– Vitlíki er eitt ótrúliga gott amboð, men tað kemur ikki í staðin fyri menniskjaliga fatan, ábyrgd og kreativitet, sigur hann. Samstundis er vitlíki eisini eitt tvíeggjað svørð. Tað ger tað lættari hjá [...] – Við vitlíki og automatisering er tað vorðið lættari at royna álop í stórum tali. Tað merkir ikki, at heimasíðurnar eru ótryggar. Tað merkir heldur, at hóttanarmyndin er broytt, og at trygd, eftirlit og [...] fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar Nielsen. - Tað týdningarmesta fyri okkum er, at kundarnir vita, at vit finnast, og hvat vit kunnu
har tað er neyðugt. Við skúlar, og har skúlabørnini ferðast. Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur [...] venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt [...] vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur. Tann 12. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini
num í Danmark. Ein av størstu broytingunum er, at skúlar skulu taka í nýtslu skipanir, sum hava eftirlit við skíggjanum hjá næmingum undir próvtøkum, so tað verður lættari at avdúka sník við vitlíki. [...] heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal skipast í einari vitlíkis-tíð, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk. Danska stjórnin boðar samstundis frá, at fleiri átøk eru á [...] ein landsfevnandi strategi fyri nýtslu av vitlíki í skúla- og útbúgvingarskipanini skal gerast. Hetta er fyrstu ferð, at ein heilur árgangur av studentum hevur havt atgongd til vitlíki gjøgnum alla sína
Endamálið er at forða fyri, at ov nógv hús og íbúðir verða tikin av vanliga bústaðarmarknaðinum og í staðin leigað út til ferðafólk. Uppskotssetararnir vísa á, at stutttíðarleiga fleiri staðni ger tað truplari [...] stutttíðarleigubústaðir og hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar. Tær kunnu krevja upplýsingar frá útleigarum, útleigupallum, streymveitarum og øðrum, og brot á reglurnar kunnu revsast við sekt.
fíggjarlig tap við sær. Enn er eingin samlað uppgerð yvir talið á málum ella fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi. Talan er tó eisini um samleikastuldur [...] gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði, sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar. – Talan er um skipað brotsverk [...] at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Samleikanum ella
halda, at tað er óheppið, at Føroyar framvegis ikki hava alt lóggávuræði á heilsuøkinum. – Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so møguleiki er at taka [...] arnir halda, at hetta er ein fortreyt fyri at styrkja sjúklingatrygdina og geva Føroyum størri ábyrgd fyri egna heilsuøkinum. – Tað snýr seg snøgt sagt um sjúklingatrygd, og tað snýr seg um, at vit hava [...] taka skjótar avgerðir. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí ein partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum, skriva tey í viðmerkingunum. Tey vísa eisini á, at Føroyar nú hava sítt egna
Uppskotið um at dagføra føroysku rættargangslógina er nú sent í hoyring. Tað fevnir um broytingar, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá januar 2023 til juni 2025, og sum danska løgmálaráðið og [...] meta eisini eiga at galda í Føroyum. Ein av mest ítøkiligu broytingunum er, at løgreglan kann fáa heimild at samanbera DNA-spor frá einum brotsstaði við upplýsingar í DNA-grundaðum ættargranskingardátugrunnum
endurtaka seg. Úrslitið av kanningini verður lagt fyri Fifa-ráðið á næsta fundinum. Hetta er fyrsta almenna umberingin frá Infantino, síðani Fifa legði fram – og stutt eftir dró aftur – uppskotið um at selja [...] hann seinastu vikurnar hevur verið fyri hørðum atfinningum. Millum annað hevur Uefa boðað frá, at álitið á Fifa er burtur, og danska fótbóltssambandið DBU, føroyska fótbóltssambandið FSF og onnur hava eisini [...] Tað gongur fram av einum brævi, sum Fifa hevur almannakunngjørt sambært Sky News. – Vit viðurkenna, at mistøk vórðu gjørd í tilgongdini kring uppskotið um at stovna Fifa Forward Enterprise. Vit viðurkenna
2 hitastig máld í Bad Deutsch-Altenburg nær markinum til Slovakia. Tað er hægsti hiti, sum nakrantíð er máldur í landinum, og metið frá týsdegnum upp á 41,0 stig varð sostatt longu tikið. Eisini í Slovakia [...] máld. Tað er triðja ferð í ár, at hitametið í landinum verður tikið. Hitabylgjan hevur havt stórar avleiðingar kring Miðevropa. Vandin fyri skógareldum er vaksin, og vatnstøðan í fleiri stórum áum er sera [...] brúkt sum kølivatn. Í Slovenia er framleiðslan á kjarnorkuverkinum Krsko eisini skerd niður í 80 prosent orsakað av lítlari vatnøgd í ánni Sava. Sambært veðurfrøðingum er Evropa heimsins skjótast hitnandi
um vørum frá dugnaligum luttakarum. Tú finnur eitt sindur av hvørjum – alt frá skóleistum, rabarbusúltutoyi og troyggjum til vælsmakkandi kakur og annað gott, skrivar vagur.fo. Sølutorgið er opið leygardagin [...] leygardagin frá kl. 13.00 til 17.00. Luttakarar í ár eru: Oluffa Joensen Eilin Hovgaard Birita Nolsøe Johannesen Sigtóra Olsen Iris Strøm Winther Elvira Dahl Mikkelsen Fríðbjørg Hjelm Ebba Vágsheim Bodil M