eygleiðarar og var størsta álop á Russland síðani seinna heimsbardaga. Nú roynir Russland at berjast móti teimum seinastu ukrainarunum í økinum, har Russland eisini hevur fingið hjálp frá Norðurkorea. Samstundis [...] í økinum eru vaksin við 30 prosentum seinastu vikurnar. Álopið hendir í eini tíð, har USA stríðist fyri at fáa vápnahvíld í Ukraina. Men ágóðin av amerikansku átøkunum hevur higartil verið avmarkaður. Higartil [...] avmarkaða vápnahvíld um orkuinfrakervið í lag. Men Ukraina og Russland skuldseta framvegis hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina. Amerikanski diplomatiski sendiharrin, Steve Witkoff, og russiski forsetin
javnleikin við leik endurtøku. Ein flottur javnleikur hjá Willa, sum hevur styrkitalið 1965 móti teimum 2326 hjá Luitjen. Í seinasta talvinum í Landsliðsbólkinum í dag fekk Petur Magnus ein góðan javnleik [...] eina finnu á c7. Men tá hann avviklaði støðuna við at taka d6 finnuna og lata sína f4 finnu, í staðin fyri at bakka við riddaranum av c7, har hann hevði tikið eina finnu, og harvið dekkað sína egnu finnu á
virkandi kommunulæknaskipan er, at borgarin hevur álit á og følir seg væl hjá sínum kommunulækna. Tað er fyri so vítt eitt rættiliga persónligt val, tað sum riggar hjá einum, riggar ikki hjá einum øðrum. Tað [...] er fjølbroytt og spennandi. At hava ein kommunulækna hevur víst seg í kanningum at vera sera gott fyri lívsgóðsku og longd. Kanningar í Norra vísa ein beinleiðis samanhang millum lívslongd, og hvussu nógv [...] vit síggja teir til árskontrol, ilt í hálsinum og tá teir hava fingið eina flís, sum hevur tikið ilt fyri seg. Hóast vit í kommunulæknafelagnum taka væl ímóti flytingini ímóti einum meira fríum læknavali
erðin millum HB og B36 í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. HB hevur ikki tapt fyri B36 í 19 teimum seinastu kappingardystunum, og teir hava eisini fulla úrtøku, 12 stig aftaná fýra umfør, meðan
Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar 2022, hevur Danmark stuðlað Ukraina hernaðarliga fyri umleið 55,5 milliardir krónur. Hetta hevur fevnt um F-16 jagaraflogfør (tey eru ikki øll avhendað [...] longu gjørdur ógjørligur. Júst hvussu nógv F-16 jagaraflogfør Danmark hevur latið til Ukraina av teimum 19 lovaðu, er ikki greitt. /Ritzau/
Paula og liðfeløgunum, ið høvdu nógvar áskoðarar við sær, ið sluppu at uppliva, at dreymurin hjá teimum og leikarunum gekk í uppfylling. HØJ vinnur næstbestu deildina við 44 stigum. Liðið hjá Teis Horn [...] javnt 26-26 móti gamla liðnum hjá Teis, Tønder. Í steðginum var javnleikur 11-11. Teis var noteraður fyri tvey mál. Aarhus skal nú spæla dystir um rættin at flyta upp í bestu deildina. Komandi kappingarár
alt 56 telvarar eru við í FM-stevnuni á Skúlatrøð í Klaksvík. Til ber at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum borðum. Telvað verður í sjey dagar til langa fríggjadag, tá kappingin endar. Her dystast [...] í Klaksvík Árliga FM-einstaklingakappingin í talvi 2025 byrjar í dag. Klaksvíkar Talvfelag skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya. Telvað verður í Skúlatrøð. Umførini í døgunum frá 12. apríl [...] eru sjey í alt. Byrjað verður allar dagarnar klokkan 14.00. Kappast verður í fýra bólkum. Átta av teimum við hægsta styrkitalinum kappast í sonevnda Landsliðsbólkinum um sjálvt FM-heitið. Í1 bólki eru
skrivar hann, at eg eri farin upp í kórið, sum leggur Ísrael undir at ofra sítt egna fólk fyri at fáa eina undanførslu fyri at drepa palestinar. Tann, ið ikki hevur lisið mítt lesarabræv, fær helst varhugan av [...] og sigur Pappé vera "øgiliga víðgongdan." Vit skulu ikki taka hann fyri fult, skilst. Sjúrður sigur: "Eg havi lisið nakrar av teimum søgufrøðingunum, sum hann (t.e. undirritaði) siterar. Ilan Pappé, til [...] hálovan hjá mær av Hamas fyri tað (sum eg nevndi í fyrra brævinum, eri eg als ikki Hamas-stuðul). IDF telur bara ikki, hvussu nógvir palestinar doyggja, og tað dylja teir ikki fyri ( https://www.vice.com
er tað, at skálamenn hgartil hava havt tríggjar ymiskar málverjar. Í gjárkvøldið var Suni Ernstsson fyri triðju ferð í ár málverji. Í steypadystinum mánakvøldið var Karstin Hansen málverji, og so vardi gamli [...] gamli miðverjin, 41 ára gamli Arnhold Berg málið, tá ið Skála vann 4-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.
náttúru, umhvørvi og mentan í Vága kommunu. Fleiri av teimum væleydnaðu og fjølbroyttu tiltøkunum frá Undurfagra mai í fjør ganga aftur í skránni fyri Undurfagra mai 2025. Tað merkir, at borgarar aftur í [...] til mentanarlig tiltøk, sum fevna um ymiskt – bæði til børn, ung og vaksin. Tiltøk og skrá Tiltøkini fyri Undurfagra mai verða kunngjørd á Facebook og Instagram, so tað er at fara inn og dáma síðuna Undurfagri