29. oktober. Narcissus, deyður í 222. Hevur helst verið av grikskari ætt og gjørdist 30. biskpurin í Jerúsalem. Hann segðist at vera 116 ár, tá ið hann doyði.
27. november. Facundus. Var úr Leon í Spaniu, deyður umleið ár 300. Hann og ein bróðir hansara vórðu tiknir av døgum við ánna Ceia í Galisiu í Norðurspaniu.
15. desember. Nikatius, deyður í 5. øld. Biskupur í Reims í Fraklandi. Varð fyribeindur av heidningaflokki av Húnalondum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
1. juni. Nikomedes, deyður umleið ár 300. Rómverskur borgari ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
28. apríl. Vitalis, deyður umleið ár 171. Rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
13. november. Arcadius, deyður ár 437. Aðalborðin maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum Geiserik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð hann tikin av døgum
12. apríl. Julius, deyður í 352. Til minnis um pávan Julius I. Rómverskt ættarnavn. Í dag er páskadagur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Biskupur á Hólum í Íslandi. Fyri undirgerðir, sum hendu við grøv hansara, varð hann skírdur halgimenni. Norrønt navn, ið merkir Guð og verndari.
16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Biskupur á Hólum í Íslandi. Fyri undurgerðir, sum hendu við grøv hansara, varð hann skírdur halgimenni. Norrønt navn, ið merkir Guð og verndari.
13. november. Arcadius, deyður í 437. Aðalborin maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum Geiserik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð hann tikin av døgum.