kaffi og køku til tey vaksnu, og okkurt gott verður eisini til børnini. Klaksvíkar Hornorkestur fer at luttaka og fer at seta sín dám á løtuna. - Klokkan 17 fer barnakórið á Skúlatrøð at syngja, og eftir [...] eftir framførsluna verða røður hildnar. Beinir Johannesen, løgmaður, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fara báðir at bera fram heilsanir. Frá klokkan 17.30 verður opið fyri almenninginum [...] Hope. - Tá fáa gestir høvi at uppliva skipið og vitja stóru flótandi bókasøluna. Logos Hope verður liggjandi í Klaksvík til sunnudagin 6. september, vita tey í Klaksvíkar kommunu at siga í dag.
har tær eru førar fyri at endursmitta laksin. Og so verða tær fleiri lús, og so byrjar hetta at verða meira og meira, og so fært tú ein eksponentiellan vøkstur. Tað vil siga, at vøksturin tekur dík á seg [...] fiskivinnukjak og at fara í tottarnar á hvørjum øðrum: politikarar, fiskimenn, reiðarar, serfrøðingar og onnur. Sum oftast koma vit til ta niðurstøðu, at tann eini parturin sigur, at tað má haldast aftur [...] um tú ikki klárar at halda lúsatalinum niðri á einum sovorðnum fjørði. Og ta støðuna hava vit verið í. Í 1990, 1991, 1992 var tað so nógv lús, at tað var reint út sagt forferdeligt. Og har firðir faktiskt
sperrumarkið og fáa umboð á landspartatinginum. Sambært ARD koma bæði sosialdemokratiski SPD, Tey Grønu og Bündnis Sahra Wagenknecht, BSW, inn. Hjá ZDF stendur BSW tó til 4,8 prosent og sostatt til at detta niðurfyri [...] Sambært Reuters sigur hann eisini, at flokkurin fer at rætta hondina fram til allar demokratiskar kreftir, sum vilja føra ein betri politikk. AfD er í Sachsen-Anhalt og fýra øðrum týskum landspørtum flokkað [...] fyri, um AfD fær reinan meiriluta. ARD metir fyribils, at AfD fær 39 av teimum 83 tinglimunum, meðan ZDF gevur flokkinum 41. Tað krevur 42 tinglimir at fáa reinan meiriluta. – Vit hava skrivað søgu Ulrich
brandmúrurin. Ein stórur AfD-sigur í dag fer tí eisini at økja trýstið á hinar flokkarnar og teirra politikk um at halda AfD uttan fyri politiska ávirkan bæði í landspørtum og á samveldisstigi. AfD varð stovnaður [...] AfD er atfinningarsamt mótvegis innflytarum og ES, leggur dent á siðbundin týsk virði og ynskir eitt betri samband við Russland. Ulrich Siegmund hevur sagt, at allir óregluligir tilflytarar skulu vísast [...] fyri fyrstu ferð í sínari søgu fáa valdið í einum týskum samlandi. Tað hevði samstundis verið fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein flokkur ytst á høgraveinginum kemur til valdið í einum týskum
NRK veit at siga, at jarðskjálvtin varð staðfestur klokkan 23.06, og streymslitið kom ávikavist klokkan 23.08 og 23.11, norska tíð. Samanfallandi tíðarskeiðini gera, at streymveitarin fer at kanna hendingina [...] nærri. Tey halda, at tað kann ikki útilokast, at samband var millum jarðskjálvtan og slitið. - Tá jarðskjálvti og tveir feilir í streymnetinum hendu innan fáar minuttir, er tað náttúrligt, at kannað verður [...] Í nátt mistu 8000 húsarhald í Noregi streymin. Norska kringvarpið - NRK - heldur tað ikki vera óhugsandi, at jarðskjálvtarnir, sum í gjárkvøldið raktu Norðurnoreg, vóru orsøkin. Ein feilur í netinum hjá
Løgreglan sigur, at ferðirnar vóru sera vandamiklar. Fólkini sótu trongt í skjóttgangandi bátum, sum sigldu í ringum veðri, og í summum førum vóru ferðafólk bundin saman fyri at forða teimum í at detta fyri [...] annað rán, avpressing, frælsisrán og hvítvasking av pengum. Spanska løgreglan hevur staðið á odda fyri kanningini við hjálp frá fronsku og portugisisku løgregluni og pólsku marknaverjuni. Sambært AFP hevur [...] bannaðir í Spania vegna stóru motormegina og drúgvu siglingarlongdina. Løgreglan hevur lagt hald á 18 slík før. Bátarnir vórðu brúktir til at flyta rúsevni og migrantar á altjóða sjógvi nær við sponsku
fiskasløg og allar marknaðir. Tað er enntá víst á dømi um, at MSC-góðkend hýsa í tíðarskeiðum hevur fingið lægri prís enn hýsa uttan góðkenning. Tað merkir ikki, at MSC er uttan týdning, men tað vísir, at sp [...] noydd at leggja bátarnar, hóast tað viðrar, fiskur er at fáa, og møguleiki er at skapa inntøkur fyri bæði húsarhald og samfelag. Men vit skulu eisini vera greið: Teir 750 dagarnir loysa eina akutta støðu [...] betri útgerð og broyttum arbeiðshættum. Hjá smáum snellu- og húkabátum seta tal av snellum og húkum, bátastødd, manningn og veðrið natúrlig mørk. Tí ber ikki uttan víðari til at siga, at fleiri fiskidagar
ommu-og abbabørnum í góðveðrinum. Lagt verður aftrat, at fyri eysturbúgvar og føroyingar annars, sum ferðast í egnum landi, hevur tað verið serliga gleðiligt, at Fjóskafé'in hevur verið opin. - Tað hevur [...] hevur nevniliga borið til í summar at vitja hugnaligu kafé'ina saman við familju og vinum - og notið ein leskiligan stuttfluttan ís og annað gott frá garðinum. ##med3## [...] Joensen, sum leggur aftrat, at kanska kemur hon at hava opið onnur tíðarskeið á árinum eisini. Á kafé'ini hava tey selt eitt nú suppu, breyð við føroyskum viðskera og okkurt gott omaná. Eisini hava tey selt
hesum holdinum er í Havn, og tað var Mona Við Reiðlið Nielsen, sum var fyrsti undirvísarin í Heilsuskúla Føroya, sum ferðaðist norður at undirvísa nýggja holdinum. Undirvísingin fer fram á Sjóvinnuskúlanum [...] m. Skúlaárið er av álvara byrjað og 53 næmingar eru byrjaðir á Heilsuskúla Føroya hesa ferð, skrivar Heilsuskúli Føroya á sínum vanga á facebook. ##med2##
við áunum Bhote Koshi og Trishuli í norðara og mið-Nepal. Ein stórur streymur av vatni, leiri, gróti og tilfari skolaði oman gjøgnum áardalirnar og oyðilegði hús, vegir, brýr, el- og vatnveiting, skúlar [...] til tey raktu økini og fáa skrásett støðuna nærri. Fyrstu metingarnar vísa, at túsundtals húski eru ávirkað av vanlukkuni. Nógv hava mist heimið, og tørvurin á hjálp er stórur bæði nú og í tíðini, sum kemur [...] vanlukka av hesum slag rakar, hevur tað stóran týdning, at hjálpin kemur skjótt fram til tey, sum eru harðast rakt. Stuðulin verður latin gjøgnum Reyða Kross-rørsluna og fer til neyðhjálpararbeiðið hjá Nepalska