirnar. Og hetta var vorðið sum. Við at lýsa beint uppeftir og fylgja træðrunum, gekk eg so á Eiðisskarð. Komin á skarðið setti eg meg eitt sindur at fáa mær ein bita
ing farin í søguna, so heldur Jósvein, at talið á brøvum er nakað tað sama, sum áður. - Brøvini eru eisini á leið tey somu í tali. Kanska er heldur færri privatbrøv, tað kann vera, men hinvegin eru somikið [...] rokningar, væl meira enn fyrr. Og so eru eisini lýsingarbløð og annað tílíkt, sigur Jósvein. - At nógv er broytt, kann Jósvein bara ásanna. - Tá eg byrjaði, var ikki eingang ein roknimaskina. Vit taldu saman [...] í Vági. Pápi hansara starvaðist á postkontórinum og tey búði í ovaru hæddini. Tá Jósvein fór úr skúlanum 16 ára gamal, byrjaði hann á posthúsinum. Gott arbeiðspláss - Pápi hevði posthúsið, so tað kom av
var, at vera barn í heimi teirra. - Pápi mín var ein góður pápi at okkum. Hóast hann ferðaðist nógv, so tók hann sær altíð tíð til okkara, tá hann var heima. Hann varð altíð hin sami. Hann, sum fólk sóu [...] Um tú játtar tínar syndir, umvendir teg frá teimum og trýrt, so fyrigevur Gud syndir tínar, og skrivar navn títt í Lívsins Bók. Einki kann síðani strikað navn títt úr Lívsins Bók, sigur Franklin Graham [...] sjónvarpinum og á talarastólinum, var hin sami, sum vit sóu heima í stovuni og við døgurðaborðið, greiðir Franklin Graham frá. Hóast boðskapurin ikki broytist, so broytast tíðirnar nógv, ásannar Franklin Graham
hann ein av álitismonnunum á dekkinum umborð á Tjaldrinum, sum var selt til Kili. Ein betri lærumeistara kundi ein ungur drongur neyvan fingið – og kann eg yvirhøvur brúkast til nakað, so er hann ein av [...] smíða eitt farmaskip, byggino. 12, sum eitt felag á Glyvrum hevði kontraherað. Pápi mín var stigtakari, ein av eigarunum og hann skuldi føra hendan nýbygningin, sum var ein ovurstór verkætlan fyri eigararnar [...] veingjabreiði hansara, sum var fulltikin í øllum brigdum og brøgdum umborð á skipi. Hann dugdi alt, og onkursvegna kendist tað sum var lívið sum matrósur eitt kall fyri hann. Sum Magnus Dam Jacobsen tekur
einsamallur, og tað kundi ofta vera so stuttligt. Eg átti ein lítlan holbát, og pápi átti ein størri borðbát, sum eg kundi læna við hvørt, tá ið eg lovaði ikki at vera óskoytin. So spældi eg mær við báðar bátar [...] hann afturat, »sum eg sjálvur hevði sett mær fyri at vera Føroyingum ein Føroyingur og Donskum ein Danskari, so vildi eg eisini, at tú skuldi kenna tað land, har sum tú vart føddur!« Sum eg nú sat har á [...] at tær so tætt í tín favn!« Føðilandið er sum ein mamma, ið dregur barnið til sín, so at aftran er ikki møguligt, og um brnið kemur langt burtur frá henni, so hevur hon tó somu dragandi megi. So langt fór
kapitlunum, so kann ein og hvør sjálvur meta um tað, sum í teimum stendur. Tað kann vera logiskt at byrja við upprunanum, so sum við sjálvum navninum eftir teirri stóru Gjónni. Tað er sjálvandi rætt, sum rithøvundurin [...] sett saman so perfekt, sum vera kann. Tað ger ikki lesingina verri, at rithøvundurin hóttir við einum bindi afturat næsta ár um ta gomlu ella eldru tíðina. Hetta er meira ein ritgerð enn ein bók. Grundarlagið [...] a rit, sum ikki bara kann frøa Gjáarfólk, er ikki skrivað burtur úr ongum. Nærlagdur, sum rithøvundurin er, hevur hann farið um umfatandi søguligt kelduarbeiði og so á munnligar heimildir. Ein góð og álítandi
minnast mannagongdir, tá ein, tú ert so nær í familju við, fær hjartasteðg. Á samkomuni í dag varð heiðursbræv eisini latið Gilla Sjúrðarsyni Holm, sum í summar kom fram á ein mann, sum hevði fingið hjartasteðg [...] merkis til, at ein lastbilur, sum stevnir beint ímóti einum tunli, hevur gloymt at koyra kranan niður. Í hini hendingini bjargaðu tvær smágentur systkinabarni teirra, sum var dottin í ein djúpan hyl. Øll [...] avdúkast skuldi, hvør Ársins Fyrstuhjálpari 2021 er. - Av tí, at Suffía handlaði so skjótt og gav munagóða fyrstuhjálp, kann pápi hennara, Pauli, liva eitt vanligt lív uttan varandi mein. Suffía vísir gott