klagur í posa og sekk í drúgva tíð og hetta kann prógvast á einum dokumenteraðum grundarlagi. Støðan á Tvøroyri í sambandi við skipalarmin frá farmaskipinum Silver Star er ikki eindømi. So seint sum í februar [...] úrslitið av kanningini var liðugt, bleiv avgerð tikin um at nokta slíkum órógvandi skipum at bryggju í Vestmanna. Sostatt segði Vestmanna bygdaráð nei takk til inntøkur frá larmkeldum. Bygdarráðið í Vestmanna [...] tóku eina avgerð. Áhugin er trivnaðurin hjá borgaranum í Vestmanna og ikki bert lætt vunnir pengar í kommunukassan. Men so er ikki á Tvøroyri. Í staðin fyri at vera ein fyrimyndarlig kommuna fyri sínar
undirvísir á yrkisútbúgving í Noregi. Hann hevur valt at raðfesta vanligu læribókina í undirvísingini. – Læribókin leggur upp til góðar samrøður, eitt róligt tempo og reflektión í tímunum, sigur hann. Næmingarnir [...] fáa tíð at lesa neyvt og í friði, steðga á, kjakast og endurtaka. Tað merkir tó ikki, at talgild lesing skal burtur. Granskarin vísir á, at næmingar eisini kunnu fáa undirvísing í, hvussu teir lesa miðvíst [...] skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey Foss á Lesisentrinum við Universitetið í Stavanger. Hon hevur kannað, hvussu næmingar á yrkisútbúgvingum skilja fakligan tekst, tá teir lesa
telist millum tær bestu í Europa. “Í Námi fegnast vit um heiðurin at vera kosin av eini óheftari dómsnevnd av serfrøðingum at koma á úrvalslistan til BELMA kappingina. Hetta er í sjálvum sær ein stór v [...] verið við í arbeiðinum”, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi. Dropar 9 er triðja og seinasta bókin í nýggju útgávurøðini í føroyskum til 7. til 9. flokk. Tær báðar fyrru bøkurnar hava vunnið BELMA. Í 2024 vann [...] ð, hevur vunnið BELMA virðislønina fimm ferðir. Fyrstu ferð var í 2020. Vinnarar av BELMA 2026 verða kosnir á bókamessuni í Frankfurt í oktobur. Tá fáa vit at vita, um Nám enn einaferð kemur aftur til
verið støðugt í størsta parti av fyrra hálvári, men á lægri støði í mun til sama tíðarskeið árið frammanundan. Hetta sæst aftur í minni rentuinntøkum. Tó eru ikki framdar eins stórar íløgur í høvuðsbygningin [...] búskapargongdin sæst aftur í fíggjarstøðuni hjá kundunum og tað hevur við sær, at áður gjørdar niðurskrivingar eru afturførdar. Harumframt eru avskrivingar av bygningum á lægri støði í mun til árið frammanundan [...] frammanundan. Nevnd og leiðsla eru nøgd við gongdina í fyrra hálvári 2026. Virksemi Virksemi sparikassans er støðugt vaksandi. Útlánsvøksturin fyrra hálvár var 71 mió. kr., ið svarar til 3,0 %. Útlánini vóru tilsamans
Søgan um Norðkraft byrjaði í 2016, tá Edmund Jacobsen, sum er kendur sum sangari í Chase, og gittarleikarin Mikkjal Hvannastein hittust í upptøkuhølinum hjá Mikkjali í Klaksvík. Har tóku teir staklagið [...] »Gloym Meg« og »Heim frá Amerika«. Men í kvøld verður Norðkraft fyri fyrstu ferð ein pallbólkur, tá teir spæla á Ljósfest í Vági. Konsertin verður samstundis eitt slag av tíggju ára hátíðarhaldi fyri bólkin [...] Olsen spældi eisini trummur í Chase saman við Edmundi Jacobsen, meðan Kristoffer Mørkøre hevur drúgvar royndir sum bassleikari, tónleikaframleiðari og ljóðtøkningur. Á skránni í kvøld verða bæði løg hjá Norðkraft
leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin [...] hesaferð verður útseldur, siga fyriskipararnir. D-A-D á odda fyri stórari skrá Norð Festivalurin hevur í ár eina fjølbroytta skrá við bæði stórum útlendskum og føroyskum nøvnum. Stóra høvuðsnavnið er legendariski [...] og festivalurin bjóðar ein heilan dag á Viðareiði við barnalandi, kamping, mati og festivalstemningi í serstøku náttúruni har norðuri. Ókeypis bussar koyra eisini úr Klaksvík til Viðareiðis regluliga gjøgnum
ætlaðar í Havn í 2026, men sambært upplýsingum hjá Tórshavnar havn eru fimm vitjanir avlýstar. Verða eingi fleiri avboð, verða sostatt 47 vitjanir í ár. Eftir vitjanina hjá Norwegian Star í dag standa í minsta [...] Norwegian Star kom á Havnina klokkan í morgun og liggur við bryggju til klokkan 20.30 í kvøld. Tor Shipping er umboð hjá skipinum í Føroyum. Norwegian Star er eitt av teimum størri ferðamannaskipunum, sum [...] sjey í morgun og fer eftir ætlan avstað aftur klokkan 16.30. Fitt av ferðamannaskipavirksemi verður eisini restina av august. Sunnudagin kemur Bolette, og mánadagin kemur Seven Seas Voyager. Seinni í mánaðinum
Í býráðshúsinum bjóðaði borgarstjórin, Karl Johansen, gestunum vælkomnum, áðrenn tey vitjandi fingu framløgur um fleiri evni, sum norska sendinevndin hevði víst serligan áhuga fyri. Eisini varð greitt [...] greitt frá gongdini innan samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík. Á skránni hjá norsku gestunum var eisini vitjan hjá vinnufyritøkum, har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar [...] førleikar til fiski- og sjóvinnuna, sum framvegis er grundarsteinurin undir vinnulívinum í Norðoyggjum. Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði
Í samband við heilsustøðuna hjá 89 ára gamla, Haraldi, kongi í Noregi, hevur norska kringvarpið gjørt broytingar í sendiskránni í kvøld. NRK hevur eitt nú tikið kvøldarsendingina "Debatten" av skránni [...] yvir kvøldið. - Hetta er ein samlað meting út frá støðuni, soleiðis sum hon er beint nú, sigur hon. Í dag kunngjørdi norska kongsslottið, at støðan hjá Haraldi, kongi, sum er innlagdur á norska ríkissj
konginum í Noregi, Haakon kongi, á odda kom fyrrapartin til sorgargudstænastu fyri Harald kong. Dómkirkjan í Asker, í útsynning úr Oslo, var á tremur við fólki. Umleið 500 fólk, sum høvdu staðið í bíðirøð [...] tey bæði ja við hvørt annað júst her. Tey vóru full av gleði eftir í níggju ár áhaldandi at hava stríðst fyri kærleikanum. Í dag eru vit savnað her, í kirkjum og framman fyri skíggjar til sorgargudstænastu [...] norska miðlinum VG. Umframt gudstænastuna í Asker kirkju vóru sorgargudstænastur fyri Harald kong, sum andaðist fríggjamorgunin, í hinum tíggju dómkirkjunum í landinum. Norski forsætisráðharrin, Jonas